mánadagur 21. oktober 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. oktober · Nr. 121
TÍÐINDI
FERÐAFÓLK ERU
KOMIN Í NEYÐ
14 FERÐIR Í ÁR
- Tá talið av ferðafólkum er vaksandi, er tað sjálvsagt, at
títtleikin eisini veksur, sigur Edvard Bjarnason frá MRCC
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Talið av bjargingum hjá MRCC
í sambandi við neyðstødd
ferðafólk í føroysku náttúruni
er vaksandi. Tað vísa tøl, sum
Sosialurin hevur fingið frá
MRCC. Í 2014 var bjargingar
tænastan tilkallað níggju ferð
ir, og higartil í ár hava 14 hend
ingar verið. Talið hevur tó ikki
bara verið vaksandi, tí í 2017
vóru tað "einans" átta hend
ingar.
Talan er í høvuðsheitum um
útlendsk ferðafólk, sum eru
komin illa fyri á sjónum ella
hava gingið seg í óføri í fjøllun
um. Bjargingartyrlan hjá At
lantsflogi hevur verið fastur
fúsur í meginpartinum av hend
ingunum hesi árini, og hinum
bjargingunum hava bjargingar
bátar tikið sær av.
Meira aktivitetur
í náttúruni
Hetta er eitt úrslit av, at ferða
fólkastreymurin til Føroya er
blivin so stórur, leggja tey
merki til hjá MRCC Tórshavn.
- Tá talið av ferðafólkum er
vaksandi, er tað sjálvsagt, at
títtleikin eisini veksur, sigur
Edvard Bjarnason, deildarleið
ari, og vísir á, hvussu tað ber
til, at talið av bjargingum er
nakað vaksandi.
- Tað er meira aktivitetur
allastaðni nú, enn tað var fyrr.
Summi av ferðafólkunum fara
út at rógva við kajakk, summi
fara at klintra, og summi fara í
fjøllini uttan at taka atlit til
veðrið. Tað eru sovorðni ting,
sum spæla inn, sigur hann.
Hann sigur, at talið av bjarg
ingum ikki bara er vaksandi í
sambandi
við
útlendingar,
men eisini við føroyingum, ið
eru komnir í neyð í føroysku
náttúruni.
Fyrireika seg til
ferðamannaskip
MRCC tekur ikki beinleiðis
atlit til vaksandi ferðafólkavinn
una í sínum virksemi. Men
nakað av eyka virksemi hevur
verið umborð á ferðamanna
skipum.
- Vit hava gjørt meira burtur
úr, enn vit gjørdu fyrr. Vit
hava eitt nú verið og vitjað
nøkur ferðamannaskip, og so
hava vit roynt altíð at verið
tilvitaðir um, hvussu nógv fólk
eru umborð, og nær og hvar
tey ymsu skipini vitja í Føroy
um, sigur Edvard Bjarnason.
- Tað er ein potentiellur
vandi, at eitt ferðamannaskip
kemur í eina neyðstøðu. Um
okkurt verður galið við einum
ferðamannaskipi, so verður
tað so sera ógvusligt. Tað fer
forbí tað, sum tann vanliga til
búgvingin er gearað til, sigur
deildarleiðarin í MRCC Tórs
havn.
68 ferðir
síðan 2014
Her er eitt yvirlit
av, hvussu ofta
bjargingartænastan
hjá MRCC er
tilkallað í sambandi
við ferðafólk, sum
eru komin illa fyri í
føroyskunáttúruni
seinastu árini
2014 : 9 hendingar
2015 : 10 hendingar
2016 : 13 hendingar
2017 : 8 hendingar
2018 : 14 hendingar
2019 : 14 hendingar
MRCC: