mánadagur 21. oktober 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 21. oktober 2019 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eivin H.
Jacobsen
So
verður
enn
einaferð
skaptur
óstabilitetur
og
ótryggleiki í okkara høvuðs
vinnu, fiskivinnuni - pol
itiski sjónleikurin heldur
fram. Hesaferð slær polit
iska pendulið heilt aftur til
fiskivinnulóggávuna
frá
1994/1996, og hesaferð skal
lóggávan gerast á ein slík
an hátt, at ikki vendist aft
ur til at broyta bulin í fisk
ivinnuskipanini,
nevnliga
umsitingina av fiskiveiði
loyvunum og hvussu hesi
veiðiloyvi kunnu býtast út
til nøkur fá samtøk og fisk
ifør. Vanlukkuliga, so verður
nú lagt upp til eina privat
isering av fiskivinnuni og
tess milliarda virðum og sum
er ogn Føroya fólks
Eftir at hava hugt sam
gonguskjalið í gjøgnum um
fiskivinnumál og hoyrt, hvat
er komið fram alment í fjøl
miðlunum, so eru ein røð av
týdningarmiklum viðurskift
um, sum als ikki eru við ella
sum eru sera ógreið í einari
komandi fiskivinnulóggávu.
Tað vísir seg eisini, at
søgan endurtekur seg við
at skunda hetta lógarverkið
um sjófeingi í gjøgnum, eins
og gjørt varð við forskatt
ingini av pensjónum - hetta
skulu skundast ígjøgnum,
soleiðis at fólk hvørki vistu,
hvat hetta handlaði um í
veruleikanum ella skuldu
kunna seta spurningartekin
við, hvat hendi.
Tikin verða her nøkur
týðandi dømi úr rúgvuni um
fyriliggjandi politisku ætlan
ir á fiskivinnuøkinum.
Uppsagnartíðin er sett til
10 ár frá verandi 8 árum, og
nú verður talan um rullandi
loyvi, t.v.s. tú fær eitt loyvi og
síðan kanst tú eftir 7-8 árum
søkja um at fáa loyvi longt -
og tað verður mest sum ein
avgreiðsluspurningur um at
halda fram rullandi í 10 ár
ágangin.
Tað er heldur ikki ná
greinað, nær og í hvørjum
føri rættindi til fiskiskap
kunnu takast aftur uttan at
landið skal rinda endurgjald.
Menningarkvotur og upp
boðssøla verða nú koyrd í ein
pott og helvtin av øllum luta
út sum varandi loyvir og til
verandi stóru aktørar.
Í núverandi skipan og við
verandi nøgdum til menn
ingarkvotur og uppboðssølu,
ber til hjá nýggjum aktørum
at royna seg í fiskivinnuni,
herundir tilføra innovatión.
Dømini runt um í landinum
eru fleiri, har menn hava
gjørt íløgur í skip og virki
á hesum grundarlag. Við
nýggja uppskotinum um
royndarkvotur
(og
ikki
menningarkvotur og upp
boðssøla)
verður
grund
arlagið tikið undan øllum
hesum, soleiðis at tað, sum
verður eftir av fiskanøgdum
til royndarfiskiskap, er ikki
vert at fara eftir við stór
um íløgum í fiskifør - kann
bara eins væl seljast víðari
til onkran annan, sum longu
hevur fiskifar. Harvið fáa vit
aftur eina lukkaða fiskivinn
uskipan, har ongir nýggir
aktørar nakrantíð sleppa
framat, men heldur at teir
somu
stóru
aktørararnir
í skipanini fara at handla
innanhýsis.
Í verandi lóggávu verður
nógv gjørt burturúr at hava
eitt endamál við fiskivinnu
lóggávuni, eitt nú um bú
skaparliga-, lívfrøðiliga og
sosiala burðardygd (týdning
fyri marknaðin at vita), um
at skapa vinnuligt virksemi
kring alt landið o.a. Hetta
verður eftir øllum at døma
lítil og ongin dentur lagdur á.
Tað hongur eisini í leysari
luft, hvussu tilfeingisgjøld
skulu ásetast, og skatting
av sølu av veiðiloyvum er
heldur ikki avgjørd. Spurn
ingurin er eisini, hvat lands
kassin fer at missa í inntøk
um, nú uppboðssølan verður
avtikin - hvussu skal hetta
kompenserast við tilfeing
isgjøldum o.a. Hetta verður
gjørt samstundis sum sam
gongan vil hava Føroyar til
eitt samfelag í serflokki -
hvar skulu nú pengarnar til
hetta koma frá?
Samanumtikið kann sig
ast, at við ætlanunum á fisk
ivinnuøkinum, verður lagt
upp til, at fiskivinnulóggáv
an verður rullað umleið 25 ár
aftur í tíðina og at brúksrætt
indi nú gerast ognarrættindi.
Hendir tað, er talan um eina
vanlukku við Føroyar og
komandi ættarlið. Vandin
er, at tað verða útlendingar
saman við nøkrum fáum før
oyskum strámonnum, sum
koma at sita eftir við allari
fiskivinnuni.
Virðini skulu nú býtast og
avhendast til nøkur heilt fá
ella 4 samtøk ella umleið 20
persónar, sum eiga umleið
90% av uppsjóvarrættindi
num í dag, millarda virðir -
hetta er nakað, sum skríggj
ar til himmals av órættvísi
og skapar varandi splid í
samfelagnum.
Vónandi er onkur í sam
gonguni, sum er við at vakna
og kann síggja katastrofalu
avleiðingarnar av at lata
Fólkaflokkin sleppa at um
sita fiskivinnumál og fíggj
armál, við tí innihaldi, sum
teir nú her leggja upp til.
Gott um onkur er í sam
gonguni, sum kann benda
fyriliggjandi ætlanir inn á at
brúka vit og skil.
Sum formaðurin í Fólka
flokkinum segði við meg, áð
renn løgtingsvalið: Tit kunnu
eiga løgmann, bara vit fáa
politikkin.
KJAK
Fólksins sjófeingi umsitast
rættvíst og við viti og skili
Vónandi er onkur í sam
gonguni, sum er við at vakna
og kann síggja katastrofalu
avleiðingarnar av at lata
Fólkaflokkin sleppa at umsita
fiskivinnumál og fíggjarmál,
við tí innihaldi, sum teir nú
her leggja upp til«
Sum for
maðurin í
Fólkaflokki
num segði við
meg, áðrenn
løgtingsvalið:
Tit kunnu
eiga løgmann,
bara vit fáa
politikkin«
og sendi hann til útheimin
2020
Tel. 34 18 00 ∙ bokhald@sos.fo
Umbiðið
kalendarin nú