hósdagur 17. oktober 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 120
15
STEINAR PATURSSON
S
amstundis sum ferða
vinnan í Føroyum er
voksin nógv seinastu
árini, er talið á leigubilum
eisini eksploderað. Sambært
hagtølum frá Akstovuni, er talið
á leigubilum nærum fýrfaldað
síðan 2010.
Í 2010 var talið á leigubilum
267, og við ársbyrjan í ár var
talið 669. Í summar var tað tó
komið upp 1004. Talan hevur
eisini verið um vøkstur hvørt ár,
undantikið í 2017, tá talið á leigu
bilum var minni enn árið fyri.
Tað ber ikki til at siga, hvussu
stórur partur av leigubilunum
verða leigaðir av ferðafólki, men
uttan iva er talan um megin
partin.
Onkuntíð merkist eisini á
ferðsluni ymsastaðni í landi
num, at nógvir útlendskir bil
førarar eru á vegnum.
Tunnilsferðslan norður
um Fjall ein avbjóðing
Sambært løgregluni er tað ser
liga tunnilsferðslan norður um
Fjall, sum merkist av, at bil
førarar, ið eru óroyndir við før
oysk ferðsluviðurskifti, eru á
vegnum. Nógvir útlendskir bil
førarar føla seg ótryggar í myrku,
trongu og vátu tunlunum, og tí
koyra teir við sera lágari ferð
gjøgnum tunlarnar. Hetta kann
skapa órógv á ferðsluni, og
proppur kann koma í tunlarnar,
um ein bilur koyrir við ov lágari
ferð.
- Vit merkja tað mest norðan
fyri. Tað er í tunlunum, har tey
ofta ikki duga. Vit hava smalar
vegir í Føroyum, og tey eru
kanska von við at koyra við
tveysporaðum vegum. Tað er
heldur ikki bara útlendingar,
har eru eisini føroyingar, sum
ikki dámar at koyra gjøgnum
tunlarnar. sigur Jan Fossaberg
hjá løgregluni.
Eisini kann tað elva til trupul
leikar í tunlunum, um ein førari
verður noyddur at bakka, og
hann ikki er vanur við tað.
Tann trupulleikin gerst enn
størri, um ein ella fleiri bilar
eru aftanfyri, og teir ikki blenda
niður í parkeringsljós. Lyktirnar
lýsa beint í bilin frammanfyri,
og skinið í bakspeglinum kann
verða so bjart, at fremri førarin
ikki sær einki.
- Um tú stendur við nærljósum
og lýsir, so er rættiliga leingi, fyrr
enn bilin framman fyri kann
bakka, tí tey síggja ikki hvar, tey
skulu bakka. Og tað sær út sum,
at nógv fólk hava avbjóðingar
við tí. Tey lokalu eru von við tað,
og hava ikki somu trupulleikar
við at koyra gjøgnum tunlarnar.
Jan Fossaberg sigur, at reak
tiónin hjá summum er at nýta
fløjtuna fyri at fáa onnur at seta
ferðina upp, men hetta ger bara
ilt verri, tí panikkur kemur í bil
førararnar ístaðin.
- Vit fáa fleiri køir, og alt tekur
longri tíð. Tað mugu vit bara
venja okkum við, og veruleikin
er, at har eru ikki nógvir minutt
ir, sum verða mistir, sigur Jan
Fossaberg.
Sunnudagskoyring
og myndatøkur
Ein annar trupulleiki, ið ger seg
galdandi, er at bilførarar antin
seta ferðina ov nógv niður ella
steðga bilinum fyri at taka
myndir.
- Vit hava eitt vakurt land, og
her er nógv at taka myndir av.
Men tað er kanska ikki so skila
gott at gera tað, meðan tú koyrir
í bili. Um tú setir ferðina niður
í 50 kilometrar um tíman eftir
landsvegnum, so ert tú bara til
ampa fyri hinar bilarnar, sigur
Jan Fossaberg.
Onkuntíð verður løgreglan, tá
hon er á patrulju, noydd at fara
yvir til bilførarar, ið hava sett
bilin, og biðja tey flyta bilin onkra
aðrastaðni. Tað hendir seg, at fólk
steðga bilinum, antin fyri at taka
myndir ella bara fyri at hyggja
eftir náttúruni, og hugsa seg ikki
um, hvar bilurin stendur.
- So má eg siga tað við tey, at
tey mugu hugsa seg um, hvar tey
steðga. Kanska mugu tey koyra
eitt sindur víðari og ikki seta
bilin mitt í einum svingi, bara tí
at tað er lætt at taka mynd har.
Jan Fossaberg ger tó greitt,
at hesir er tó ikki trupulleikar,
sum bert gera seg galdandi fyri
ferðafólk, og stundum gera før
oyingar tað eisini.
Men nú talið á ferðafólkum er
økt so nógv í Føroyum, so varn
ast mann tað oftari, sigur Jan
Fossaberg.
LØGREGLAN
ÚTLENDSKIR BIL
FØRARAR IKKI VANIR
VIÐ FØROYSKAR VEGIR
Tað ber ikki til at tveita
alla skyldina á ferðafólk,
men tað merkist, at nógvir
útlendskir bilførarar eru
á føroysku vegunum
Leiguakfør í Føroyum
0
275
550
825
1100
2010
2011
2012
2013
2014
2015
2016
2017
2018
2019
jul. 2019
KELDA: AKSTOVAN