Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. oktober 2019 · Nr. 121 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR 1. DEILD: Felags fyri B68, B71 og 07 Vestur er tað, at feløgini halda seg eiga framtíð í fremstu deildini HØGNI HEVUR IKKI LAGT KONGIN Jóannes Hansen Tað var um reppið, at tað leygar­kvøldið varð avgjørt, at KÍ varð vinnari av næstbestu deildini í 2019. Hóskvøldið vunnu klaksvíkingar fyri aðru ferð í ár 9-1 á heimavølli. Fyrra ferðin var 6. apríl, tá ið B71 legði rygg til sovorðið stórtap í Klaksvík, og hóskvøldið noyddist næstbesta liðið hjá EB/Streymi úr Klaksvík við 9-1 tapi. Undan hesum umfarinum høvdu Víkingur og NSÍ møguleika at taka oddasessin frá KÍ. Undan síðsta umfari er tað bara Víkingur, sum kappast við klaksvíkingar um at vinna næstbestu deildina. Næstbesta NSÍ liðið var leygardagin á Skála, har teir næstbestu hjá heimaliðnum tvær ferðir svaraðu aftur, eftir at NSÍ tvær ferðir legði seg framum. Úrslitið á Skála ber við sær, at NSÍ ikki longur hevur møguleika at vinna deildina. Leygarkvøldið vóru teir næstbestu hjá Víkingi í Gundadali. Setningurin var at vinna fulla úrtøku og harvið at varðveita møguleikan at vinna deildina. Setningurin hjá HB var at betra um støðuna í botnstríðnum. Í Klaksvík varð fylgt væl við í gongdini í Gundadali. Um HB vann stig, so hevði KÍ undan síðsta umfari vunnið deildina. Í Gundadali var málleyst, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Dómarin legði fýra minuttir aftrat, og við síðsta sparkinum í Gundadali leygarkvøldið skor­ aði Signar á Brúnni einasta málið. Víkingur vann 1-0, og hetta er fyrsta málið yvirhøvur, at 16 ára gamli Signar á Brúnni hevur skorað í 1. deild. Gullstríðið verður avgjørt fríggja­dagin, tá ið Víkingur eigur heimavøll ímóti Skála, og tá ið KÍ skal spæla á Svanga­ skarði. KÍ hevur 54 stig, og Víkingur hevur 52 stig. Málmunurin hjá KÍ er +37, og hjá Víkingi er hann +22. Árstalsfeløgini droyma stórt Einastu liðini í deildini, sum í ár høvdu møguleika at vinna uppflyting, vóru 07 Vestur, B68 og B71. B68 og B71 hava ongantíð verið í nánd av at vera við í kapp­ing­ini um at flyta upp. 07 Vestur hekk leingi í, men 4-2 tapið leygardagin ímóti B36 í Gundadali var endalig stað­ festing av, at 07 Vestur eisini í 2020 fer at spæla í næstbestu deildini. B68 var á Sandi, har tað endaði við málleysum javnleiki. Úrs­litið ber við sær, at tað nú er greitt, at B71, sum hevur ligið tungt í sjónum, eisini í 2020 fer at spæla í næstbestu deildini. Síðst í august varð Øssur Hansen settur sum høvuðs­ venjari hjá B68. Hann hevur ábyrgdina av øllum liðunum í felagnum. Málið er at menna spælarar og at vinna B68 aftur í fremstu røð, har felagið eigur trý FM heiti – í 1984, 1985 og 1992. Í B71 ætla teir sær meiri enn bara at kappast fyri at sleppa undan at flyta niður úr næst­ bestu deildini. Á face­boo­k­ vanganum skrivar B71 soleiðis: -Sandoyggin er ikki nakað tilafturskomið økið. Vit eru ikki nakað “charity case”, og vit framleiða ár eftir ár størstu fót­bóltstalentini í landinum. Ung­dómurin hevur verið álitið, og hetta er lykilin til at venda gongdini komandi kappingarár, tá ið vit aftur fara at kappast í 1. deild, og tá verður málið at flyta upp, siga teir í B71 og leggja aftrat, at ætlanin er at fáa teir, sum eru í felagnum, at halda fram, og at fáa aðrar aftrat, sum vilja vera við at arbeiða fyri at røkka málinum í 2020, sum er at flyta upp í bestu deildina. Tað eru 30 ár síðani, at B71 í 1989 – fyrsta árið tá ið felagið var umboðað í bestu deildini – vann FM. Í ár hava fleiri spælar­ar, ið eru uppaldir í B71, spælt í bestu deildini. Eitt nú teir tríggir í HB – Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen og Pætur J. Petersen og B36 málverjin Símun Rógvi Hansen. Endaspælið skal verða betri 07 Vestur var leygardagin á sigurs­kós í Gundadali ímóti teim­um næstbestu hjá B36. 07 Vest­ur var frammanfyri 2-0, áðrenn B36 svaraði aftur og vann 4-2. -Soleiðis hevur tað verið einar fimm ferðir í ár, at vit hava verið frammanfyri við tveim­um málum og kortini ikki vunnið. Kanska hevur tað nakað við tað at gera, at fleiri spælarar hava ikki so nógvar royndir, heldur 07 Vestur lið­ for­maðurin Høgni Egilstoft Niel­sen. Hann greiðir soleiðis frá, tá ið tað verður hugt aftur á árið, sum sá ljóst út, tí 07 Vestur vann sjey av átta teimum fyrstu dystunum: -Tað var eitt sindur av rumbli í summar, tá ið vit mistu fleiri spælarar, og síðani hava úrs­ litini ikki verið nóg góð til upp­flyting. Tað positiva er, at tað síðani bara hava verið lokalir spælarar á liðnum. Teir hava fingið týdningarmiklar royndir, sum vera góðar at hava, tá ið vit næsta ár aftur fara at spæla fyri at flyta upp í bestu deildina. Nú verður eingin flyting millum tvær tær bestu deildir­ nar? -Tað er óheppið fyri kapp­ing­ ina. ÍF varðveitir plássið í bestu deildini, hóast liðið bara hevur vunnið seks stig, og vit mugu ásanna, at vit hava ikki verið nóg góðir at vinna uppflyting, sigur Høgni Egilstoft Nielsen. Dramatikkur í botninum Tað er langt síðani avgjørt, at teir næstbestu hjá EB/Streymi flyta niður úr næstbestu deild­ ini, og tað er avgjørt, at FC Hoy­ vík og teir næstbestu hjá AB næsta ár fara at spæla í næst­ bestu deildini. Spurningurin, sum fram­ vegis er ósvaraður, er, hvat lið skal flyta niður saman við EB/ Streymi. Leygardagin slapp B71 undan hóttanini at flyta niður. Nú kappast trý lið fyri at slep­ pa undan at flyta niður. Tað eru næstbestu liðini hjá Skála, B36 og HB, sum í síðsta umfari øll fara at spæla á útivølli. Um einki av hesum trimum liðunum vinnur stig í síðsta um­fari, so verður tað HB, sum fer at flyta niður. HB hevur 26 stig og skal í síðsta um­fari spæla á útivølli ímóti 07 Vestur. Á pappírinum eigur B36, sum hevur 27 stig, lættastu upp­ gávuna, tí B36 skal spæla á úti­ vølli ímóti EB/Streymi. Skála hevur 28 stig, og skal í síðsta umfari spæla á útivølli ímóti Víkingi, sum kappast við KÍ um at vinna gull. KÍ – EB/Streymur 9-1 (5-0) 1-0: Darius Lewis 2. 2-0: Darius Lewis 11. 3-0: Kristoffur Jakobsen 26. 4-0: Jonn Johannesen 27. 5-0: Kristoffur Jakobsen 45. 6-0: Kristoffur Jakobsen 53. 7-0: Hjalgrím Elttør 57. 8-0: Darius Lewis 62. 8-1: Gutti Dahl-Olsen 88. 9-1: Hjalgrím Elttør 90. EB/Streymur – B36 Skála – NSÍ 2-2 (1-2) 0-1: Pætur Turiðarson Skipanes 23. 1-1: Djóni Petersen 32. 1-2: Atli D. Petersen 39. 2-2: Kristian Martin Jakobsen 84. HB – Víkingur 0-1 (0-0) 0-1: Signar á Brúnni 94. B36 – 07 Vestur 4-2 (1-2) 0-1: Emil Mikkelsen 14. 0-2: Sølvi Egilsson 16. 1-2: Jóhann Hansson Joensen 30. 2-2: Rani í Soylu 53. 3-2: Jóhann Hansson Joensen 70. 4-2: Jákup á Borg 90. B71 – B68 0-0 Máltindurin Clayton Soares B71 15 Andri Benjaminsen NSÍ 13 Darius Lewis KÍ 13 Aksel B. Danielsen KÍ/Skála 12 Hjalgrím Elttør KÍ 10 27. umfar Fríggjadagin 25. oktober EB/Streymur – B36 Víkingur – Skála NSÍ – B71 B68 – KÍ 07 Vestur - HB 1. deild menn støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 KÍ II 26 17 3 6 73 36 +37 54 2 Víkingur II 26 15 7 4 48 26 +22 52 3 NSÍ II 26 15 5 6 58 38 +20 50 4 07 Vestur 26 13 5 8 57 43 +14 44 5 B68 26 9 8 9 43 42 +1 35 6 B71 26 8 6 12 47 62 -15 30 7 Skála II 26 5 13 8 36 44 -8 28 8 B36 II 26 7 6 13 45 53 -8 27 9 HB II 26 7 5 14 35 44 -9 26 10 EB/Streymur II 26 2 6 18 31 85 -54 12