hósdagur 17. oktober 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 120
27
í álopsspartinum. Tykist
eitt sindur ávirkaður av
eyma knænum og misti onkrar
bóltar, sum hann ikki plagar.
Er stinnur, tá hann fær bóltin í
føturnar og skal venda.
Klæmint A. Olsen
6 (Inn 65.min)
Kom inn fyri Jóannes Bjartalíð
og fór fram í álopið, meðan
Jóan Símun Edmundsson fór á
vinstra vongin. Klæmint hevur
vunnið seg í landsliðshitan og
tað sæst eisini, tá hann kemur
inn. Rituvíkingurin vinnur fleiri
av sínum tvídystum, fær okkurt
frísparki og er nær við at skora,
tá Jóannes K. Danielsen leggur
innfyri úr høgru.
Árni Frederiksberg
6 (Inn 85.min)
Kemur inn seinastu løtuna á
vinstra vongbakkin
fyri
Viljorm
David
sen. Kemur í millum onkra
avlevering í uppspælinum hjá
Malta og fellur annars væl inn
á liðið. Fleiri væntaðu, at hann
fór at fáa møguleikan millum
tríggjar teir fremstu hesa ferð,
men tað bleiv til eina lítla løtu á
vongbakkinum.
Magnus Egilsson
(Inn 90+3)
Kom inn í yvirtíðini, tá klokkan
skuldi ganga. Kom inn fyri Jóan
Símun Edmundsson, men var
ikki inni nóg leingi til at fáa eina
meting. Hetta er annar lands
dysturin hjá Magnusi.
Lars Olsen 7
Føroyar hava vunnið 1-0 á Malta,
sum næstan ongan málmøgu
leika hevur í øllum dystinum.
Tað er góðkent. Tó eru lutir í
dystinum, sum kanska ikki sita
heilt so væl, sum vit ætlaðu. Tað
riggar væl í verjupartinum við
trimum miðverjum, men í upp
spælinum riggar illa. Her tykist
liðið nakað ráðaleyst og tá so
málið kemur, so kemur tað upp
á deyðbólt.
Lars Olsen heldur seg til tað
trygga og tað merkti millum
annað, at Sølvi Vatnhamar, sum
sá slitin út móti Rumenia, byrjaði
aftur. Her rakti landsliðsvenjarin
rætt, tí leirvíkingurin rann og
stríddist allar 90 minuttirnar.
Jóannes Bjartalíð kláraði 65
minuttir, men djarvt at seta
Klæmint A. Olsen inn og spæla
við Jóan Símun Edmundsson á
vonginum í vinstru.
Lars Olsen takkar fyri seg á
heimavølli sum føroyskur lands
liðsvenjari við einum verju
sterkum 1-0 sigri á Malta!