Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. oktober 2019 · Nr. 121 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal SMS-deildin: H71 ósigrað – men enn vantar Kyndil Kappingarleisturin í SMS- deildini er í ár hin sami sum í Okkaradeildini. Tað merkir at 18 dystir verða leiktir í grund­ spælinum, har fýra tey ovastu liðini spæla hálvfinalur í vár. Eftir fimm av teimum 18 dyst­ unum, hevur H71 vunnið allar. Lykla­dysturin var í øðrum um­ fari ímóti VÍF, har H71 vann 28- 27 í Vestmanna. Marita Morten­ sen er stór hóttan, Annika Fríð­heim Petersen er ein hin besti málverjin í landinum, og Maria Halsdóttir Weyhe leggur bóltarnar júst hvar teir skulu – um tað so er í málið, til Duritu Toftum ella aðrar fríðar við­leikarar. Um hetta mundið í fjør rósti Ítrottarsosialurin H71 fyri júst tað sama. Tá vóru hoyvíkskvinnur eisini ósigraðar, men fingu trupult at finna sigrar eftir jól. Kom­andi sunnudag fáa vit eina av­ger­ andi ábending um hvussu langt H71 kann bera seg í ár. Tá vitjar Kyndil í Hoyvík. VÍF er á veg – Stór roynd mikukvøldið VÍF hevði tað tungt fyrstu vik­ur­nar. Nógvir leikarar eru givnir í mun til í fjør, og tað tóktist trupult at manna liðið, ið kom í trupulleikar í Vági í fyrs­ta dystinum og tapti tepurt ímóti H71 í øðrum um­ fari. Men síðani er batnað. Stjørn­an, StÍF og Neistin góvu ikki vestmannakvinnum trupulleikar, og nú verður áhuga­vert at síggja hvat hvíld­ in merkir fyri VÍF, ið ikki hevur spælt síðani 6. oktober. Miku­kvøldið bjóðar Kyndil av í Vestmanna, og tá fæst at vita um bakkarnir hjá VÍF eru í rætta lagnum. Durita C. Jojic stríddist við skaða seinast vit sóu hana á vøllinum, og tað er umráðandi at hon verður til reiðar. Saman við Agnas Olsen og Liljuni Müller hevur VÍF framvegis bestu bakk-ketuna í landinum – ein keta, ið hevur tørv á øllum trimum liðum bæði í álopi og verju. Stór vika hjá Kyndli Um eina viku vita vit meira um Kyndil. Føroyameistararnir byrj­aði kappingarárið við at hitta tey fýra niðaru liðini, og vit høvdu helst væntað at Kyndil fór at vera ósigrað áðr­ enn hesa vikuna. Og tað eru tær grønu sera ónøgdar við at tær ikki eru. Kyndil vann á Neista­num uttan at spíla seg út, áðrenn StÍF fekk oyrini í grønu skjótálopsmaskinuna. Tað væntaðu øll at Stjørnan eisini fór at fáa, men so var ikki. Kyndil fóru úr Klaks­vík við 18- 17 tapið fyri tveim­um vikum síðani, og hetta skakaði helst bæði stoltleikan og favoritt­ leiklutin hjá Føroya­meistar­ unum. Liðið reisti seg aftur við knúsandi stórsigri á VB og nú eru oddaliðini á skránni. Eingin hevur skotið fleiri enn 18 mál ímóti Kyndli enn, so bæði VÍF mikukvøldið og H71 sunnudagin eru ávaraði um, at kyndilsverjan og Jovana Stranjanac halda fram í ár. Og sleppur Turið Arge Samuel­sen í skjótálopini verða Føroya­ meistar­arnir oddalið um eina viku. Neistin skal verja fjórða plássið Eitt ungt neistalið hevur havt tað trupult í álopinum, men kann fegnast um at hava sýnt heilt góð verjuavrik. 22 mál ígjøgn­um ímóti H71, 21 ímóti Kyndil og 25 ímóti VÍF man ikki vera so galið, og Maja Dragobu­ j­lov­ic í málinum fer allarhelst at avgera dystir sum kappingin líð­ur. Nú snýr tað seg um at fáa glið á álopið. Tað sá gott út ímóti Stjørnuni týskvøldið, tá ið skjótálop løgdu lunnar undir greiðan sigur. Skothóttanin úr fjarstøðu vantar tó, og nýggi bakk­urin, Ana Blagojevic, hevur ikki víst seg fram enn. Neist­in er favorittur til fjórða pláss­ið, og kann vóna at hava bygt eitt fullfíggjað álop upp, tá ið hálvfinalurnar nærkast – men tey niðastu trý hótta eisini. Hvussu langt kunnu tær japansku í StÍF røkka? StÍF hevur myndað botnin í SMS-deildini í fleiri ár. Eftir tvey ár uttan ein einasta sigur brag­daði í fyrsta dystinum ímóti Stjørnuni og sunnudagin vunnu strandakvinnur seg upp á fýra stig, við at vinna greiðan sigur á VB. Stóra søgan á Strond­um í ár hevur verið tær tríggj­ar japansku kvinnurnar, ið spæla við StÍF í ár. Vantandi leikaraloyvir gjørdu, at tað bert var Yuika Kurimoto, ið slapp at spæla fyrstu dystirnar, men seinastu tveir dystirnar hevur Haruka Gima eisini spælt – og hon hevur víst seg sera væl fram. Báðar spæla bakkar, og tær eru allarbest tá ið tær spæla sínámillum í álopinum. Tá ið tær – møguliga saman við Mao Otani, ið vit ikki hava sæð á vøllinum enn – hava funnið betri samanspæl við hinar á StÍF-liðnum, kunnu stranda­ kvinn­ur fara at spæla sera spenn­andi hondbólt. Møguliga longu ímóti Neistanum næsta sunnudag. Stjørnan skal finna støðið At Stjørnan hevur tvey stig eftir fimm dystir er ikki heilt óvænt­að – men at tey stigini skuldu koma ímóti Kyndli var púrasta óvæntað. Stjørnan fekk eina ræðuliga byrjan við at tapa á heimavølli ímóti StÍF í fyrsta dystinum. Tá høvdu miðlarnir hug at avskriva Stjørnu­na, men sigurin á Kyndli broytti alt, og tá vildu vit rópa klaksvíkskvinnur fyri hálv­finalubiðlar. Týskvøldið máttu vit ásannað, at Stjørnan ikki fekk hótt Neistan, og tað er helst søgan um Stjørnuna. Spælið er ov óstøðugt. Liðið hevur ávísar profilar, har serliga Mina L. Sirdal er ein sera spenn­andi leikara, men okkurt vantar í, og venjarin hevur ein stóra avbjóðing við at finna besta spælið fram oftari. Eitt fjórða pláss er als ikki ógjørligt, men sigrarnir skulu á borðið. Helst longu sunnudagin, tá ið VB tekur ímóti. VB má hava tol VB ætlar sær sín fyrsta sigur næsta sunnudag, tá ið Stjørnan vitjar í Vági. Men VB ætlaði sær eisini sigurin í gjár, tá ið StÍF kom suður at bjóða av. Stranda­ kvinnur fóru norður við 27-20 sigri og VB sat eftir við stórum vónbrotið. Tað verður tungt hjá VB í ár um hetta verður gongdin. Sigrarnir skulu helst Fyrsti triðingur av grundspælinum í Okkaradeildini er leiktur og H71 og StÍF hava fingið bestu úrslitini. Somu feløgini kunnu eisini vera nøgd í SMS-deildini, nú Ítrottarsosialurin metir um fyrstu seks vikurnar av kappingarárinum HONDBÓLTUR HOYVÍKINGAR OG STRANDINGAR BEST FRÁ BYRJAN Peter Krogh hevur verið flúgvandi fyri H71 fyrstu seks vikurnar Filip Jojic hevur bumbað málini inn fyri VÍF og heldur vestmenningar í kappingini