hósdagur 17. oktober 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 120
13
GUIDE TO FAROE ISLANDS
Heimasíðan Guide to Faroe
Islands hevur eitt sindur
meira enn eitt ár á baki, og nú
grundarlag er so smátt komið
til samanberingar, merkist
tað, at vøkstur hevur verið
í ferðavinnuni farna árið
STEINAR PATURSSON
H
øgni Reistrup rek
ur Guide to Faroe
Islands, sum bjóðar
fram ferðavinnu
tilboð, so sum gongutúrar,
siglitúrar, myndatøkutúrar og
annað. Heimasíðan er skipað á
tann hátt, at ymiskir veitarar
kring landið leggja tænastur
sínar á heimasíðuna, har tað
síðani ber til hjá ferðafólki at
bíleggja ferðir og pakkaloysnir,
alt á sama stað.
- Fyri august og september
sæst framgongd í ár í mun til í
fjør. Tað er rættiliga týðiligt, at
tað eru nógvir amerikanarar, ið
koma hendan vegin. Vit mugu
eisini ganga út frá, at summarið
í næsta ár verður betri enn
summarið í fjør, bara tí at fleiri
hotellkømur koma aftrat. Vit
síggja tað ikki í bókingunum
beint nú, men vit vænta, at tað
fer at síggjast komandi mánað
irnar.
Stórur seingjartørvur
Ein av størstu avbjóðingunum
fyri Guide to Faroe Islands í sam
bandi við økta ferðafólkatalið er,
at talið av seingjarplássum í Før
oyum er einfalt ov lítið.
- Nú koma ikki fleiri ferðafólk,
tí har er ikki seingjarkapasitetur.
So tú kanst ætla, at vit bíða
spent eftir nýggju hotellunum,
sigur Høgni Reistrup.
Hóast tørvurin á seingjar
plássum er vorðin ein fløsku
hálstrupulleiki, eru kortini eru
fleiri veitarar, ið leggjast aftrat
Guide to the Faroe Islands. Til
boðini verða sostatt fleiri í tali,
so pláss er framvegis fyri vøkstri
í ferðavinnuni, metir Høgni Reis
trup.
Hugburðurin broytist
Síðani ferðavinnan tók dik á seg
fyri nøkrum árum síðani, eru
fleiri, ið hava funnist at ferða
vinnuni og teimum avleiðingum,
ið hon hevur havt fyri náttúru
og samfelag. Høgni Reistrup
metir tó, at hugburðurin til
ferðavinnuna er við at broytast.
- Eg upplivi tað, sum at tað er
við at venda nú, og at fólk síggja
eitt sindur meira positivt upp á
tað. Eg haldi, at fólk eru við at fáa
eyguni upp fyri, at ferðavinnan
er umráðandi fyri okkum, og
at hon kann skapa eina rúgvu
av virksemi. Vit royna eisini
eisini at leggja okkum eftir at
fáa meira burtur úr teimum, ið
koma til Føroyar, og tað gera vit
við at bjóða góð tilboð út.
- Alt, sum verður gjørt inni
á Guide to the Faroe Islands, er
gjørt í samráð við tey ymisku
plássini. Tað er umráðandi at
samstarva og at halda seg til tær
reglur, sum eru galdandi, sigur
Høgni Reistrup.
Tað eru serliga tey støðini, ið
fólk kenna frammanundan, ið
verða mest vitjað. Høgni Reis
trup nevnir Múlafoss, Saksun
og Gjógv sum støð, ið ferðafólk
eru áhugað í, áðrenn tey koma
til Føroya.
- Men meðan ferðafólkini eru
og vitja í Føroyum, fáa tey eisini
eyga á nýggj og ókendari støð,
sum tey eisini fara at vitja.
Góð at lofta avbjóðingum
Føroyska ferðavinnan hevur
framvegis avbjóðingar, men
samstundis er hon rættiliga
væl útgjørd til at lofta teimum
trupulleikum, ið stinga seg
upp. Høgni Reistrup vísir á eitt
dømi, har eitt ferðafólk sat fast
í Suðuroy, eftir at viðkomandi
ikki slapp við Prince norður til
Havnar, tí at pláss var ikki fyri
fleiri ferðandi.
Ferðavísarin, ið ferðafólkið
hevði í Suðuroy, gjørdi av veita
innivist og nátturða saman við
familjuni, og seinni um kvøldið
fekk hann upp í lag at fáa ein
lærara at vísa ferðafólkinum
runt í kirkjuni, skúlanum og
á einum garði. Morgunin eftir
varð ferðafólkið koyrt til Prince
í góðari tíð, og ferðavísarin fekk
manningina at loyva ferðafólki
num umborð at bíða.
- Veitarar og ferðaleiðarar eru
ótrúliga raskir at lofta slíkum
trupulleikum. Vit eru kend fyri
at vera the Land of Maybe, og
øll eru von við at hava eina plan
B og aðrar loysnir klárar. Fólk
kenna hvønn annan, og tú hevur
altíð onkrastaðni at fara, sigur
Høgni Reistrup.
Tað er umráðandi at síggja
ferðavinnuna sum eina góða
íløgu í framtíðina, heldur Høgni
Reistrup og vísir á, at ferðavinn
an kann framvegis skapa nógv
fleiri arbeiðspláss, tá tørvur er
á tí.
- Um til dømis alivinnan ella
fiskivinnan hava niðurgangs
tíðir, so hevur tú framvegis
ferðavinnuna, sum kann lofta og
skapa nýggj arbeiðspláss, sigur
Høgni Reistrup.
VIT MERKJA
VØKSTURIN
0
95000
190000
285000
380000
2010
2011
2012
2013
2014
2015
2016
2017
2018
2019
Ferðandi um Vága Floghavn
KELDA: VÁGA FLOGHAVN. GEV GÆTUR, AT TALIÐ VÍSIR TIL SAMLAÐA TALIÐ Á FERÐANDI AFTUR OG FRAM