Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. oktober 2019 · Nr. 121 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 »Vónandi er onkur í samgonguni, sum er við at vakna og kann síggja kata­stro­falu avleiðingarnar av at lata Fólka­flokkin sleppa at umsita fiski­vinnumál og fíggjarmál«. Soleiðis skrivar fyrrverandi løg­ tings­maðurin hjá Sam­bands­flokk­i­ num, Eivin H. Jacobsen, í ikki sørt hvass­orð­að­ari viðmerking til flokk sín og samgonguna um fiski­vinnu­ pol­i­tikk­in, sum samgongan hev­ ur lagt fyri dagin. Hann vísir á, at enda­mál­ið er at nú skulu nøkur heilt fá fólk í Før­oy­um eiga virðini: »Virðini skulu nú býtast og av­ hend­ast til nøk­ur heilt fá ella fýra sam­tøk ella umleið 20 per­són­ar, sum eiga um­leið 90% av upp­sjóv­ar­ rætt­ind­i­num í dag, mill­arda virðir – hetta er nakað, sum skríggjar til himm­als av ó­rætt­vísi og skapar var­andi splid í sam­fel­ag­num«, skriv­ar fyrr­ver­andi sam­bands­ting­ mað­ur­in. Greinskrivarin vísir á, at søgan nú end­ur­tekur seg við, at enn ein ný­skipan skal skrum­blast í­gjøgn­ um – nakað, sum hann sam­an­ber við forskattingina av pensjónunum í 2011, tá »hetta skuldi skundast ígjøgn­um soleiðis, at fólk hvørki vistu, hvat hetta handlaði um í ver­ u­leik­a­num ella skuldu kunna seta spurn­arteknin við, hvat hendi«. Hendan ávaringin hjá Eivini H. Jac­ob­sen er sera áhugaverd. Ikki tí, argu­ment­ini hava vit hoyrt fyrr, men ikki so týðuliga frá fólki inni í Sam­bands­flokkinum, sum nú situr við á­byrgdini í Tinganesi – skuldu vit í øllum førum hildið. Tað er alment kent, at Fólka­ flokk­urin er ein sera sterk­ur sam­ gong­u­flokk­ur – so­leið­is at skilja, at hann ger av, hvør poli­tikk­ur verð­ur rikin. Tað sást und­ir ABC sam­gong­ u­num, har Javn­að­ar­flokk­ur­in misti undirtøku, júst tí at velj­ar­in helt, at Fólka­flokk­ur­in stýrdi Javn­að­ar­ flokk­i­num. Tað sást týðu­liga und­ir borg­ar­ ligu sam­gong­uni frá 2011 til 2015, har Fólka­flokk­ur­in at kalla var einaráðandi – og longu nú hev­ur Fólk­a­flokk­ur­in sett síni týðuligu fingra­merki á politikkin hjá hesari sam­gonguni. At Jørgen Niclasen ikki kundi ger­ast løg­maður var ongantíð eitt kard­in­al­mál hjá Fólkaflokkinum. Tí flokk­urin veit, at hann fær nógv meira burtur úr at sita við tungu pol­it­isku aðal­ráð­u­num, og so lata Sambandsflokkin pynta seg løg­ mans­skrúnum. Eivin H. Jacobsen endar við­ merk­ing sína við hesum orðum: »Sum formaðurin í Fólka­flokk­i­ num segði við meg, áðrenn løg­tings­ val­ið: Tit kunnu eiga løgmann, bara vit fáa politikkin.« Jørgen Niclasen: Tit kunnu eiga løg­mann, bara vit fáa politikkin Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin HELDUR POLITIKKIN ENN LØGMANN Veðrurin fór fyri 36.500 krónur Heyst­fagnaðurin var um viku­skiftið, og eitt av hædd­ar­punktunum mundi vera, tá veðr­ ur­in varð seldur fyri 36.500 krónur á upp­ boði. Heystfagnaðurin á Eiði var um viku­skift­ ið, og í tí sambandi var ár­liga uppboðsølan eis­ini á skránni. Seld vórðu 11 lambs­ krov, eitt innilamb, trígg­ir neytafjórðingar og ein veðrur, og inn­ komni peningurin skal nýt­ast til at menna Heyst­fagn­aðin víðari. Í nøkur ár hev­ur ver­ið serliga spenn­ andi at vita, hvussu nógv veðr­ur­in mundi fara fyri, og hesaferð var einki undantak. Tað hoyrdist upp und­ir tiltakið, at tveir bólk­ar av ungum monn­um høvdu sligið seg saman og ætlaðu at bjóða um kapp fyri veðr­in. Talan var um so­kall­aða Svanareiðrið á Eiði, og somuleiðis høvdu nakrir ungir norð­oy­ingar eisini slig­ ið seg saman at bjóða. Sigast má at norð­ oy­ing­arnir settu Eið­ is­mennirnar so dygg­ i­liga upp á pláss og end­aðu við at keypa veðr­in fyri heili 36.500 krón­ur. Ungu norð­oy­ ing­arnir høvdu reiðan pening við sær og goldu peningin á stað­ num. Í Degi & Viku fríggjakvøldið varð Rógvi Olafsson spurdur, hvat or­søkin var til, at fólk sein­asta tíðina hava gjørt vart við gang frá skipum. Tað skín­ur í­gjøgn­ um, at hansara nið­ur­støður ella git­ing­ar, byggja á full­kom­i­liga ­ó­ kunn­leika um málið. Rógvi meinar millum annað, at fólk hava mist tilknýti til havn­ir­nar og tí blíva órógvað av nøkr­um, tey ikki hava tilknýti til, og tí hava lættari við at klaga. Eisini meinar hann, at tað er lætt­ari hjá fólki at klaga, nú eitt fel­ag er stovnað. Nei, Rógvi, tað er ikki tað, sum er hent. Veruleikin er ein annar. Tað eru ikki fleiri, sum klaga og gera vart við seg í dag, enn fyri nøkr­um árum síðani. Vit liva í ein­um lítlum samfelag og flestu fólk eru bangin fyri sín­um umdømi, húsaprísum, ar­beiðs­ møg­u­leik­um, fam­ilj­u­við­ur­skift­ um, at vera útihýst, happaði og so fram­veg­is. Nøk­ur teirra hava bein­leið­is ella óbeinleiðis tætt til­knýti til fiskivinnuna, onnur hava tætt tilknýti til komm­un­ una og uppaftur onnur eru í al­ menn­um starvi hjá landinum. Hesi hætta sær tí ikki at klaga ella at koma fram alment. Tey, sum hava klagað í ára­vís, hava klaga og gjørt vart við seg á røttum stað, nevnliga hjá komm­ un­unum og øðrum viðkomandi mynd­ug­leik­um. Men hesir mynd­ ug­leikar og kommunur hava ikki tikið klagurnar í nóg stór­um álvara ella viðgjørt tær ak­tivt. Tey hava í ára tíggir ikki gjørt nakað fyri at gera neyðugu broyt­ ing­ar­nar. Myndugleikarnir hava goymt og dult málið vekk í ára­vís. Orsøkin til at fleiri klagur hoyr­ast nú, og at tað er meira um­ tala í dag, er fyrst og fremst tí at fólkið nú hevur eina rødd í fel­a­g­ num Heimafriður. Har hava tey fólk, sum hava dedikera seg til at loysa hetta málið og standa stinn. At siga, at fólk hava mist til­ knýt­ið til havnirnar er púra burt­ ur­við. Havnalagi fyrr og nú kann ikki samanlíknast. Bæði larm­urin og trafikkurin er øktur mun­andi. Larmurin, sum klagað verð­ ur um er órímiliga ógvusligur og eig­ur ikki at vera góðtikin. Tos­að verður ikki um vanligan ella rím­ i­lig­an larm frá havn­ar­virk­semi. Tal­an er sostatt als ikki um øll skip. Tað eru fleiri limir og stuðlar hjá fel­ag­num, sum eru skiparar, skips­før­ar­ar, maskinmeistarar og onnur, sum hava bæði tilknýti til havnirnar og vinnuna annars. Hesi vísa á órímiligheitir við før­oyskar havnir og munin í út­ lendsk­um havnun, har hesi somu hava starvast ella vitjað. Hesi vita, hvat tey tosa um. Fakta er, at borgarar, sum eru illa raktir av ganginum frá mein­ ings­leysa motorljóðinum trívast ikki, tí tey ikki fáa frið, hvørki í kropp ella sinn. Fólk flýggja úr egn­um heimi. Er Føroya fólk klár yvir hvussu álvarsamt hetta í veru­leik­a­num er? Gangurin er so ekstremur og gjøgn­um­treingjandi, at tú verður noydd­ur at uppliva fyri at vita. Tað er meiri sannlíkt, at vit í Føroy­um hava mist virðingina og sam­kensluna við okkara med­ menn­iskj­um. Egoisman sýnist ovurstór hjá teim­um ráðandi, og tað ræður um at hava so lin krøv sum møg­u­ligt, fyri at fáa tey skipini hend­a­vegin, sum eru óynskt í lond­u­num rundan um okkum. Pengar hava meira at siga fyri nakr­ar býráðspolitikara her í land­i­num, enn heilsa og vælvera hjá teirra borgarum. Heimafriður Fólk hava ikki mist tilknýtið til havnirnar Eivin hartar sam­ gonguna KJAK SÍÐA 13 Stend­ ur illa til við banka­ toskinum TÍÐINDI SÍÐA 8