Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 12 Ferðavinna TEMA: Ferðavinna Ferðavinnuhásesongin er farin at halla, og hóast ikki øll hagtøl eru klár enn, so eru nógvar ábendingar um, at ferðavinnan aftur í ár hevur verið í vøkstri. Hag­tølini hjá Vága Floghavn vísa, at talið á ferðandi umvegis floghavnina hevur fram­hald­andi verið í vøkstri seinastu árini, og nú komið er um miðjan oktober, er líkt til, at vøkstur verður aftur í ár. Samstundis vísa hagtøl frá Hagstovuni, at talið á skrásettum leigubilum í Føroyum er næstan fýrfaldað seinastu níggju ár­ini, og í summar vóru fleiri enn túsund leigu­ bilar í Føroyum. Vit práta við umboð fyri vinnuna fyri at vita, hvussu økta ferðafólkatalið hevur ávirk­að ferðavinnuvirksemið í Føroyum. Guðr­ið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, greið­ir frá, hvørjari leið ferðavinnan er á, og hvørjar avbjóðingar økta ferðavinnan hevur skapt seinasta árið. Eisini hava vit fingið eitt prát við løg­reglu­ na og Landsverk fyri at kanna, hvørji árin økt ferðavinna - og ovurstór øking í tali­ num á leigubilum í Føroyum - hevur havt á ferðsluna og samferðslukervið farna árið. Sigert Patursson, formaður fyri Jarðir, sum er felagið fyri óðals- og kongs­bønd­ ur, greiður frá, hvussu ferðavinnan hev­ur ávirk­að jarð- og landbrúk í Før­ oy­um, um­framt at Føroya Náttúru- og Um­hvørvis­felag fortelur, hvørjar av­leið­ ing­ar ferðavinna hevur fyri náttúruna, og hvussu vit á bestan hátt møta teimum um­hvørvis­av­bjóðingum, ið ferðavinnan hevur við sær. STEINAR PATURSSON Ø ll hagtøl eru ikki gjørd upp enn, Og Visit Faroe Islands bíðar í spenn­ingi eftir tí, sum Hag­stovan fer at fortelja. Men tann fatan, sum Visit Faroe Islands hevur frá vinnuni, er, at vøkst­ur­in av ferðandi merkist. - Allar indikatiónir frá vinnu­ ni týða á tað, at tað hevur verið aftur eitt gott ár, og at tað hevur verið vøkstur. Sesongin er breiðk­að, og tað er øgiliga gott hjá vinnuni, tí tað merkir, at tað er hásesong longri. So hevur vinn­an breiðari akslar at byggja sína úrtøku uppá. Tað eru ikki eins nógv ferða­ fólk í oktober mánaði sum í juli og august, men tað merkist, at heystmánaðirnir hava fleiri ferða­fólk enn áður. Guðrið Høj­ gaard sigur, at tað, sum hon hoyrir frá vinnuni, er, at serliga okto­ber mánaður væntast at vera góður, og møguliga møgu­ liga verður hann besti oktober mánaður nakrantíð. Trupulleikin við haga­ gongu má loysast Í mun til ferðavinnuárið í fjør er ein serlig og stór avbjóðing komin í ár. Tað er trupulleikin við haga­gongu, har sjálvstøðugar gjalds­skipan­ ir í einstøkum hagum, økj­um og plássum hava stungið seg upp. Guðrið Højgaard vísir á, at tað er ikki altíð, at prísur sam­ svara­r við uppliving hjá ferða­ fólk­unum. Samstundis er tað hent seg, at gjaldsskipanir eru komnar, uttan at nakar visti av tí frammanundan, og hetta hevur elvt til órógv og ónøgd mill­um ferðafólkini. Guðrið Højgaard hevur áður verið frammi og víst á, at trupulleikin við óskipaðum viður­skiftum kring hagagongu má takast upp á politiskum stigi. Trupul­leikin er so álvarsamur, at fæst eingin loysn á honum, so verður endin, at ferðavinnan í Føroyum verður skotin í kav. Vinnan verður sterkari So hvørt sum ferðavinnan veksur, so verða ferðavinnuveitararnir í Føroyum eisini sterkari og betri til tað virksemi, sum teir reka. - Vinnan her heima verður styrkt allatíð. Tað ger hon í og við, at hon fær fleiri kundar og sostatt verður meira pro­fessio­nell. Við vøkstrinum kemur eisini áhugi at stovna fleiri ferða­ vinnu­fyritøkur, og Guðrið Høj­ gaard vísir á stóra vøksturin av ferðavinnuveitarum, ið hevur verið seinastu árini. - Um tú hyggur fimm ár aftur í tíðina, so eru komnir ótrúliga nógvir nýggir útbjóðarar á øll­ um frontum - upplivingum, matstøðum, gisting. Tað er hent øgi­liga nógv seinastu árini. Nú bæði Smyril Line og Atlantsflog saman við Lív eru í ferð við at byggja nýggj gistingarhús í Havnini, væntast, at vøksturin í ferðavinnuni heldur áfram. - Vit fáa tvífaldaðan gist­ing­ ar­kapasitet í 2020. Vit hava havt ein ávísan fløskuhálstrupulleika við gistingarplássum, men ein partur av tí hevur verið tikið upp av airbnb. Alt annað líka eiga nýggju gistingarplássini at hava við sær eitt gott ár aftur komandi ár. Tað er alt, sum týðir upp á tað, í øllum førum. VISIT FAROE ISLANDS Økta talið á ferðandi um Vága Floghavn sæst aftur í vøkstrinum á ferðavinnuni og teimum ferðavinnutilboðum, ið vit hava at bjóða upp á í Føroyum. Talan hevur verið um eitt gott ferðavinnuár, og møguliga verður talan um besta oktober mánaða nakrantíð FERÐA­VINNAN VERÐUR ALSAMT STYRKT