mánadagur 21. oktober 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. oktober · Nr. 121
Toskurin leitar
sær eftir føði
Onkrar dagar hevur tað verið sum í grind
á Fuglafirði, har fleiri bátar hava ligið út
fyri Pelagos-bryggjuni og fiskað tosk
Vilmund Jacobsen
Hendingarnar
seinastu
tíðina, har toskur hevur
verið at fingið á firðum
og sundum, tola saktans,
at lesarar hjá okkum
síggja onkrar myndir frá
heum
sjaldsama
fyri
brigdi, sum hevur víst
seg í heyst.
Tað byrjaði við, at ein
toskatorva
stóð
beint
undir afturpartinum á
einum skipi á Sørvági.
Her sást filmsbrot sum
vísti, at í øllum førum ein
partur av fiskinum var
rak.
Nakað eftir hending
ina í Sørvági, bóru menn
eisini við tosk heilt inni á
Vestmanna, og her lógu
upp í fleiri bátar og fisk
aðu. Eisini á bryggjuni
fekst toskur á tráðu.
At síggja til var fisk
urin ymiskur til dygdar.
Seinastu tiðina hava
upp í fleiri bátar ligið
inni
á
Fuglafirði
og
fiskað tosk, og herfyri
lógu bátar bæði út fyri
Pelagos-bryggjuni
og
nakað longri úti á fjørð
inum.
Í Fuglafirði hevur eis
ini nógvur góður fiskur
verið at fingið.
Viðheftu mynd tók
Dávur Winther í Fugla
firði hósdagin, og her
sæst, at fleiri bátar liggja
í einum "klumpi" og fiska.
Hesa løtu stóðu fólk eis
ini á bryggjuni við tráðu
og fingu fisk.
Á Havstovuni vísa tey
á, at nógvur stórur tosk
ur hevur verið at fingið
inni við land í seinastuni,
og fleiri av hesum fiskum
hava verið sera rak.
- Toskurin kemur und
ir land at leita eftir føði.
Tað er tí, at lítið av føði
er úti á djúpri sjógvi. Í
vár vístu kanningarnar
hjá Havstovuni, at gróð
urin var sera lítil, og tá
gróðurin so kom, kom
hann sera seint.
Á Havstovuni vísa tey
á, at tá gróðurin er lítil -
ella kemur seint - ávirkar
tað alla restina av vist
skipanini, soleiðis at tað
verður sera líti av føði til
allar aðrar liðir í føðiket
uni.
- Tí koma slánarnir
nærri landi at leita sær
føði. Gamalt var, at tá tú
fekst slíkar fiskar inni
við land, vóru útlitini
ring, tó kunnu umstøð
urnar skjótt broytast.
Um toskurin klárar seg
gjøgnum veturin, byrja
teir at koma fyri seg aft
ur og kunnu tí vera við í
gýtingini aftur komandi
ár, siga tey á Havstovuni.
Saman við Sørvágs
kommunu skipar
ADHD-felagið fyri
kunningartiltaki um
ADHD í Marghøllini í
skúlanum í Sørvági
hóskvøldið 24. oktober
klokkan 19.
Hví verður so lítil
fuglur merktur?
- Er nøkur vísidalig orsøk til, at
so lítið av fugli verður merkt í
Føroyum, spyr Martin Simonsen
Vilmund Jacobsen
- So var ein lundi úr
Noregi komin ov nær
mínari byrsu, og hósdag
in var tað ein lomvigi úr
Stóra Bretlandi.
Tað
skrivar
Martin
Simonsen leygardagin á
Facebook-síðuni,
Fuglaveiða í Føroyum, har
hann eisini er umsitari.
Martin Simonsen fýlist
á, hví tað er so trupult at
sleppa at merkja fugl í
Føroyum, og hann spyr,
um hetta kann vera skaði
ligt fyri stovnin.
- Eg havi hoyrt um í
minsta lagi tveir áhugaðar
merkjarar í summar, men
fuglafrøðingar sýttu teim
um at merkja lunda.
Martin Simonsen spyr,
hví soleiðis er vorðið, og
hann spyr eisini, um nøk
ur vísindalig orsøk er til
ikki at merkja.
- Tað hevði verið gott,
um onkur kom við tølum
yvir, hvussu nógvur lundi,
álka og lomviga eru merkt
í Føroyum seinastu 10-15
árini.
Martin Simonsen vísir
á, at hann hevur skotið
fugl seinastu 30 árini, og
seinastu 10 árini hevur
hann fingið fleiri merktar
fuglar.
- Men, eg kann ikki
minnast meg at hava
fingið nakran fugl, sum er
merktur í Føroyum hesi
árini. Kanska kann onkur
kønur siga mær, hvussu
hetta ber til, leggur Martin
Simonsen aftrat.
Soleiðis
gongur á
havleiðum
Vilmund Jacobsen
Eitt ísfiskaskip, sum
hevur fiskað á Rygginum,
kemur inn at landa í dag.
- Harumframt eru
seks ísfiskalínuskip á
landgrunninum. Tey
fáa mest av toski og
hýsu og so nakað av
longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at siga,
at línuskipini, sum
fiska á landgrunninum,
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
- Nøkur línuskip liggja við
bryggju, men væntandi
loysa onkur skip í næstum.
Streymurin verður
góður, men veðrið
verður skiftandi.
Roknað verður við
nógvum útróðri,
tá løturnar eru, tí
útróðrarbátarnir fáa
nógvan fisk, tá teir eru úti.
Allir partrolararnir, sum
eru til fiskiskap, fiska
upsa, men fiskiskapurin er
smáligur. Partrolararnir
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Fríggjadagin vóru eisini
tríggir djúpvatnstrolarar
til fiskiskap. Tveir fiska
kongafisk og koma
helst inn at landa
síðst í hesi vikuni.
Ein djúpvatnstrolari
er á Munkagrunninum
og kemur væntandi
inn at landa miðskeiðis
í hesi vikuni.
Fríggjadagin vóru
tveir av teimum smáu
trolbátunum til fiskiskap.
Annar var á Skeivabanka,
har teir fingu eina
blanding av toski,
havtasku, upsa og longu.
- Hesin kemur væntandi
inn at landa í dag. Hin
trolbáturin, sum eisini
er til fiskiskap, landar
væntandi miðskeiðis
í hesi vikuni.
Fríggjadagin vóru
eisini tvey garnaskip til
fiskiskap eftir svartkalva,
men fiskiskapurin
er smáligur.
- Tvey garnaskip fiska
eisini havtasku, og í løtuni
er eitt garnaskip á beding,
verður lagt aftrat.
JÓLAKORT: Øll, sum
hava hug, kunnu verða
við í kappingini um
myndina til jólakortið
hjá Tvøroyrar kommunu
2019. Seinasta freist
at senda inn uppskot
er fríggjadagin 1.
november klokkan
15. Myndina í fjør átti
Reidar Simonsen.
Dávur Winther tók myndina í Fuglafirði seinasta hósdag