Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 16 Ferðavinna TEMA: Ferðavinna STEINAR PATURSSON - Talið á flogferðum er farið upp, og tað er ógvuliga óheppið, tá hetta ger, at vit fáa eitt hægri út­lát av veðurlagsgassum. Tað sigur Theresa Jákups­ dótt­ir, sum er talskvinna fyri Føroya Náttúru- og Um­ hvørvisverndarfelag, FNU. - Men tað kemur ikki óvart á okkum, tí frá politiskari síðu hevur mann stuðlað upp­undir at selja Føroyar sum ferða­ fólka­land, og mann hevur økt játtanina til Visit Faroe Islands. Samstundis verður út­látið frá flogferðum ikki talt við í føroysku uppgerðina av útláti av veðurlagsgassum, tí flog­ førini bunkra fyri tað mesta uttan­lands. FNU metir, at ein grund­leggj­ andi fortreyt fyri at bøta um viður­skiftini er, at hetta verður talt við í føroyskum hagtalshøpi. Theresa Jákupsdóttir vísir eisini á, at í løtuni eru flogferðaseðlar frítiknir MVG, og tað í grundini er at rokna sum ein stuðul til flogferðslu. Samstundis er einki CO2 avgjald á flogferðaseðlum, og tað rætta hevði verið, at bæði MVG og CO2 avgjøld vórðu løgd á flogferðaseðlarnar. FNU ynskir ikki, at tað skal ganga út yvir tey, ið hava minst at liva fyri, og vísir tí á, at tílík av­gjøld kunnu saktans skipast á ein sosialt rættvísan hátt. - Aðrastaðni verður tosað um, at jú meira tú flýgur, tess hægri verða avgjøldini, soleiðis at tú ikki rakar tey, sum kanska ikki ferðast so ofta. Samstundis hava vit fingið fleiri nýggjar rutur - Barcelona, París, og nú kemur New York í næstum. Hesar longu ruturnar hava við sær, at fólk ferðast oftari hvørt ár, og eitt eyka avgjald kundi verðið lagt á tær, sigur Theresa Jákups­dóttir. Náttúrverndarøkið verður gloymt Ásannast má, at tað hevur eydnast Visit Faroe Islands rætti­liga væl at lýsa og skapa upp­merksemi um Føroyar sum ferðavinnumál. FNU heldur tó, at Visit Faroe Islands hevur tikið ov lítið av ábyrgd av umhvørvi og náttúru her heima. - Tað, sum tey gera, er at vísa eina sminkaða og romantiska mynd av fjøllum, havi og haga, og harvið krógva tey tað stóra trýst­ið, sum er á náttúruna. Ein ferðavinna kundi givið teim­um ymisku økjunum í landi­num eina rødd og verið við til at vart náttúruna, men ístaðin er ferðavinnan í løtuni mið­stýrd og tykist líkasæl við tey inntriv, ið verða gjørd við náttúruna, sigur Theresa Jákups­dóttir. Tað er kanska ser­liga bóndurnir, ið merkja sviðjan av øktu ferðavinnuni, og sam­stundis vita vit lítið um av­ leið­ingarnar, ið vaksandi ferða­ fólka­talið hevur á ríka fuglalívið í Føroyum. - Vit halda, at ferðavinnan kundi verið meira proaktiv í at stuðla lokalum kreftum í at verja náttúruna og umhvørvið. Tað gera tey so ikki, at tað er næstan verðið so, at hvørja ferð, at tú sært eina mynd av onkrum, sum er úti í náttúruni, so verður tú mintur á kampanjuna hjá Visit Faroe Islands, og at Føroyar eru vorðnar ein søluvøra. Closed for Maintainance Theresa Jákupsdóttir vísir eisini til seinasta átakið hjá Visit Faroe Islands, har útlendingar kundu skriva seg upp og keypa sær ein ferðaseðil fyri at koma til Før­ oyar at gera ábøtingararbeiði við fríum kost og logi. - Tey smekkaðu onkrar pelar eftir onkrum hagagøtum, men restin var bara ein lýs­ ingar­kampanja. Her halda vit altso, at arbeiðið hjá Visit Faroe Islands við burðardygd er rættiliga grunt, og arbeiðið fyri at verja náttúruna er ikki til, sigur Theresa Jákupsdóttir, sum heldur, at tað átakið var betri ógjørt. FNU metir ikki, at tað er ráði­ligt at økja um ferða­vinnu­ virk­semið í Føroyum í løtuni, og neyðugt er við náttúr­u­marg­ feldislóg, áðrenn ferða­vinnan skal gerast ein størri partur av føroyska sam­felag­num. - Vit skulu hava eina nógv sterkari nátturuvernd. Og Visit Faroe Islands livir av sølu, men tað er ikki Visit Faroe Islands, sum skal verja náttúruna í Før­ oyum. Tað gera tey heldur ikki, men tey branda seg upp á tað. FNU NÁTTÚRAN VERÐUR GLOYMD Tað gongur framá í ferðavinnuni, men vit mugu steðga á og tryggja náttúru- og umhvørvisviðurskiftini, áðrenn vit seta meira vøkstur á ferðavinnuna. Umframt vaksandi útlát frá flogferðslu hevur ferðavinnan eisini onnur árin á náttúruna