Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 25 Komandi partur Næsti partur í hesi røðini kemur um tvær vikur. Tá greiðir Johan Poulsen frá um gubba Onnu, Jógvan Poulsen. Komandi fríggjadag eru 100 ár liðin síðan Ismar Joensen í Fuglafirði varð føddur. Tí verður henda Siðsøgan lýsing av Ismari ið eg var trý ár, so hann minnist eg lítið til. Omma doyði eisini uppá seg ung, men eg minnist hana væl. Vit høvdu ein bát, sum vit róðu millum við, tá ið vit vitjaðu. Tað var jú beint yvir um fjørðin. Seinnu árini vóru tey hjá okkum á Strond­um. Einki av børnunum var eftir á Toft­um, so húsini vórðu seld. Tey flestu børn­ini vóru deyð, og ein sonur var á sjúkra­húsi í Danmark. Fór í skúla hjá pápa Sjey ára gomul fór eg so í skúla. Pápi var lærari. Millum næmingar og bygdafólk varð hann kallaður Poulsen. Lærarar høvdu jú eina serliga tign. Pápi var einalærari fram til 1933, tá gjørd­ist Christian Høj eisini lærari. Hann var ein avgjørdur og eisini góður lærari, sum kom at gera nógv um seg millum annað við skriving av skúlabókum. Hann var eisini virkin missiónsmaður. Pápi var nógv burtur í politiskum ørind­ um, serliga tá ið tingið var saman. so hann hevði fleiri vikarar. Ein, sum eg minnist, var Jens Vang, sum var úr Suðuroy. Vik­ar­ arnir búðu hjá okkum. Tað vóru tríggir flokkar í skúlanum, og vit gingu í skúla hvønn dag í vikuni. Pápi var friðarligur og sáttligur lærari. Tað varð sagt, at næmingarnir høvdu stóra virðing fyri pápa,, og teir bóru alsk til hansara eyðsýndu rættvísiskenslu. Við fastari hond fylti hann barnalærdómin inn í høvdini á fleiri ættarliðum av børnum, til hann legði frá sær. Pápi var eisini virkin á mongum økj­um á Strondum umframt at hann var í lands­ polit­ikki. Hann var í kommunustýri og sjúkra­kassa umframt, at hann var deknur í 50 ár. Tá ið hann legði frá sær, tók beiggi mín, Hjallgrim, við sum deknur. Sum ofta var hjá lærarum, so hjálpti hann ofta fólki, tá ið okkurt skrivligt skuldi ger­ast. Tey vóru mong, sum komu til okk­ ara í slíkum ørindum. Pápi tók sær ógvu­ liga væl av hesum fólkum. Hann bleiv valdur í tingið í 1920, t.v.s. kom­andi ár fyri 100 árum síðani. Hetta var 25 ár eftir, at pápi hansara varð valdur fyrstu ferð. Tá kom hann millum annað at virka sam­an við monnum sum Oliver Effersøe og Andras Samuelsen, teir stóru menninar í Sambandsflokkinum, sum eisini eru týð­ andi partur av politisku søguni í Føroyum. Tá ið pápi var í Havn í tingørindum mátti hann hava innivist. Fyrstu tíðina búði hann mest hjá Onnu í Borgarstovu. Seinni búði hann á Sjómansheiminum, tað gjørdu nógvir tingmenn. Seinni aftur búði hann heima hjá okkum. Kristianna og Jákup Mikal Síðan seinasta part er systkinabarnið, Kristi­anna Jensen, deyð. Hon var dóttir Theodor, pápabeiggja. Hon gav sítt íkast til søg­una um “Onnu” sum gekk burtur í 1924. Nú er vist bara eitt barn eftir hjá teimum, sum gingu burtur við hesum skipi, og tað er Jákup Mikal Mikkelsen, sum er 95 ár í dag, 18. oktober. Hann var ikki føddur, tá ið pápin doyði. Hann hevur eisini givið sítt íkast til søguna um “Onnu” og annars hjá søg­uni hjá Nes sókn, sum er skrivað av Helga Jacobsen. Holuvalið í 1920 J ohan Poulsen var valdur inn á ting fyrstu ferð 10. november 1920. Tá var hann 30 ára gamal. Hann var næst­yngstur av tingmanningini. Í Eysturoyar valdømi vórðu valdir fýra ting­menn. Sambandsflokkurin var nógv størsti flokkur og fekk tríggjar tingmenn. Um­framt Johan vóru tað Jógvan Poulsen og Andras Samuelsen. Sjálvstýrisflokkurin fekk ein tinglim, Símun Pauli úr Konoy, kendur lærari í Gøtu. Tá vóru eingir eykavaldir tingmenn, og tí kundi hetta skapa eitt valúrslit, sum ikki var í samsvar við samlaða atkvøðutalið hjá flokk­unum. Í 1920 fekk Sjálvstýrisflokkurin 41,5% av atkvøðunum og Sambandsflokkurin fekk 58.5%. Við 20 tingmonnum skuldi hetta givið Sambandsflokkinum 12 ting­menn og Sjálvstýrisflokkinum 8. Men val­úrs­ litið varð 10 limir til hvønn flokkin. Um­ framt var prósturin, Jákup Dahl, føddur ting­maður og atkvøddi vanliga saman við Sjálv­stýrisflokkinum. Hetta var Sambandsflokkurin ógvuliga mis­nøgdur við. Men hetta kundi annars ganga hvønn vegin hjá báðum flokkum, og teir sum høvdu fyrimun av skipanini klag­aðu so ikki. Holið í Vestmanna Men tað, sum kom at gera hetta valið, tá ið Johan Poulsen fyrstu ferð kom á ting, søgu­ligt, var gølan í Vestmanna við hol­in­ um í hurðini inn til atkvøðurúmið. Bakgrundin fyri hesi hending er, at Norð­streymoyar valdømi átti tveir ting­ sess­ir. Við tveimum flokkum kundi ein flokk­ur fáa annan tingsessin, um hann fekk beint omanfyri ein triðing av atkvøðunum. Hetta eydnaðist Sjálvstýrisflokkinum við at fáa 33,5%, meðan sambandsflokkurin fekk 66,5% So her restaðu bara fáar at­ kvøður í hjá Sambandsflokkinum at fáa báð­ar tingmenninar og harvið meirilutan á tingi. Tá kom fram, at í hurðini inn til at­ kvøðu­rúmið í Vestmanna hevði verið eitt kvist­hol, sum var 6 cm stórt. Tað kom eisini fram, at onkur hevði lúrt gjøgnum holið og sæð, hvussu onkur hevði valt. Hetta helt Sambandsflokkurin vera í stríð við áset­ ing­arnar um dult val, og flokkurin kærdi valið fyri at fáa umval í valdøminum Hetta var tikið upp av avvarandi myndug­leikum. Nógvir veljarar vóru av­hoyrd­ir og úrslitið varð, at valið varð ógildað av sambandstingmonnum saman við Olrik, amtmanni. Sambandsflokkurin kom við einum nýggj­um valevni, sum var úr Vestmanna, sum skuldi útvega flokkinum tær at­kvøð­ ur, sum restaðu í at fáa báðar ting­menn­ in­ar. Øði í Sjálvstýrisflokkin Hetta fekk sjálvandi øði í Sjálvstýrisflokkin, sum tað kom fram í Tingakrossi. Hann helt, at tá ið eingin visti av, at onk­ur kann hava sæð, hvussu onkur hevði valt, fyrr enn aftaná, kundi tað so ikki hava ávirkað valúrslitið. Í eini stórt uppsettari grein við yvir­ skrift­ini: Vælgere paa Nordsrømø! var millum annað skrivað: Lagtingets Sambandsparti har sammen med Amtmanden forkastet Lagtingsvalget i Nordstrømø, og der er udskrevet nyt Valg. At Forkastelsen er vedtaget af polit­ iske og ikke saglige Grunde fremgaar all­ er­ede, at det ikke var nogen Vælger fra Vestmannahavn, som følte sig for­urett­et og klagede, men at Klagerne var Sam­bands­ kandid­aterne, og at det var Lagtingets Sam­bandsparti, som forkastede Valget, fordi de mente derigennem at kunne vinde et Mandat. Valget forkastedes, skønt der ikke fore­laa oplyst andet end, at et par unge Menn­esker havde kigget af Kaadhed og Nys­gerrighed gennem et Hul i Afstem­ings­ rumm­et, og skønt der inter forlaa om, at der var ført nogen Kontrol med Vælgerne ell­er i nogen tilfælde udøvet Valgtryk eller lign­ende. Sambandspartiet har ved forkastelsen ud­vist Haan mod Vestmannahavns Vælg­ erne, idet de har sigtet dem for, at de har lad­et sig skræmme imod Overbevisning, fordi der var et Hul i Døren til Af­stem­ings­ rumm­et og et par unge Mænd lejlihedsvis havde kigget derigennem. Sambandsmenn svaraðu aftur við somu mynt, og flokkarnir løgdu hvønn annan í bløðunum undir líkt og ólíkt. Greinin er nógv longri enn hetta, men snýr seg annars mest um politikk og er ein góð lýsing av politiska orðaskiftinum fyri 100 árum síðani. Men hetta varð lagt upp til at vera ein styrkiroynd millum flokkarnar, og sjálvur Jóannes Patursson gjørdi eisini sítt við at fara norður í Streymoynna at stuðla sínum floksfeløgum. Umvalið var tann 15. januar 1921, og tað endaði við Sjálvstýrisflokkurin vann aftur mannin beint frammanfyri Sambandsflokkin, sum fekk Mikkjal Samuelsen, beiggja Andras, úr Haldórsvík valdan. Hann sat á tingi frá 1918 til 1939. Sjálvstýrisflokkurin fekk valdan Jo­ hann­es Guttesen úr Vestmanna. Hann sat á tingi frá 1918 til 1928. Tá var sjálvsagt frøði á sjálv­stýris­ monn­um, og tað varð yrkt minst ein vísa um “holuvalið”. Hurðin við holinum varð eis­ini gjørd til postkort. Føroyatíðindi, sum kom út í Suðuroy, gjørdi nógv burturúr hesum máli. Tá ið umvalið var av, høvdu teir eina við­merking, sum var eitt sindur merkis­ verd, tá ið hugsað verður um, at hetta blað var roknað fyri at vera eitt sambandsblað. Teir skrivaðu: Sambandspartiets desperate Forsøg paa at erobre det omstridte Selvstyremandat paa Nordstrømø mislykkedes totalt. Grunden til Valgets Forkastelse var rent formel. I virkeligheden forelaa der ikke Skygge af Bevis for, at de fremdragne Uregelmæssigheder havde den mindste Betydning paa Valgets Udfald. Omkostningerne ved Nyvalget kunde have været sparet, og al den Strid og alt det Halløj, der blev Følgen af Forkastelsen, kunde have været undgaaet, hvis man havde haft Selvbeherkelse nok til at slaa sig til Ro med Udfaldet af det første Valg. Sambandspartiet har ved denne Lejlighed gjort sig selv en Bjørnetjeneste. Affæren fra Vestmannahavn vil med den Udnyttelse, som Modpartiet meget smart har vist sig at drage af den, bliver erindret i lange Tider. Den har utvivlsomt kostet Sam­bandspartiet mange Stemmer. Hetta seinasta kom ikki at passa. Við valið í 1924 gjørdist samlaða atkvøðubýti stórt sæð tað sama sum í 1920, eisini í Norð­ ur­streymoy. Men nú kundu veljast eyka­ menn, og Sambandsflokkurin fekk allar tríggir. Tískil fekk sambandsflokkurin 13 tingmenn og sjálvtýrisflokkurin 10. Kanska var hetta eitt úrslit av rokinum í 1920. Ivamál í Kollafirði Eitt ískoyti til hesa søgu er, at tað var eisini eitt ivamál í samband við seinna valið. Hetta var í Kollafirði, har ein veljari hevði valt uttan at vera á vallista í valdøminum, og tveir høvdu valt, hóast teir ikki vóru 25 ár, sum var valaldurin tá. Hetta var nú eitt greitt brot á galdandi reglur. Men hó­ast hetta var valið góðtikið av báðum flokk­um. Sambandsflokkurin helt, at “da man ikke kunde vedblive at holde Valg på Nord­strømø, vilde man ikke stille Forslag om Valgets Forkastelse.” So mikið av skili var kortini í monnum. Tiltikna hurðin í Vestmanna