hósdagur 17. oktober 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 120
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
2. partur
Í
fyrsta partinum greiddi Anna, dóttir
Johan Poulsen, frá sínum uppruna á
Toftum. Hon heldur fram:
Pápi bleiv lærari á Strondum í 1917.
Á Strondum hitti hann mammu, Janu,
dóttir Hans Jakku Johansen og Onnu
Mariu Elisabeth Fredrikku Petersen. Tey
giftust í 1925.
Abbi á Strondum hevði handil niðri í
Heygsstøð og handlaði at byrja við fyri
J.P. Evensen í Havn. Hann átti sluppina
Eysturoynna frá 1931 til 1936. Eisini var
hann reiðari á sluppini Alexandru. Hann
hevði eisini postin á Strondum.
Eg varð fødd 2. september 1926, og fekk
tað langa navnið Palma Ingvarda Teodora
Anna Christina, sum var eftir míni næstu
ætt, sum var farin foldum frá í góðum ár
um. Men til dagligt varð eg kallað Anna,
sum var eftir fastur míni, sum var gift við
Sofus í Rituvik, og sum doyði í barsilssong
í góðum árum.
Vit vóru tvey systkin. Beiggi mín, Hjal
grim, var 3 ár yngri enn eg. Hann doyði í
2013.
Hjalgrim varð føddur ov tíðliga og vigaði
bara fýra pund. Mamma lá eina tíð sam
an við honum á hospitalinum, men hann
kom fyri seg.
Hjalgrím bleiv eisini lærari. Hann var
næmingur á Føroya Fólkaháskúla 1945-
1946 og var í 1947-48 á Karise Kost- og
Realskole.
Hann tók prógv á Føroya Læraraskúla
í 1956. Var lærari fyrst á Strondum 1957-
58, á Toftum 1958-66 og aftur á Strondum
1966-96.
Hann var limur í sóknarstýrinum 1985-
89. Konan var Marjun Oda f. Danielsen.
Tey fingu trý børn, Heidi, Johan og Jana.
Jógvan Poulsen bleiv “gubbi”.
Omma, Anna Maria, og Sigga, kona Jógvan
Poulsen, lærara og løgtingsmann, vóru
systrar. Tey fingu eingi børn, men omma
átti trý. Tískil kom mamma at vera so nógv
hjá Siggu og Jógvan, og hon hevur verið
umtalað sum fosturdóttir teirra.
Eg minnist ikki Siggu, men Jógvan
gjørdist sum ein abbi hjá mær. Eg kallaði
hann gubbi.
Jógvan kom á Strendur sum einalærari
í 1878. Men søgan sigur, at hóast hann var
framúr gløggur, so maktaði hann ikki
næmingarnar. Tað gjørdi ikki hansara
støðu frægari, at kona hansara, Sigga,
varð sálarliga sjúk umframt at hon var
sjúk likamliga.
Tískil legði hann frá sær sum lærari
longu í 1917, 63 ára gamal. Jógvan helt tó
fram í løgtinginum.
Hann var nógv hjá okkum. Hann var
ógvuliga fittur, men hann segði ikki so
nógv. Hann var so ógvuliga góður við
okkum bæði systkini.
Jógvan var eftir at hava lagt sær sum
lærari nógv í Fuglafirði, har hann avloysti
sýslumanninum, Andras Samuelsen, tá ið
hann var á ríkisdegnum . Benny, abbason
ur Andras, hevði fjallstavin hjá Jógvani í
varðveitslu, og nú Benny doyði, fekk Viggo,
sonur mín, stavin, sum nú er eitt gott minni
um gubba.
Tað hevur helst verið frá Jógvani Poul
sen, at pápi hevur fingið áhugan fyri
politikki.
Einki at vera til á Toftum
Abbi á Toftum, Magnus Poulsen, doyði, tá
Johan Poulsen verður lærari á Strondum, men tað er skjótt,
at hann kemur upp í politikk, har hann kom at skapa søgu
SIÐSØGA
PÁPI KEMUR Á TING Í 1920
Anna Christiansen:
Omma og abbi Onnu á Strondum,
Hans Jacob og Anna Maria
Gamli skúli á Strondum
Tvey megnarfólk. Jákup Mikal Mikkelsen hevur 95 ára føðingardag í dag, 18.
oktober. Katrina Jensen, systkinabarn Onnu, doyði í seinastu viku, 96 ára gomul.
Standandi v.f Petur C, maður Onnu, og Hjalgrim, beiggi Onnu.
Anna situr millum foreldrini.