Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. oktober 2019 · Nr. 121 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Hallur Hansson hevur bortið hond­ina í landsdystinum móti Malta á Tórsvølli farna týs­ kvøld. Hann váttar fyri In.fo, at hann nú skal undir skurð og verður helst úti í upp til seks vikur. Ja, eg havi brotið hondina og skal undir skurð mánadagin, og so uttanfyri í seks vikur, sig­ur Hallur Hansson, sum breyt hondina í nærdysti við maltes­ iska verjuspælaran Steve Borg. AC Horsens hevur hildið tað eitt sindur loyniligt, tí liðið skal skuldi spæla móti Hobro og tað var ongin orsøk at fortleja teim­um um støðuna undan dysti­num. AC Horsens vann dystin 1-0. Føroyska landsliðið skal 15. no­vem­bur og 18. novembur spæla móti Norra og Svøríki. Tað er longu um lítlan mánað og tí er ósannlíkt, at hann verður partur av seinastu lands­dyst­unum hjá Lars Olsen og Atla Gregersen. FSF eru í hesum døgum vertir fyri bólki 5 í EM-undan­kapp­ ingini fyri Gentur U17. Sunnu­ dagin var 2. umfar á skránni. Norra vann 5-0 á Aserbadjan, og Slovenia vann 4-0 á Føroyum. Sunnudagin varð 2. umfar í bólki 5 í EM-undankappingini fyri Gentur U17 á skránni. Klokk­an 13:00 fóru Norra og Aserbadjan á vøllin, og longu í fyrra hálvleiki settu norsku genturnar alt upp á pláss. Norra vann 5-0, sum eisini var støðan í steðginum. Seinni dysturin var millum Slovenia og Føroyar, og har gjørdist úrslitið 4-0 til slovenar. Í hálvleikinum var Slovenia á odda við tveimum. - Vit eru sjálvandi ikki nøgd við at tapa, men hetta kennist alíkavæl sum ein lítil uppreisn, í mun til dystin móti Norra. Eg eri ótrúliga væl nøgdur við innsatsin frá okkara gentum, sum veruliga offraðu seg fyri hvørja aðra. - Nú fara vit eftir sigrinum móti Aserbadjan. Tað verður ikki nøkur løtt uppgáva, men vit trúgva upp á, at tað ber til, sigur Øssur Hansen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF. Síðstu dystirnir verða spældir mikudagin klokkan 13:00. Á Ovara vølli í Gundadali hittast Norra og Slovenia, og á Tórsvølli taka okkara gentur ímóti Aserbadjan. Sunnudagin spældu U16- dreingirnir seinasta dystin í UEFA menningarkappingini í Bangladesj. Og við tveimum málum frá Jóhann Højbro, vunnu Føroyar 2-0 á Kam­ bodja. - Vit eru sjálvandi sera fegnir um at vinna seinasta dystin, sum samstundis tryggj­aði okkum 2. plássið í kapp­ingini. Men vit iðra okkum eisini eitt sindur um, at vit ikki fingu meira burtur úr ímóti Bangladesj. - Annars hevur hetta verið ein fantastisk vika, í einum øðr­vísi umhvørvi. Avrikið hjá hesum ungu monnunum hevur verið framúr, og allan túrin hava teir verið fyri­ myndar­ligir. Vit hava lært nógv, og tað hevur verið ótrú­ liga spennandi. Nú gleða vit okkum til eina drúgva heima­ ferð, sigur venjarin, Áki Johan­ sen, við heimasíðuna hjá FSF. Seinastu vikuna hevur føroyska U16-landsliðið við dreingjum tikið lut í UEFA meningarkapping í Dhaka í Bangladesj. Umframt vertslandið og Føroyar, hava Maldivoyggjarnar og Kambodja eisini verið við í kappingini. Seinasti dysturin varð spældur sunnudagin, og við tveimum málum frá Jóhann Højbro seint í dystinum, vunnu Føroyar 2-0 á Kambodja. Í fyrsta umfari vunnu okkara dreingir 10-3 á Maldivoyggjunum, meðan tað í næsta umfari gjørdist til eitt 3-1 tap fyri Bangladesj, sum vann kappingina. Føroyska ferðalagið verður heima aftur seinnapartin mánadagin. Hallur Hansson: U17 Gentur: Føroyski landsliðsspælarin verður helst ikki við til komandi landsdystirnar EG HAVI BROTIÐ HONDINA Taptu 4-0 fyri Slovenia Endaðu við sigri á Kambodja Føroyska U17-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Slovenia - Mynd: Bjarni Enghamar Føroyski U16-hópurin aftaná 2-0 sigurin á Kambodja - Mynd: www.FSF.fo U16: