Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. oktober · Nr. 121 Morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju Tekst og Myndir: Dávur Winther Í meir enn 4 ár hevur verið sungið morgunsangur í Fugla­ fjarð­ar kirkju aðru hvørja viku. Tað var presturin, Anne Mette Greve Klemensen, sum tók stig til hesa hugnaløtu í kirkj­uni - kl. 10 á morgni. Talan er um eini 20 min, har tú fært eitt gott orð við á vegnum og eini fýra sálmar verða sungnir úr sálmabókini. Síðani verður boðið til ein góðan drekkamunn í kirkju­ kjall­aranum, sum er hunaligur við góðari kirkjulist. So henda løtan tekur undir ein­um tíma við góðum sangi, einum orði og einum góðum drekka­munni. Fyri kl. 11 varð løtan liðug, og tú kundi fara aftur til dagsins gerning av góð­um huga. Í dag vóru um 40 fólk í góð­ veðrinum í kirkju og nógv prát var sjálvandi eisini á skrá. Henda hugnalig morgunløta, sum er 14. hvønn dag, er at kallað alt árið bert avbrotin av jól­unum og í summar­steðg­in­ um. Anne Mette, prestur, sum er nógv avhildin, er eisini virkin í tónleika- og kórlívi og tosar ræði føroyskt, tó at hon er ættað úr Danmark. Hon tók við starvinum sum sóknar­ prest­ur í Fuglafjarðar presta­ gjaldi í januar 2011 eftir Una Næs – nú prósti, sum tá hevði starv­ast í Fuglafirði, sum sókn­ ar­prestur í 10 ár.