Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 28 TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR R ógvi Baldvinsson hevur júst skorað til 1-0 og fagn­aðurin á Tórsvølli er stórur, tá Lars Olsen hálar málskjúttan til sín. Tað eru ikki rósandi orð ella fagrar vísur, sum EM vinnandi liðskiparin frá 1992 hjá Danmark skal tosa við Rógva um. Nei, verjukempan, sum seinastu átta árini hevur verið landsliðsvenjari hjá Før­ oy­um, skal tryggja sær at vit ikki lata mál inn seinastu tjúgu minuttirnar Eg segði við hann, at nú mugu tit ansa eftir komandi fimm minutt­irnar. Fleiri av teimum mál­unum, sum vit hava latið inn koma, tí vit ikki eru til reiðar. Tað vóru vit tíbetur hesaferð, sigur Lars Olsen í fjølmiðlaøkinum eftir dystin. Tað er við verjuspælinum í há­sæti, at føroyska landsliðið endi­liga vinnur ein landsdyst aftur. Tað er eitt ár síðani, tá vit vunnu 3-1 á Tórsvølli í Nations League móti Malta. Tá við álops­ spælinum í hásæti, men síðani eru 32 mál farin ígjøgnum upp á 12 dystir. Nú eydnaðist fyri fyrstu ferð, síðani málleysa javnleikin móti Lett­landi í 2017, at halda málið reint. Tað er eitt frálíkt mark, hjá Atla Gregersen og Lars Olsen at eiga í seinasta heimadystinum. Jóannes Kalsø Danielsen frá byrjan Landsliðið hevur onga venjing millum dystirnar móti Rumenia og Malta, har tað koma ábend­ ing­ar um hvussu liðið kemur at síggja út, annað enn at Jóan Símun Edmundsson verður við frá byrjan. Lagt verðu tó upp til, at 22 ára gamli klaksvíkingurin, Jóannes K. Danielsen, spælir frá byrjan, tí Gilli Rólantsson hevur leikbann. -Tað er ongin orsøk at hava ein varamann á høgra bakk í hópi­num, um hann ikki spælir, tá boð eru eftir honum, sigur Lars Olsen á tíðindafundinum. -Eg visti ikki av at Gilli lá til leikbann, tá hann fekk gult kort, men tá visti eg, at tað var ein møguleiki fyri at eg skuldi spæla, sigur Jóannes K. Danielsen, sum eftir dystin bleiv kosin til dagsins spælara av áskoðarunum. -Eg mátti halda tárunum aftur, tá dómarin bríkslaði fyri sein­astu ferð, sigur Jóannes K. Daniel­sen. Atli í fjepparabólkin Skansan Eftir dystin móti Rumenia boð­ aði Atli Gregersen frá á FM1, at landsdysturin móti Malta verður hansara seinasti á heima­ vølli, tí hann gevst eftir hesa EM-undankappingina. - Hetta er mín seinasti lands­ dystur fyri føroyska fótbólts­ lands­liðið á heimavølli. Tað er einki at ivast í tí, sigur liðskiparin eftir vónbrotið móti Rumenia. Tá spælararnir koma á vøllin móti Malta stendur á stórari plakat; “Atli vælkomin í Skan­ san”. Liðskiparin er eisini meiri kenslu­borin enn vanligt, tá tjóð­ sang­ur­in verður spældur. -Tað var øðrvisi at ganga inn hesaferð. Eg havi verið eitt sindur við síðuna av mær sjálv­ um í dag, og tað hava verið nógv­ ir tankar. Eg minnist aftur til Lands­krona og tað vóru nógvar kensl­ur. Tá dysturin byrjaði, so er tú bara á vøllinum, sigur 37 ára gamli miðverjin eftir dystin. Atli Gregersen spælir ein góðan landsdyst og royndirnar hjá honum koma okkum til góðar, tá vit seinastu tjúgu minutt­ir­nar skulu standa ímóti. Eitt “italskt” avrik Sjálvur dysturin er ikki ein til savn­ið. Bæði liðini hava tríggjar í miðverjuni og okkara hava ilt við at fáa álopsspælið at sita. Tað blívur til tvær ella tríggjar vanda­miklar støður, men vit fáa ongan­tíð ordiliga skot á. Í seinna hálvleiki er meiri bit í føroyska spælinum og vit spæla maltesar troyttar. Tá tjúgu minutt­ir eru eftir verður debutant­ur­in, Jóannes K. Daniel­ sen, sendur avstað í høgru. Tað endar við hornasparkið. -Eg veit at Brandur Hendriks­ son leggur góðar bóltar. Tað var fantastiskt at síggja bóltin fara í málið, sigur Rógvi Baldvinsson um løtuna, tá hann stútaði horna­sparkið í málið. Seinastu tjúgu minuttirnar verður føroyska liðið trýst nakað aftur á vøllin, og eina løtu tykist eitt sindur av fjáltri vera á okkara spælarum. -Vit hava spælt fótbólt leingi og vita at vit ikki skulu detta ov langt aftur, men eg haldi ikki tað er nakar s p æ l a r i , sum ikki sigur at vit skulu koma longur fram og royna at spæla, men tað endar alt í kaos, tí vit ikki hava vunnið so leingi, sigur Atli Gregersen. Tað plagdi at verða italimonn­um fyri, at vinna 1-0 sigrar við sterk­um verjuspæli. Løtu seinni bríkslar dómarin fyri seinastu ferð og Føroyar hava vunnið 1-0! - Sikken ein kensla, sikken eitt týskvøld í Havn, tað kann ikki blíva betur, fantastiskt. Eg sigi tað altíð, men áskoðararnir finn­ ast ikki betri nakra aðrastaðni í verð­ ini. Ein takling, eitt spark út til innkast, og áskoðararnir brøla. Løturnar tá Rógvi Bald­vins­son skorar og dómarin bríksl­ar fyri seinastu ferð, eru heilt fantastiskar, sigur Atli Greger­sen. TRONDUR@SOSIALURIN.FO LARS OLSEN: URIÐ VERÐUR Á TIL VIT TAPA Fríggjadagin var Lars Olsen í Fótbóltspanelinum hjá FM1, har hann fekk eit Ravn ur í takkargávu nú hann gevst. Urið hevur nú fingið ein serligan týdning. - Eg avgjørdi at taka urið á í eini vón um at tað fór at venda gongdini. Eg havi urið á nú og tað verður eisini á, tá vit spæla móti Norra komandi dyst. Fáa vit stig ella vinna á Norra, so verður tað eisini á móti Svøríki, sigur Lars Olsen. Atli Gregersen helt málið reint og Lars Olsen fekk sín søguliga sigur í seinasta heimadystinum. Rógvi Baldvinsson fekk sítt fjórða landsliðsmál og Jóannes K. Danielsen fekk sítt dreyma debut. Felags fyri teir er, at teir eru verjusspælarar. Sum Terji Rasmussen syngur í ”Em’arin”, so vardu vit so stinn sum Føroya fjøll Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Føroyar-Malta 1-0: ”VERJA STINN SUM FØROYA FJØLL”