hósdagur 17. oktober 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 120
18
Tjóðveldi vil hava
politiskar fangar
leyslætnar
Tjóðveldi heitir á stjórnina í Spania um at loysa
kreppuna í Katalonia við samrøðum og fólkaræði
ÁKI BERTHOLDSEN
AKI@SOSIALURIN.FO
T
jóðveldi hevur nú
sponsku stjórnini, og
til spanska tinginum,
eina áheitan um at lata
politisku fangarnar úr Katalonia,
leysar aftur, og at loysa kreppuna
í Katalonia við samrøðu og fólka
ræði.
Samstundis mótmælir Tjóð
veldi, at politikarar og leiðarar eru
fongslaðir fyri eina fólkaræðisliga
fólkaatkvøðu.
– Síðan 2010, tá ið spanski
stjórnarskipanardómstólurin
kolldømdi uppskotið til nýggja
stjórnarskipan fyri Katalonia, ið
varð samtykt á fólkaatkvøðu, og
sum eisini varð samtykt bæði í
spanska og katalanska parlament
unum, hevur støðan í Katalonia
verið alsamt meira spent.
– Eftir fólkaatkvøðuna í 2017
er støðan hartil støðugt versnað.
Politikarar og leiðarar í Katalonia
hava verið varðhaldsfonglsaðir og
í útlegd í næstan tvey ár. Tann 14.
oktobur 2019 endaði rættarsakin
við, at níggju av teimum ákærdu
fingu dómimillum 9-13 ára fongs
ulsrevsing, umframt at spanskir
myndugleikar vildu havsa enn
fleiri fólk handtikin
– Hetta loysir ikki kreppuna
í Katalonia, tvørturímóti, sigur
Tjóðveldi.
– Samstundis er talan um eitt
álop á fólkaræðið og grundleggj
andi mannarættindi, tá fólk verða
beind í fongsul, bara tí tey skipa
fyri eini fólkaatkvøðu.
Í áheitanini á sponsku stjórnina
sigur Tjóðveldi:
Vit vilja øll hava eitt Evropa,
har sterkt fólkaræði, talufrælsi
og rætturin til at savnast og mót
mæla, eru galdandi.
– Vit vilja eisini øll, at kreppur
verða loystar við samrøðu. Tí alt
ernativið kenna vit - og tað vilja
vit ikki hava.
– Vit løgtingsfólk, leiðsla og um
boð fyri politiska flokkin Tjóðveldi
í Føroyum, vilja hervið heita á
tykkum í sponsku stjórnini um
at taka stig til at loysa kreppuna í
Katalonia skjótast til ber.
– Neyðugt er við politiskum
loysnum á politiskum avbjóðing
um.
– At nýta dómstólar til at seta
politisk mótstøðufólk í fongsul
loysir ongar trupulleikar. Hetta
ger trupulleikarnar størri.
– Vit mótmæla staðiliga fongsl
ing av fólkum, ið við fólkaræðis
ligum amboðum stríðast fyri
sjálvsavgerðarrætti, samrøðu og
fólkaræði.
– Eins og “UN Group on Arbi
trary Detention” og “Amnesty
International” fara vit at heita á
tykkum at leyslata katalansku
politisku fangarnar beinanvegin.
Tjóðveldi sigur, at einasti veg
urin fram –og vegurin til loysn á
kreppuni í Katalonia – eru sam
røða og fólkaræði.
– Vit vilja tí heita á tykkum um
sum skjótast at fara undir veru
liga samrøðu um loysnir, ið eru
grundaðar á javnbjóðis virðing og
fólkaræði – til gagns fyri alt fólkið
í Katalonia og Spania - og Evropa
sum heild, sigur Tjóðveldi.
KAPPINGIN UM FLÚGVINGINA
TIL FØROYA HERÐIST
ÁKI BERTHOLDSEN
AKI@SOSIALURIN.FO
Í vetur fer danska flogfelagið,
SAS, at flúgva til Føroyar seks
dagar um vikuna - og tað er 41
prosent meiri enn tey flugu sein
asta vetur. Farna vetur flugu tey
til Føroya fýra dagar um vikuna.
SAS sigur í einum tíðindaskrivi
í morgun, at tey leggja framvegis
stóran dent á føroyaflúgvingina
og hóast tey flúgva seks ferðir
um dagin í vetur, fara tey fram
vegis at flúgva níggju ferðir um
summarið.
Tey siga, at føroyingar hava
tikið væl undir við flúgvingini
hjá SAS og tað er orsøkin til, at
tey fara at flúgva meiri í vetur
enn seinasta vetur.
Flogførini hjá SAS er eisini
farin at brúka framkomnu RNP
tøknina, sum ger, at flogørini
kunnu seta seg í verri sýni enn
annars, og tey siga, at 11 ferðir í
summar, høvdu tey ikki kunna
lent í Føroyum, høvdu tey ikki
havt hesa tøknina.