Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 19 Enn nakað eftir á mál hjá Boris - Tí er tann parlamentariski veruleikin soleiðis, at Boris Johnson, sjálvt við stuðlinum frá DUP, einans hevur ein minniluta aftanfyri seg í tinginum, tá hann leygardagin skal fáa tey at atkvøða fyri avtaluni, sigur Áki Johansen, nú tað er greitt, at bretska parlamentið skal atkvøða um eina skilnaðaravtalu millum Ongland og ES HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO B retski forsætisráðharrin tók enn eitt stig móti at gera Brexit veru­ligt, tá hann um middags­leitið í gjár kundi bera boð um, at tað hevði eydnast sam­ráð­ingar­toym­ unum hjá Bretland og ES at fáa eina semju í lag um eina skilnað­ ar­avtalu í samband við Brexit. Tað er í síðstu løtu, at tað eydnaðist forsætisráðharranum at fáa eina avtalu í lag, tí fyrr í ár gav Westminster honum freist til leyg­ardagin 19. oktober, at koma við einari avtalu. Um tað ikki eydn­aðist bleiv álagt honum, at biðja ES um loyvi at útseta Brexit til 31. januar 2020. Uppskotið til eina skilnað­ar­ avtalu við ES skal nú góðkennast av bæði ES-londunum og bretska parla­mentinum. Ivasamur meiriluti Men hóast parlamentið nú skal taka støðu til avtaluna, ið liggur á borðinum, er tað langt frá vist, at hon verður góðtikin. Tað upplýsir Áki Johansen, sendimaður Føroya til Bretlands, ið seinastu árini hevur havt starvsstað í London og fylgt væl við í politisku støðini í grannalandinum. - Tað áhugaverda er nú tað, ið hendir aftanfyri leiktjaldið. Spurn­ingurin er hvussu forsætis­ ráðharrin fer at arbeiða frá nú av og fram til atkvøðuna leygardagin fyri at fáa ein meiriluta fyri hesi avtaluni, sigur Áki Johansen. Sendiharrin til Bretlands vísir á, at tað einans eru nakrar fáar vik­ur síðan, at forsætisráðharrin valdi at koyra 21 tinglimir úr Kon­ serva­tiva flokkinum, aftaná at teir høvdu stuðlað einum lógarupp­ skoti, ið skuldi forða fyri, at Bret­ land úr ES uttan nakra avtalu. Eitt sokallað no-deal Brexit ella hard Brexit. - Tí er tann parlamentariski veru­leikin soleiðis, at Boris John­ son, sjálvt við stuðlinum frá DUP, einans hevur ein minniluta aftan­fyri seg í tinginum, tá hann leygardagin skal fáa tey at atkvøða fyri avtaluni, sigur Áki Johansen. Veik mótstøða Sostatt verður talan um ein lagnu­ dag fyri Bretland, tá ið parla­ mentið fyri fyrstu ferð í 30 ár savn­ast ein leygardag. Og sambært sendi­mann­inum er talan ikki bara um eina avgerandi løtu fyri Brexit, men eisini fyri framtíðina hjá forsætisráðharranum. - Um meiriluti ikki er fyri uppskotinum hjá stjórnini til eina avtalu við ES, so er væl hugsandi, at eitt misálit verður reist á Boris Johnson. So tað er spennandi at vita hvussu tinglimirnir velja leygardagin, sigur Áki Johansen. Ein møguligur fyrimunur hjá Boris Johnson er kortini, at Labour, bretski arbeiðaraflokkurin, ið er størsti andstøðuflokkurin, eisini hevur trupult við at ganga í takt. - Um tað eydnast at fáa DUP at atkvøða fyri, so hjálpir tað upp á møguleikan at fáa avtaluna ígjøgnum, men har er eisini ein glotti at hóma í Labour. Í and­ støðu­flokkinum eru tað fleiri ting­limir, ið ikki ynskja Jeremy Corbyn, floksformann í Labour, sum forsætisráðharra. Og tað kann skjótt gerast veruleiki, um upp­skotið fellur og eitt misálit verð­ur reist, vísir sendimaðurin á. LATIÐ OKKUM FREMJA BREXIT Soleiðis kunngjørdi Boris Johnson, bretski forsætisráð­ harrin, at avtalan var fingin í lag - Vit hava eina nýggja avtalu. Hendan nýggja avtalan loyvir okkum at seta Brexit í verk og fara úr ES um tvær vikur, so at vit tá kunnu seta fokus á fólksins ynskir og savna tjóðina aftur. Hendan avtalan tryggjar, at vit aftur kunnu taka ræði yvir okkara lógir, mørk, peng­ ar og handil uttan órógv, og legg­ur grundarlag undir eitt nýtt samband við ES, ið bygg­ ir á frían handil og vin­ar­ligt sam­starv. Undir fyrru samráð­ing­ un­um helt Brússel fast um ovasta valdið og kundi noyða Bret­land at góðtaka ES lógir og skattir í allar ævir. Hendan nýggja avtalan tek­ur ræðið aftur. Vit fara úr tollsambandinum hjá ES sum eitt savnað Bretland og vera før fyri at gera handilsavtalur um allan heim. Ófólkaræðisliga baktjaldið verður avtikið. Fólkið í Norð­ urírland fáa ræði yvir hvørjar lóg­ir tey liva undir, og – í mótstatt baktjaldinum – fáa rætt­indini til at enda serligu avtal­uni, um tey so ynskja. Latið okkum fremja Brexit og leiða hesa tjóð frameftir, skriv­ar Boris Johnson.