Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. oktober 2019 · Nr. 121 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 koma á heimavølli ímóti StÍF og Stjørnuni, og um tað ikki eydnast næsta sunnudag, er trupult at síggja VB fáa nakað stig hesumegin jólini. Tað er umráðandi at VB hevur tol til at stigvíst førka støðið uppeftir. Ein sigur hevði sjálvandi hjálpt hesum hugi væl.Okkaradeildin: Okkaradeildin: H71 hevur ikki bergtikið okkum enn Føroya­meistararnir úr H71 liggja á fremsta plássið í Okkara­deildini, men enn munnu batar verða eftir. H71 hevur vunnið fimm dystir uttan at spíla seg út, men tapti í Kolla­firði fyri tveimum vikum síðani. Spurningurin er hvat hoyvíkingar sjálvir hugsa, men miðlar­nir høvdu væntað, at H71 fór at vera ósigrað eftir fyrstu seks dystirnar – og vunnið fleiri sigrar sum tann á StÍF, har H71 vann 31-17. Breiddin á liðnum er ovurstór, og hoyvíkingar kun­ nu røkka toppstøðinum tá ið Hilmar Leon Jakobsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu eru til reiðar at hjálpa Peteri Krogh, ið hevur verið púrasta flúgvandi fyrstu seks vikurnar. StÍF er sólskinssøgan Tað er altíð hugaligt tá ið eitt óvæntað lið bjóðar av, og tað hevur StÍF gjørt. Eingin nevndi strandingar ímill­um favoritt­ arnar áðrenn kapp­ingar­byrjan, men nú ræðast mótstøðuliðini at fara inn á Skála. Strandingar hava sett sær fyri at renna kapp við hini, og við eini stórari breidd tykjast teir at vera førir fyri at halda ferðini allan dyst­ in. Tað er vágamikið, og tað gekk galið ímóti H71, ið dugdi hetta betri. Men hetta var góður læripeningi, og skjótu álops­bylgjurnar halda fram at skola, tá ið Sveinur Justinussen og Jóannes Prestá leggja tunga trýstið, og serliga Pætur Johan­ sen loypur ígjøgnum minstu holini í verjugarðinum. Skaðar spiltu fremsta plássið hjá KÍF Rættiliga nógv var væntað av KÍF, ið bert hevði mist eitt stig eftir fyrstu fimm vikur­ nar. Men eitt skert lið fall fyrst fyri Kyndli fyri viku síðani og síðani fyri StÍF í Kolla­ firði hóskvøldið. Øll lið eru viðbrekin fyri skaðum, og tá ið so stórir profilar sum Hans Eli Sigurbjørnsson vanta í, gerst støðan sjálvandi trupul. KÍF spælir aftur um tvær vikur, og vónin er at Rúni Joensen og Hans Eli Sigurbjørnsson verða til reiðar tá. Týskvøldið var øll ábyrgdin løgd á Nicklas Selvig, og tað kundi eisini eydnast við meira hepni, tí KÍF hevur breiðan hóp – so breiðan hóp at vit vænta at KÍF spælir minst eina finalu hetta kappingarárið. Nicholas og teir ungu halda lívið í Neistanum. Seks stig fyri seks dystir er ikki tað, ið Neistin hevði vónað fyri fyrsta triðingin. Sigurin var í hondum ímóti bæði KÍF og VÍF, men tað gjørdist javnleikur í báð­um førum. Felags fyri báðar hes­ar dystir var, at Neistin tók leiðslu­na hjá mótstøðuliðnum aftur, og koppaði dystunum. Lykilin kann tykjast einfaldur: Nicholas Satchwell. Føroyski lands­liðs­málverjin er í topp­ formi, og hann hevur verið teim­um bláu kærur, tá ið lið­ ið hevur verið uttan eitt nú Trónd Kragesteen, ið hevur brotið armin. Harafturat hevur Finnur Hansson framvegis ikki verið á vøllinum, og spurn­ ingurin er, um Neistin ikki skal lokka hjálparvenjaran, David Edvardsen, at taka okkurt tørn í álopinum eisini. Ikki tí – Neistin hevur nógv at skjóta við í álopinum. Teir báðir 18 ára gomlu – Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen eru í ferð við at staðfesta seg sum nakrar av fremstu leikarunum í Føroyum, og tað er púrasta uppi­borið at Tróndur Mikkel­sen er úttikin til landsliðsvenjing hesa vikuna. Filip bumbar VÍF við í stríðið VÍF var sólskinssøgan farna kapp­ingarár, har tað kortini ikki eydnaðist at røkka long­ ur enn hálvfinalurnar. Fleiri leikarar máttu takka fyri seg hetta kappingarárið, men fram­vegis eru profilar eftir. Í máli­num kann Mladen Mjeri­ macka framvegis avgera dystir aftanfyri áræsnu og ágangandi 3-2-1 verjuni. Tá ið bólturin er vunnin gevur Andrias Eriksen ikki mótstøðuni eina løtu frið, og Sjúrður Olsen er í ferð við at lyfta familjuarvin sum spæl­skipari. Og so er tað Filip Jojic. Toppskjúttin í Føroyum sein­astu átta árini er ikki til at steðga. Eitt nú skjýtur hann 16 mál ímóti StÍF í 31-31 javnleiki, níggju mál ímóti Neistanum vikuna eftir, har mansverja av stór­skjúttanum var við til at vinna Neistanum javnleik, og so 11 mál sunnudagin í týðandi sigrinum á Kyndli. Kyndil skal betra seg Kyndil hevur havt seks buldras­ lig­ar vikur. Eftir tríggjar ósigrar tók Høgni Klein við sum venj­ ari, og byrjaði við knúsandi stór­sigri á Team Klaksvík. Síðani prógvaði Kyndil seg av álvara við at vinna á KÍF, men sunnudagin komu teir grønu niður á jørðina aftur, tá ið Filip Jojic og VÍF vunnu greið­an sigur í Vestmanna. Kyndil segði í summar farvæl við fleiri leikarar, og saknurin í serliga Bartali Klein Olsen og Davidi Edvardsen er stórur. Tað tykist sum at nýggi høgri bakk­urin, Anders Risdal, kann lyfta nakað av missinum, men hann hevur enn okkurt eftir at prógva, samstundis sum Kyndil kanska skal royna at finna nýggjar hættir at fáa Rógva Dal Christian­sen í spæl. Til tað tíð kann Tórður Guttesen halda Kyndil í stríðnum við sínum bjarginum. Team Klaksvík hevur langa leið upp Aftanfyri tey seks liðini, ið kapp­ast um hálvfinalurnar, ligg­ur Team Klaksvík uttan feril­in av stigum. Besta úrslitið hjá klaksvíkingum var ein ósigur upp á fýra mál ímóti StÍF, og tað er trupult at ímynda sær at Team Klaksvík kem­ur nærri enn hetta. Í miðal skor­ar Team Klaksvík 21 mál og letur 34 mál inn. Tað er ein ovur­stórur munur, sum kann tykjast ógjørligur at tetta. Ser­ liga tá ið hópurin er smalur og liðið ikki fær tað besta burtur úr profilum sum Sámal á Tjaldra­fløtti. Hini liðini eru snøgt sagt bara betri í breidd og leikferð. Tað krevur eitt stórt tak um Team Klaksvík skal fáa stig í grundspælinum í ár – ikki minst sálarliga eftir at liðið hevur fingið alsamt størri avsmurningar seinastu vikur­ nar. HONDBÓLTUR SMS-deildin støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 5 152 119 33 10 2 VÍF 5 147 110 37 8 3 Kyndil 4 112 67 45 6 4 Neistin 5 117 111 6 4 5 StÍF 5 109 153 -44 4 6 Stjørnan 5 110 136 -26 2 7 VB 5 103 154 -51 0 Okkaradeildin støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 6 181 140 41 10 2 StÍF 6 166 162 4 9 3 KÍF 6 174 153 21 7 4 Neistin 6 157 148 9 6 5 VÍF 6 164 155 9 6 6 Kyndil 6 154 160 -6 4 7 Team Klaksvík 6 126 204 -78 0 Úrslit í vikuni: Neistin – Team Klaksvík 28-18 KÍF – StÍF 23-24 VÍF – Kyndil 29-23 H71 – Team Klaksvík 40-21 Úrslit í vikuni: Neistin – Stjørnan 32-24 VB – H71 25-33 H71 – Stjørnan 33-23 VB – StÍF 20-27 Turið Arge Samuelsen og Kyndil spæla tveir toppdystir í komandi viku. Seinasta vikuskiftið skoraði vongurin 16 mál ímóti VB Marita Mortensen og H71 hava fult stigatal eftir fimm dystir