Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 14 Ferðavinna TEMA: Ferðavinna STEINAR PATURSSON Ø kta ferðavinnan hev­ur havt við sær av­bjóð­ ingar fyri sam­ferðslu­ kerv­ið, og tað er serliga eftir smalu bygdavegunum, at Lands­verk merkir, at trýstið er voksið. - Til dømis eftir vegnum til Saksun­ar ella til Tjørnuvíkar upp­liva ein øgiligan trongsul. Har eru nógv fleiri bilar á vegn­ um, og kanska ikki allir eru eins góðir at finna víkipláss. Slitið á asfaltið er ikki so nógv, men tað verður trongari, og tað gevur nakrar ferðsluproppar, sum merkjast, sigur Mikkel Frand­ sen, ferðsluplanleggjari hjá Lands­verki. Tað hendir seg eisini, at bilar skríða av vegnum, tí bil­før­ar­ arnir ikki eru vanir við at koyra eftir knortlutu og smølu veg­ unum og mannirera við lítlum víkiplássum. Ferðafólkabussar ein avbjóðing Ein størri avbjóðing enn økta mongd­in av leigubilum eru stóru ferðafólkabussarnir, ið koma til Føroya. - Vegirnir til smáu bygdirnar eru primert ikki gjørdir til hesi stóru akførini. Teir klára ein renovatiónsbil ella ein oljubil her og har, men tá stóru bussarnir koma koyrandi, gerst verri. Tí um­hugsa vit at seta vektmark á nakrar vegir, tí vegirnir halda ikki til hetta slagið av ferðslu, sigur Mikkel Frandsen. Til dømis umhugsar Lands­ verk at seta vektmark á vegirnar við Agnið til Rituvíkar og Æðu­ víkar, og møguliga eisini um Hestin í Suðuroy. Mikkel Frand­ sen ger greitt, at sjálvandi skulu tung akfør so sum oljubilar og annað tílíkt fáa serligt loyvi at koyra eftir vegnum, hóast teir eru ov tungir, og at vektmarkið í høvuðsheitum er rættað móti tungu ferðafólkabussunum. Dagførd víkipláss Ein ítøkilig ætlan hjá Lands­ verki er at bøta um fleiri av víki­ plássunum, soleiðis at ferðslan til vælumtókt ferðamál gerst smid­ligari og lættari. Í løtuni verður fyrireikað at útbyggja víki­plássini til Saksunar, og kannað verður, um tað letur seg gera í ár. Um ikki, so verður tað kom­andi ár. - Tað er ein trupulleiki, tá tað kemur ein bussur við út­ lendskum bussførara, so megna teir ikki at bakka. Og hetta ger seg serliga galdandi á vegnum til Saks­un­ar, har tú summastaðni verður noyddur at bakka upp til ein hálvan kilometur fyri at koma til eitt víkipláss. Betri skelting Ein trupulleiki, ið Landsverk fekk eyga á í summar, var, at í nøkr­um av smáu bygdunum, sum til dømis Tjørnuvík, har tað er trupult at parkera, vórðu víki­ pláss uttan fyri bygdirnar nýttar sum parkeringspláss. Har varð neyðugt at seta skelti upp, sum gjørdu greitt, at víkipláss eru ikki til at parkera á. Eisini hevur Landsverk um­ hugsað at skelta betri við víki­ pláss­um, til dømis í tunlum, eins og gjørt verður aðrastaðni. Hetta hevur áður ikki verið roknað sum ein trupulleiki, sigur Mikkel Frandsen, men frameftir verður hugsað um, at skiltingin møguliga skal gerast betri. Tunlar norður um Fjall Í aðrari samrøðu í temanum greið­ir løgreglan frá, at tað er serliga í ferðsluni í tunlun­um norður um fjall, at ferða­fólka­ ferðslan er økt, og har løgreglan merkir, at ferðslan ikki altíð koyrir eins væl. Hjá Landsverki eru tey ikki greið yvir, um hvørt ferða­fólkavøkstur ger um seg í tunlunum, men at tunlarnir eru ein trupulleiki, óansæð hvør nýtir teir. - Vit kunnu øll vera samd um, at tunlarnir norður um Fjall eru frá einari aðrari tíð, og at teir treingja til at skiftast út. Men um tað gongur út yvir útl­ endskar bilførarar, tað veit eg ikki. Har eru nógvir føroyskir bil­f­ørarar, sum óttast at koyra gjøgn­um tílíkar tunlar. Mikkel Frandsen ásannar, at ferðslan norður um Fjall er økt, men hann sigur, at tað ber ikki til at siga, um talan er um før­ oyska ella útlendska ferðslu. Steðgipláss til útsýni og myndatøku Løgreglan nevndi eisini, at tað er ein trupulleiki, bæði við før­ oyskum og útlendskum bil­førar­ um, at teir seta ferðina á bilinum niður ella seta bilin í vegjaðaran fyri at hyggja eftir náttúruni ella at taka myndir. Hetta er ikki heilt vandaleyst, og serliga ikki um bilurin verður settur í eitt sving. Mikkel Frandsen vísir á, at Landsverk hevur hópin av "krúlluplássum" og steðgi­pláss­ um kring landið, har tað ber til at steðga á og taka myndir. Summ­ar ábøtur eru longu gjørdar, so sum at seta benkur og ruskspannir upp, og eisini hevur Landsverk skelta betri, so­leiðis at tað sæst, hvar hesi pláss­ini eru. Tann tilgongdin er fram­vegis í gongd, og arbeitt verður víðari við at betra um steðgi­plássini. LANDSVERK SUMMIR VEGIR ÓEGNAÐIR TIL FERÐA­FÓLKABUSSAR