mánadagur 21. oktober 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. oktober · Nr. 121
TÍÐINDI
sum eg treivst í. Tá ið eg aftur
fekk áheitan, var mítt nei eitt
sindur meira drálandi. Tá ið eg
triðju ferð fekk áheitan, valdi
eg at søkja, sigur Hedvig West
erlund-Kapnas.
Og hon fekk starvið.
Eitt av børnunum býr og
Føroyum, meðan tvey búgva í
Danmark. Heima hjá teimum
er tó í Føroyum.
Háskúlin ovurstóran
týdning á
mentanarpallinum
Føroya Fólkaháskúli er ikki
ókendur fyri Hedvig, nú hon
byrjaði sum stjóri har 1. okto
ber.
– Fyri nógvum árum síðani,
tá ið Rói Patursson var stjóri á
Háskúlanum, so undirvísti eg
á einum skeiði í leiklist bara
nakrar fáar tímar. Eg havi
eisini verið inni á skúlanum, tá
ið tann stóra norðurlendska
leiklistarstevnan
var,
sigur
Hedvig Westerlund-Kapnas.
– Tað stóra er eisini, at sjálvt
um skúlin er lítil, so hevur
hann ovurstóran týdning á
mentanarpallinum. Tað ber
ikki til at búgva 20 ár í Føroy
um og ikki hava samband við
Føroya Fólkaháskúla. Tá ið eg
undirvísti í Sjónleikarahúsin
um, komu bólkar regluliga frá
Háskúlanum og eisini onnur
ung
frá
listaumhvørvinum.
Tað kennist, sum at Háskúlin
er ein so samantvunnin partur
av mentanarlívinum, sigur hon.
Royna nýggj hugskot
Á heystskeiðnum á Háskúlan
um ganga í løtuni 17 næmingar.
Á hesum skeiðnum eru bara
føroyingar, øll undir 30. Onk
untíð eri eisini útlendingar á
skeiðnum.
– Vit hava ein ágrýtnan
næmingahóp, sum eisini dugir
nógv. Eg eri nýggj og havi nógv
at seta meg inn í, men vit hava
eisini nógv dugnalig starvs
fólk. Eg vil eisini lurta eftir øll
um teimum hugskotum, sum
starvsfólkini og tey ungu, sum
ganga á skúlanum, hava, sigur
Hedvig Westerlund-Kapnas.
Heystskeiðið varir fram til
jóla, men eftir jól eru nógv
styttri skeið av ymiskum slag.
Háskúlin lýsir í løtuni eftir
uppskotum til skeið at hava til
várs.
– Vit halda fast í teimum
góðu siðbundnu skeiðunum,
sum til dømis familjuskeiði og
pensjónistaskeiði, men vit vilja
eisini fáa nýggj hugskot. Tað
skal eisini vera pláss at royna
nýtt. Sumt fer møguliga at
rigga væl, meðan annað kiksar.
Men tað skal vera pláss fyri tí,
sigur hon.
Føroya Fólkaháskúli hevur
sum endamál at menna før
oyskt
mál,
siðmenning
og
mentan. Til várs verður serliga
lagdur dentur á list og mentan.
Málbólkarnir eru ung, vaksin,
familjur og pensjónistar.
Umframt innihaldið í ger
andisdegnum á Háskúlanum,
so hevur nýggi háskúlastjórin
eisini nógv at hyggja til við
víkjandi fígging og bygningun
um hjá Háskúlanum. Í løtuni
verður dreingjagongin á Há
skúlanum høvuðsumvæld, og
hon vónar at fáa fígging til eis
ini at høvuðsumvæla gentu
gongina.
Gott við fleiri háskúlum
Síðstu tíðina eru fleiri nýggir
háskúlar komnir í Føroyum,
og tað gleðist hon um.
– Vit eru í tí hepnu støðu, at
tað eru fýra háskúlar í Før
oyum. Tað er Húsarhaldsskúlin,
Mold & Mentanarháskúlin og
Ítróttarháskúlin og vit. Hetta
gevur okkum møguleikar. Tað
er ikki neyðugt hjá okkum at
gera alt. Tey eru góð til nøkur
ting, meðan vit skulu vera góð
til tað, ið vit eru góð til. Vit
hava okkara viðføri, og tað er
gott. Men mentan er livandi –
eg lærdi á einum skeiði, at tað
er feskvøra, sigur hon.
Ynskir samstarv við
hinar háskúlarnar
Er kapping millum háskúlarn
ar í Føroyum?
– Nei, eg síggi tað ikki sum
kapping millum háskúlarnar.
Tvørturímóti, eg vil leggja upp
til samstarv. Eg ætli at møta
hinum háskúlunum, men vit
hava ikki havt okkara fyrsta
felags fund enn. Eg haldi, at
tað er ein vilji millum allar há
skúlarnar at samstarva, sigur
hon.
Hon vísir á, at tað er ikki
neyðugt hjá føroyingum at
fara av landinum á háskúla.
Men um onkur ynskir okkurt
heilt serligt, so kann viðkom
andi ganga á einum av háskúl
unum í Føroyum fyrst, og so
fara víðari.
Fyrsta kvinna
Í 120 ára gomlu søguni hjá Før
oya Fólkaháskúla, er Hedvig
Westerlund-Kapnas
fyrsta
kvinna í stjórastólinum og
fyrsti persónur, ið ikki hevur
føroyskar røtur.
– Øll tey, ið hava sitið undan
mær, hava verið mentanarber
andi føroyskir menn. Tíðin er
broytt, og tað fær næstan ikki
verið øðrvísi. Vit eru ikki har,
sum vit vóru fyri 20 árum
síðani. Eg vóni ikki, at stýrið
hevur sett meg, bara tí at eg eri
ein kvinna. Men at tað nú er
ein kvinna, tá ið tað hava verið
so nógvir menn frammanund
an, tað er púra logiskt, sigur
hon.
Nýggi
háskúlastjórin
er
settur fyri fimm ár. Tá ið eg
spyrji, hvussu tað fer at síggj
ast, at ein kvinna nú er í stjóra
stólinum, sigur hon:
– Spyr meg aftur um fimm
ár.
Góðska í hásæti
Hon vísir á, at hon eisini hevur
eitt risastórt netverk, og at
hon møguliga fer at fáa fólk
hendavegin at undirvísa og
hava skeið, sum eru dugnalig
innan sítt øki.
– Tað týdningarmesta er, at
góðskan er í hásæti. Tað er
týdningarmikið fyri eitt lítið
land sum Føroyar, at bæði tey,
ið duga nakað her, sleppa at
geva víðari av tí, men tað er
eisini týdningarmikið at fáa
íblástur uttanífrá. Eg vóni, at
skúlin um fimm ár livir væl og
er aktuellur á mentanarpallin
um. Tá vóni eg eisini, at vit
hava fleiri næmingar. Eg kundi
eisini hugsa mær, at skeiðini
alt meira snúgva seg um ment
an og list, sigur nýggi háskúla
stjórin.
AR-
Á