mánadagur 21. oktober 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. oktober · Nr. 121
TÍÐINDI
Ferðafólk fáa alt ov lítla kunning
- Tey eiga at fáa eina greiða vegleiðing um, hvar tey kunnu fara,
soleiðis at tey ikki ganga seg í óføri, sigur Regin Jespersen,
formaður í Landsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Tað er ymiskt fyri hvørt ár,
hvussu nógv bjargingarfeløgini
hava at gera í sambandi við
ferðafólk, ið koma í neyð í før
oysku náttúruni.
- Í ár hava tað verið sera
nógv ferðafólk í Føroyum, men
vit hava havt minni at gera
enn í fjør, tá tað vóru færri
ferðafólk. Vit hava bara verið
einar fýra ferðir eftir útlend
ingum í ár, sigur Regin Jesper
sen, formaður í Landsfelagn
um fyri føroysku bjargingar-
feløgini.
- Men føroyingar koma eis
ini illa fyri, og vit hava verið
eftir føroyingum umleið sjey
ferðir í ár, sigur hann.
- Tey mangla kunning
Regin Jespersen ivast ikki í, at
orsøkin til, at summi ferðafólk
koma í neyð í føroysku nátt
úruni, er manglandi kunning.
- Eg haldi, at ferðafólkini fáa
alt ov lítla kunning, áðrenn tey
fara út í náttúruna. Tað er tað,
sum manglar, sigur hann.
- Tey eiga at fáa eina greiða
vegleiðing um, hvar tey kunnu
fara, og hvar tey ikki eiga at
fara, soleiðis at tey ikki ganga
seg í óføri, sigur Regin Jesp
ersen.
Selfie á eggini
Regin Jespersen býr í Vágum,
har nógv støð eru, sum ferða
fólk vanliga vitja. Hann hoyrir
her javnan um, hvussu ferða
fólkini ganga í náttúruni uttan
at taka tey røttu atlitini.
- Tey skulu sum oftast taka
eina selfie. Og hendan selfie-
myndin skal altíð vera uttast á
eggjuni við flottari bakgrund.
Tað er eitt sindur býtt og óum
hugsað, sigur hann.
Nógva staðni er tað vanda
mikið at ganga einsamallur, og
tí heldur Regin Jespersen, at
tað í summum førum skal vera
krav, at ferðafólk skulu hava
ferðaleiðara við sær í hagan.
- Tað er eitt sindur keðiligt,
at ferðafólk kunnu ganga frítt
allastaðni, tí tað eru nógv støð,
har tað er vandamikið og bratt.
Stígur tú eitt fet skeivt, ja so
ert tú farin útav. Men ferðafólk
ganga og mala nógv slík støð,
sigur hann.
Ikki nóg gott
Regin Jespersen heldur ikki, at
Føroyar hava megnað at tikið
nóg væl hond um tann stóra
vøksturin av ferðafólkum.
- Talið av ferðafólkum er
vaksið so knappliga. Serliga í
ár hava tað verið nógv, og tað
veksur hvørt einasta ár, men
mann er ikki klárur til tað, sig
ur hann.
- Vit síggja, hvussu tað er í
Mykinesi. Tað er ein øgilig
rúgva av fólki, sum fer út har.
Føroyingar, sum ætla sær har,
sleppa næstan ikki við, tí tað
ofta ikki er pláss í bátinum.
Sum eg skilji á lagnum, eru tað
útlendskar
ferðaskrivstovur,
ið selja ferðir til slíkar túrar í
Føroyum. Men tað ger, at tað
ikki verður pláss fyri føroying
unum uppá sama máta sum
fyrr.
Visit Faroe Islands
lurtar ikki
Visit Faroe Islands hevur gjørt
ein faldara við vegleiðingum
og ráðum til ferðafólk, men
Regin Jespersen meinar ikki,
at hetta átakið er nóg mikið.
- Eg haldi, at hasin faldarin
sigur alt ov lítið. Eg havi sagt
tað við tey, og eg havi eisini
biðið um ein fund. Vit hava
nógv góð fólk, sum kenna
hvønn einasta fjallatopp, sum
mann kundi tosað við og hoyrt.
Men vit hava so ikki fingið
nakað fundarboð, sigur hann.
Regin Jespersen heldur, at
ferðafólk eiga at tekna sær
eina trygging, tá tey koma til
Føroya.
- Eg veit ikki, um tað er ov
nógv at forlanga. Men tað
haldi eg, tey áttu at gjørt, um
okkurt hendir. Tyrlan fer út
eftir fólki ymsastaðni, og tað
kostar nógvar pengar.
- Fjallabjargararnir
eru heimsins bestu
Bjargingarfeløgini eru annars
væl ílatin til at bjarga fólki í
føroysku náttúruni. Har eru
nógvir bjarginarbátar eftir
hondini, sum eru væl útgjørdir.
Og so eru tað eisini fjallabjarg
ararnir, sum Regin Jespersen
hevur stóra virðing fyri.
- Fjallabjargararnir eru mill
um heimsins bestu. Teir eru
heilt fantastiska dugnaligir og
eru sera væl fyri. Av av og á
eru teir í Íslandi og venja, og
teir hava júst verið har. Um tað
er neyðugt, rykkja teir út til
dømis í brattlendi, og tað duga
teir ómetaliga væl, sigur Regin
Jespersen.
Spara landinum
nógvar pengar
Tað eru níggju bjargingarfeløg
í Føroyum undir LBF, og alt
arbeiðið er sjálvboðið. Regin
Jespersen heldur, at bjarging
arfeløgini áttu at fingið størri
játtan frá landinum, tí tað
kostar nógv hjá feløgunum at
fara út við báti at bjarga.
- Vit spara tryggingunum
fyri einari rúgvu av pengum,
bæði á sjógvi og á landi. Vit fáa
ikki so nógv av peningi. Tað
liggur um eina millión og eitt
sindur eyka fyri at viðlíkahalda
og dagføra bátarnar, sigur hann.
Hann heldur eisini, at bjarg
ingarfeløgini eiga at fáa trygg
ing ókeypis.
- Vit gjalda eina rúgvu í
trygging fyri bátarnar hjá okk
um. Sjálvur haldi eg, at vit áttu
at fingið tryggingarnar til bjarg
ingarbátarnar ókeypis, sigur
Regin Jespersen.
Týdningurin av
bjargingarfeløgunum
Tað er eingin ivi um, at bjarg
ingarfeløgini hava sera stóran
týdning í Føroyum, og Regin
Jespersen er stoltur av hesum.
- Bjargingarfeløgini gera eitt
fantastiska stórt arbeiði. Van
ligvís, tá alt gongur fínt, veðrið
er gott og eingir trupulleikar
eru, hugsar eingin um bjarg
ingarfeløgini. Men tá storm
arnir herja og onkur liggur á
sjónum, tá leggja fólk merki til
bjargingarfeløgini, sigur Regin
Jespersen.
Regin Jespersen:
Regin Jespersen er formaður í Landsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini