hósdagur 17. oktober 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 120
17
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
Í
vár settu Føroya Óðals
felag og Bóndafelag Føroya
nýggja smápartafelagið
Jarðir á stovn. Endamálið
var at menna og samskipa ferða
vinnutilboð og samstundis
fáa nøkur viðurskifti skipað í
sambandi við skjótt vaksandi
vinnuna.
Men enn er einki ítøkiligt
komið burtur úr hondum frá
hesum nýggja felagnum. Sigert
Patursson er stjóri í Jarðum, og
hann viðurkennir, at teir ikki
eru komnir á mál enn.
- Tað hevur ikki gingið
so skjótt, sum vit vónaðu.
Tað er ringt at manerera um
summarið, tí so nógv virksemi
hevur verið. Men vit vóna at fáa
skil uppá tað nú sum skjótast,
so tað verður allarhelst einaferð
seinni í heyst, sigur hann.
Eina talgilda skipan
Sigert Patursson fortelur, at
teir í løtuni arbeiða við at finna
eina loysn til ein marknað, har
bøndur og óðalsmenn kunnu
selja ymsar tænastur á, væl at
merkja, um teir hava eina ætlan
innan ferðavinnu.
Hetta skal vera møguligt
gjøgnum eina heimasíðu, har
til ber hjá ferðafólki og øðrum
aktørum í ferðavinnuni at fáa
greitt yvirlit yvir tey samlaðu
tilboðini frá Jarðum. Tað veri seg
eitt nú gongutúrar í haganum,
bæði við og uttan ferðaleiðara,
og annað, sum ferðafólk eru
áhugað í. Hetta kunnu ferða
fólkini so gjalda fyri á nýggju
heimasíðuni, og uppá hendan
mátan forvinna tey, ið bjóða
tænasturnar út, sær eitt oyra.
Eftirspurningurin veksur
Hóast Sigert Patursson ikki
sjálvur er aktivur í ferðavinnuni
sum bóndi, meinar hann, at hesin
marknaðurin er alneyðugur,
tí hann hevur ein varhuga av
tørvinum.
- Sum eg skilji á lagnum, so
veksur eftirspurningurin, tí tað
eru jú alsamt fleiri ferðafólk,
sum koma til Føroya. Eg veit,
at trýstið frá ferðafólkum er
blivið størri á nøkrum støðum,
har mann fyrr ikki hevur sæð
so nógv ferðafólk. Hetta ger, at
summi, sum eiga jørð, eru eitt
sindur ørkymlað, sigur hann.
Gongd í haga
Seinasta árið hevur kjakið
annars verið heitt um, hvørt
tað skal vera frítt at ganga í
haganum ella ikki. Um tað verð
ur frítt at ganga, so ber av góðum
grundum ikki til hjá bóndum
og óðalsmonnum at skipa fyri
hesum marknaðinum, tí so er
einki at selja.
- Um mann frá politiskari
síðu lóggevur fyri, at øll skulu
sleppa at ganga allastaðni, so
fer mann inn á nøkur grund
leggjandi rættindi, sum liggja í
nøkrum lógum. Men um tað ikki
verður blandað uppí politiskt,
so fungerar tað eftir verandi
skipan. Og tey, sum ynskja at
veita eina tænastu til ferða
vinnuna, kunnu gera tað við
teimum rættindum, tey hava
í sambandi við jørðina, sigur
Sigert Patursson og leggur dent
á, at hetta eru tvey ymisk kjak.
- Kann ikki vera rætt
Sigert Patursson vísir á eitt, sum
hann og hinir bøndurinir hava
sagt ofta áður:
- Vit hava ongantíð havt nakra
ætlan um at nokta tí einstaka
føroyinginum at fara ein túr
burtur í haga. Tað er meiri hin
vinnuligi parturin, sigur hann.
- Í ferðavinnuni hevur mann
sæð, at aktørar taka nógvar
pengar frá fólki til at fara í
hagan, meðan tann, sum eigur
jørðina, ikki fær nakað burturúr.
Tað kann ikki vera rætt, sigur
Sigert Patursson og samanber
við annað vinnuligt øki.
- Tað svarar til, at eg biði eitt
skip koma á Havnina og sigi, at
tey eru vælkomin at leggja at,
tí Tórshavnar Havn er almenn
ogn, men eg taki pengar fyri, at
skipið skal liggja har, uttan at
Tórshavnar Havn fær nakað av
pengunum. Tað rokni eg ikki við,
at hevði gingið so leingi.
- Fólk koma til Føroya fyri at
síggja náttúruna
Felagið Jarðir sær nógvar
møguleikar í ferðavinnuni, tí
hetta kann blíva ein eyka inn
tøka hjá teimum, ið eiga jørð og
vara av haga, í staðin fyri at lata
øll ferðafólkini ganga frítt alla
staðni.
- Tey allar flestu síggja hetta
sum ein góðan møguleika aftrat
tí, tey hava frammanundan, sum
eitt nú seyðahald. Tá kann tað
skjótt blíva soleiðis, at mann
kann liva av tí. Tað er hugsandi,
at tað kann skapa nøkur arbeiðs
pláss aftrat til onnur í økinum,
sum kunnu vera eitt nú ferða
leiðarar ella hjálpa til við øðrum
virksemi, sigur Sigert Patursson
og vísir aftur á, hvør avleiðingin
kann vera av, um øll sleppa at
ganga frítt í haganum.
- So verður inntøkugrundar
lagið hjá teimum í eitt nú Myki
nesi, Tjørnuvík, Kalsoynni ella
Fugloy, burtur. Og so fara fólk at
ganga og mala allastaðni uttan
at leggja nakað eftir seg. Tí er
tað so sera umráðandi, at tey,
sum hava jørðina har, avgera,
hvør kann fara í hagan, og hvat
mann tekur fyri tað, sigur hann.
- Ferðavinnan skal vera væl
komin. Hon kann koyra pengar
út um alt landið í mun til aðrar
vinnur, sum hava ein tendens til
at savnast á fáum støðum. Vit
vita, at høvuðsstaðurin verður
tann stóri krummtappurin hjá
ferðavinnuni við øllum gistingar
støðunum og matstovunum.
Men fólk koma til Føroya fyri at
síggja náttúruna. Og við hesum
í huga eru absolutt møguleikar
at skapa virksemi og arbeiði alla
staðni í landinum, sigur Sigert
Patursson.
PATURE@SOSIALURIN.FO
BØNDUR OG ÓÐALSMENN
FARA AT SELJA TÆNASTUR
TIL FERÐAFÓLK
- Trýstið frá ferðafólkum er
blivið størri á nøkrum støðum,
har mann fyrr ikki hevur sæð
so nógv ferðafólk. Hetta ger, at
summi, sum eiga jørð, eru eitt
sindur ørkymlað, sigur Sigert
Patursson, stjóri í felagnum
Jarðum, sum síðan apríl hevur
arbeitt við at skipa ein marknað
til ferðafólk, sum bøndur og
óðalsmenn kunnu fáa gagn av
Millum Skæling og Norðradal
MYND: PÓL SUNDSSKARÐ / HIKING.FO