hósdagur 17. oktober 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 120
26
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
Gunnar Nielsen 7
Hevur óvanliga lítið at gera,
tá hugsað verður um, at hetta
er ein landsdystur, men tað
vóru nú boð eftir málverjanum
nakrar ferðir. Serliga til innlegg
er týdningarmikið, at málverjin
kemur út at lofta. Tykist
nakað stinnari í avspælinum
við beinunum enn fyrr, men í
onkrum føri er hann næstan
ov djarvur. Sum heild eitt gott
avrik, har størsti parturin snýr
seg um at samskifta við verjuna
og seta spælið í gongd
Atli Gregersen 9.5
Spældi sín seinasta landsdyst á
Tórsvølli og fær eisini eina heils
an í spælarametingunum. Stýrdi
enn eina ferð verjuni og spældi
bóltin væl frá sær. Vann flestu
av nærdystunum og órógvaði
í teimum, sum hann ikki vann.
Slapp sjáldan at spæla sær í
uppspælinum, tí ov stutt var
millum miðverjarnar.
Hevur fleiri royndir av at
vinna landsdystir og tað sást
seinastu løtuna, tá boðini fóru
bæði í eyst og vest, men er eisini
góður til at taka móti boðum, so
sum tá Gunnar Nielsen kemur
út úr málinum eftir bóltinum
Ein stór persónligheit og
landsliðslegenda leggur frá sær.
Heini Vatnsdal: 7
Gjørdi at kalla alt rætt í verju
støðu, har hann trívist væl sum
tann ytsti til høgru av trim
um miðverjum. Vinnur sínar
tvídystir og ruddar væl í verju
støðu. Hevur tó ein avbjóðandi
dyst í avspælinum, har hann er
heldur varin. Tá gongur betri
tær ferðirnar hann skal reka við
bóltinum.
Rógvi Baldvinsson 8
Er dystaravgerandi við máli
num, sum hann skorar tá 70
minuttir eru farnir. Hetta
er fjórða landsliðsmálið hjá
okkara “norðmanni”. Hann er
ein vandamikil harri í brotsteigi
num og tað prógvði hann aftur.
Hann er eisini stinnur í verjuni
og røkir sín leiklut, men hevur
eisini ávísar avbjóðingar í
avspælinum.
Jóannes Kalsø
Danielsen 8
Ungi klaksvíkingurin
fekk møguleikan á
høgra vongbakki
num og tók av. Tað
byrjar longu í fyrra
hálvleiki, har hann
kemur væl fram við í
uppspælinum. Eisini
kemur hann tvær
ferðir í skotstøðu.
Sermerkt við avriki
num hjá Jóannesi er, at
hann er íblandur flestu
av framrættaðu støðunum
í dystinum. Millum annað
hevur hann eisini eitt framúr
innlegg, sum mundi givið mál,
og tað er hann sum eigur renn
ingina, tá vit fáa avgerandi
hornasparkið. Eitt framúr debut
til 22 ára gamla klaksvíkingin.
Viljormur Davidsen
7 (Út 85.min)
Tykist trívast væl á vinstra vong
bakkinum, har hann bæði lut
tekur í verjupartinum og álops
partinum. Í verjustøðu verður
hann sjáldan avbjóðaður, meðan
hann er um reppið at koma í
lyklastøður í álopspartinum.
Hann er nær við at skora eftir
innlegg úr høgru, og hann er
eisini nær við at fáa fríleypara,
men verjuspælarin fær akkurát
stórutá á.
Hallur Hansson 7.5
Spældi sum altíð ein orkuríkan
dyst á miðjuni, har hann er ein
stórur partur av bæði verju
spælinum og álopsspælinum.
Hann vann nógvar taklingar
og legði trýst á maltesiska mið
vøllin. Hevur nakar løgnar feil
avleveringar í leypi av dystinum,
men helst spælir tað inn, at hann
er dørnar runt á vøllinum í allar
90 minuttirnar. Tekur eisini
nakrar nærdystir, sum
aðrir kanska halda seg frá. Ein
undangongumaður.
Brandur Hendriksson 7
Bleiv skiftur út móti Rumenia
við upptrekk til skaða í bak
lærinum, men tað sást ikki aftur
móti Malta. Átti lut í flestu av
framrættaðu avleveringunum,
so sum tá vit fingu avgerandi
hornasparkið. Manglaði tó
onguntíð at fáa skift síðu skjót
ari. Stríddist væl og endaði við
at leggja upp til málið við góðum
hornasparki úr høgru.
Sølvi Vatnhamar 6.5
Tað vóru tey, sum hildu at 33
ára gamli leirvíkingurin fór
at fáa tað torført við orkuni,
nú hann spældi sín triðja dyst
upp á eina viku. Hóast ymiskt í
álopsspælinum ikki sat sum tað
skuldi, so legði hann nógv fyri
í verjustøðu og við renningum
fram. Hevði saman við hinum
framrættaðu spælarunum eitt
sindur torført við
at finna sítt pláss
og
gera
røttu
renningarnar
í
fyrra
hálvleiki.
Mundi ikki steðga
við at renna í seinna
hálvleiki.
Jóannes Bjartalíð 6
(Út 65.min)
Hesa ferð mundi klaksvíkingurin
vera eitt sindur troyttur. Serliga
seint í fyrra hálvleiki gekk orkan
undan, tá hann skuldi renna
heim. Kom í onkra sera vanda
mikla støðu, har hann royndi at
spæla aðrar leysar. Fekk ongan
ordiligan kjans sjálvur. Helst sat
dysturin móti Rumenia í bein
unum, men Jóannes Bjartalíð er
helst í tonkunum hjá Lars Olsen
til komandi landsdystirnar.
Jóan Símun Edmundsson
6.5 (Út 90+3.min)
Spældi sum fremsti maður,
men leitaði ein stóran part av
dystinum aftur á miðvøllin,
fyri at luttaka í uppspælinum.
Tað riggaði sum so væl, men
onkuntíð manglaði hann eisini
Spælarametingar:
Tað er eitt føroyskt lið, sum stendur væl í verjustøðu, sum
vinnur 1-0 á Malta týskvøldið. Tað merkir spælarametingarnar,
at vit vinna, men avrikið er ikki perfekt. Serliga hava vit
trupulleikar at fáa samanspælið í álopinum at sita
STERKIR Í
VERJUSTØÐU