mánadagur 21. oktober 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. oktober · Nr. 121
TÍÐINDI
– Eg vóni, at skeiðini á Háskúlanum í framtíðini fara at
snúgva seg meira um mentan og list, tí tað er einki tilboð í
Føroyum innan hetta økið – í hvussu er ikki innan myndlist.
Tað er kvøldskúli og einki annað, sigur Hedvig Westerlund-
Kapnas, nýggjur stjóri á Føroya Fólkaháskúla í Havn
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Nýggi háskúlastjórin, ið er
uppvaksin í Finnlandi, men
hevur búð í Føroyum í 23 ár
tilsamans, hevur fleiri visjónir,
nú hon hevur sitið í tríggjar
vikur í stjórastólinum. Hon
vónar millum annað at fáa
brúkt umstøðurnar á skúlan
um enn betur enn tær verða
nýttar í dag.
– Eg hugsi ikki, at vit skulu
vera ein yrkisskúli, men vit
hava sera góðar umstøður, tá
ið talan er um atelierpláss, at
tekna í Hansastovu, og at ar
beiða við leir- og glaslist. Eg
vóni, at vit fáa nýtt hesar
møguleikarnar enn betur, enn
vit gera í dag, sigur Hedvig
Westerlund-Kapnas.
Respektera siðaarvin uttan
at vera gammeldags
Hon leggur eisini dent á
siðbundna mentanina.
– Eg vóni og havi sett mær
fyri, at tá ið ein kemur inn her
um fimm ár, so ber væl til at
respektera siðaarvin uttan at
vera gammeldags. Hamferð og
Týr eru dømi um hetta, tí teir
brúka gamlar sagnir og søgur
og geva teimum nýtt lív fyri
tey, sum eru ung í dag. Hetta er
plássið hjá Háskúlanum. Eitt
pláss, sum er opið fyri øllum.
Hvussu vit gera og skipa tað,
veit eg ikki enn, men eingin er
ov fínur ella ófínur at koma á
gátt og fáa okkurt virðismikið
burturúr – sum ikki er pen
ingaligt, sigur Hedvig Wester
lund-Kapnas.
Lýsing í finskum blaði
leiddi til Føroya
Nýggi háskúlastjórin byrjaði í
starvinum 1. oktober. Hon út
landsættað, men væl inni í
føroyskum viðurskiftum.
– Eg og maðurin og okkara
trý børn komu fyrstu ferð til
Føroya í 1994. Tað er ein stuttlig
søga, sigur hon.
Maður hennara æt Nikolaos
Kapnas og var grikki. Tey búðu
í Belgia og vóru virkin innan
mentan og list, hon innan sjón
leikin og hann í radio og sjón
varpssymfoniorkestrinum
í
Brussels.
– Men vit vóru við at keða
okkum. Tað var bara arbeiði,
hús og børn. Vit komu til tað,
at vit máttu gera nakað annað.
Eg fekk Sunnudagsblaðið úr
Finnlandi,
sum
foreldrini
sendu mær. Í blaðnum var ein
lýsing, har Føroya Musikkskúli
lýsti eftir fólki at undirvísa í
musikkskúlanum. Eg hugsaði,
at hetta kunnu vit ikki, men
tað hevði kortini verið stutt
ligt. Sama kvøldið kom maður
in aftur frá arbeiði og segði, at
hann hevði spurt, um hann
kundi fáa farloyvi frá orkestr
inum. Eg segði, at eg hevði
verið á ferðaskrivstovu og
kunna meg um Føroyar. Tað
bleiv til eitt-ára starv veturin
1994-1995, og vit stórtrivust í
Føroyum, sigur Hedvig West
erlund-Kapnas.
Virkin inn mentanarøkið
í Føroyum
Tey avgjørdu longu, tá ið tey
fóru avstað aftur, at um Før
oyar vildu hava tey at koma
aftur innan trý ár, so vóru tey
til reiðar at koma og vildu vera
her, til børnini blivu vaksin.
– Vit komu aftur til Føroyar
í 1998. Eg byrjaði skjótt at und
irvísa í sjónleiki og við verk
ætlanarleiðslu í Norðurlanda
húsinum. Eg fór eisini at lesa
føroyskt á Fróðskaparsetrin
um. Fyri 10 árum síðani skifti
eg tjóðskap, so at eg eri føroy
ingur. Tá bar ikki til at hava
dupultan tjóðskap, men tað
ber til í dag. Tá avgjørdu vit, at
hetta er okkara heim, sigur
Hedvig Westerlund-Kapnas.
Hon starvaðist í fleiri ár í
Norðurlandahúsinum og frá
2008-2016 var hon leiðari fyri
Listaleypin, eitt tiltak við enda
málinum at lata fólkaskúla
næmingar uppliva yrkislist,
sum Mentamálaráðið, komm
unurnar og Norðurlandahúsið
samfíggjaðu. Í nevnda tíðar
skeiðinum var hon eisini verk
ætlanarleiðari í Norðurlanda
húsinum og stovnaði í hesum
starvi Barnafestivalin, ung
dómslistastevnuna Ung í Før
oyum
(saman
við
Rakel
Helmsdal) og Altjóða frásøgu
dag í Norðurlandahúsinum.
Hedvig Westerlund-Kapnas
gjørdist einkja í 2015, tá ið mað
urin doyði av krabbameini.
Hon fekk tilboð um at fara
til tað, sum svarar til Norður
landahúsið í Finnlandi, Nord
isk kulturkontakt í Helsinki.
Hon var toymissamskipari í
arbeiðinum at halda norður
lendska samstarvið sjónligt á
mentanarpallinum.
Segði nei í fyrsta umfari
– Eg visti, at eg skuldi koma
aftur til Føroya. Spurningurin
var bara nær og til hvat.
Tá ið lýst varð eftir nýggjum
stjóra til Háskúlan, helt hon
ikki, at hon skuldi søkja.
– Eg fekk áheitan frá vinum
um at søkja starvið. Men eg
segði nei. Eg hevði gott arbeiði,
FLEIRI MENTANA
OG LISTATILBOÐ Á
HÁSKÚLANUM
Hedvig Westerlund-Kapnas, ið er uppvaksin í Finnlandi, er nýggjur stjóri á Føroya Fólkaháskúla
Mynd: Álvur Haraldsen
Nýggi háskúlastjórin: