Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. oktober · Nr. 121 Á Heystfagnaðinum á Eiði um vikuskiftið keyptu ungir menn úr Norðoyggjum henda veðrin á uppboðssølu fyri 36.500 krónur. Teir høvdu reiðan pening við sær og rindaðu fyri veðrin á staðnum! Hví kemur toskur á Føroya- banka ikki fyri seg aftur? - Meðan bæði toskur og hýsa eru komin fyri seg á landgrunninum, og hýsan á Føroyabanka eisini er komin fyri seg, stendur framvegis illa til við Bankatoskinum, skrivar Petur Steingrund, fiskifrøðingur, í nýggjastu útgávuni av Sjóvarmáli Vilmund Jacobsen Fiskifrøðingurin hevur ikki nakra endaliga frágreiðing um, hví toskurin á Føroyabanka ikki er komin fyri seg aftur, men hann heldur, at talan kann vera um eina ella fleiri av fimm ymiskum orsøkum, sum hann umrøður í nevndu grein. - Vanliga plaga nøgdirnar av toski og hýsu at fylgjast ym­ isku árini. Hetta er galdandi fyri tosk og hýsu á føroyska land­grunninum. Vit leggja til merkis, at bæði toskur og hýsa á landgrunninum eru komin fyri seg aftur í 2019 eftir umleið 15 sera lak ár. Fiskifrøðingurin vísir á, at á AFøroyabanka plagar veiðan av toski og hýsu eisini at fylgj­ ast, og her er hýsan eisini kom­ in fyri seg, eins og hon er tað á landgrunninum. Tað var nevni­liga meira at fáa av hýsu á vári í 2019 í yvirlits­trol­ing­un­ um enn seinastu umleið 35 árini. - Men tað, sum fellur í eyg­ uni, er, at toskurin á Før­oya­ banka ikki er komin fyri seg aft­ur, og spurningurin er hví. Í greinini í Sjóvarmáli, sum eisini kann lesast um leinkju á heimasíðuni hjá Havstovuni - www.hav.fo – umrøður fiski­ frøð­ingurin nakrar møguleikar orsøkir til, at toskurin á Før­ oyabanka ikki er komin fyri seg aftur. - Ein møguleiki er, at gýt­ing­ ar­stovnurin av toski á Før­oya­ banka er ov lítil til at geva góða tilgongd. Tað finst eingin stovnsmeting av toski á Føroyabanka. Um vit siga, at stovnsstøddin av toski á Føroyabanka er 10 prosent av toskinum á land­grunninum, og at minsta stovnsstødd á land­grunninum er umleið 15.000 tons, so gevur hetta ein gýt­ingarstovn av toski á Før­ oya­banka á umleið 1.500 tons. Fiskifrøðingurin vísir á, at um vit siga, at hvør gýt­ing­ar­ før­ur toskur í miðal vigar 10 kilo, so svarar hetta til, at her eru einans 150.000 toskar. - Havandi í huga tann stóra egg­ og larvudeyðan, er ikki óhugs­andi, at gýting­arstovn­ ur­in av toski er ov lítil til at geva góða tilgongd. Eitt, sum tal­ar ímóti hesum er tó, at hýs­ an er komin fyri seg, sigur Pet­ ur Steingrund, sum í nevndu grein umrøður støðuna og møguligar orsøkir til, at tosk­ ur­in á Føroyabanka enn ikki er komin fyri seg aftur. Skjótt skulu fiskamerkini verða inni Vilmund Jacobsen Á hvørjum ári í fleiri ár hevur Havstovan drigið um ein vinning millum tey, sum lata inn fiskamerki til stovnin. Í hesum føri er talan um merktan fisk, sum verður veidd­ur – tað veri seg við snellu, línu, troli ella gørn­ um. Øll, sum gera sær ómak at taka hesi fiskamerki, tá tey síggja merkini á fiski og síðan lata tey inn til Havstovuna, eru við í einum lutakasti á 12.500 krón­ur. Eins og undanfarin ár, fer Havstovan aftur í ár at draga um innkomin merki, og seinasta freist at lata merkini inn í ár fyri at verða við í dráttinum hesa­ ferð er hin 1. november. TRIVNAÐUR: Tað verður hóskvøldið, 24. oktober klokkan 19 á Skúlatrøð, at Jógvan Kallsgarð fer at leggja fram og greina úrslit av lívsvanum og hugburði hjá 14-15 ára gomlum í Norðoyggjum. Skjóta skarv og svartfugl Nú loyvt er at skjóta, hava menn verið og skotið skarv, lomvigu, álku og lunda Vilmund Jacobsen Á Facebook-síðuni - Fugla­ veiða í Føroyum - eru menn hampiliga raskir at siga frá, hvussu gingist hevur á báti við byrsu, nú loyvt er at skjóta skarv, lomvigu, álku og lunda. Onkur vildi sagt, at teir skjóta svartfugl, men fugla­ frøðiliga er svartfuglur felags­ heiti fyri lomviga, lunda, álku, fulkubba og teista – og her er skarvur ikki íroknaður. Kenneth Bernhard Olsen sigur hósdagin frá einum túri saman við Finn Ludvig, har teir vóru og skutu skarv. Túrurin gav tilsamans 20 skarvar, og tað er Kenneth Bern­hard Olsen sum eigur við­heftu mynd. Á Facebok-síðuni sigur Stein­ar Strøm Sævarsson eis­ ini frá einum fuglaveiðitúri hós­dagin, har teir fingu til­ sam­ans 33 svartfuglar. Aðrar dagar hava menn eisini fingið væl at fugli. Fólk, sum hava hug at fylgja við, hvussu svart­fugla­ veiðan roynist, kunnu hyggja inn á Facebook-síðuna - Fugla­ veiða í Føroyum, har sagt verður frá fugla­veiði­ferð­um. Myndina eigur Kenneth Bernhard Olsen