Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. oktober 2019 · Nr. 121 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge – við Djúpumýru Tað eru sjey minuttir, sum broyta dystin í Klaksvík sunnu­ dagin. Tað er gott veður, tá spælararnir renna inn á vøllin og tað eru nógvir áskoðarar kring vøllin. Í ein hálvan tíma spælir KÍ bóltin ov seint og NSÍ verjir væl í eini 3-5-2 uppstilling, sum í løtum er ein 5-3-2. Øssur Dalbúð leggur eisini gestirnar á odda eftir horna­ spark og eina løtu er kvirt við Djúpu­mýru. Tað er fjáltur á spælar­unum hjá KÍ og myrku tankar­nir, um at KÍ ikki kann vinna FM tykist fylla meir og meir. Tá spælararnir renna inn ljóðar sangurin til enska landsliðið frá 1996, ”It’s coming home”. Sangurin hevur út­ gangs­støði í øllum teimum ferð­un­um Ongland hevur mis­ eydnast í royndini at vinna eitt endaspæl síðani 1966. KÍ hevur ikki vunnið FM síðani 1999. Meðan tankarnir hjá onkrum av viðhaldsfólkunum hjá KÍ leita aftur til mis­eydn­að­ ar royndir, so fer KÍ í álop. Deni Pavlovic vinnur bóltin og rekur um miðlinjuna. Spælir bólt­in út í vinstru til Patrik Johanne­ sen, sum smekkar til inn við nærmastu stong. Fýra minutt­ ir eftir at NSÍ hevur lagt seg á odda, hevur KÍ javnað. -Eg væntaði ikki at Patrik fór at skjóta harfrá. Eg taki ein heilan metur og tveiti meg, so bólturin má hava sitið heilt úti við stongina, sigur Tórður Thomsen, málverji hjá NSÍ. -Onkuntíð mugu einstak­ ling­ar­nir bara taka sakina í egnar hendur, sigur Mikkjal Thomas­sen, venjari hjá KÍ. Tríggjar minuttir seinni er KÍ aftur í álopi. Bólturin endar hjá Pálli A. Klettskarð, sum neyvum og róligum skoti lyftur bóltin upp í málhornið, har hann tekur í tvørstongina, áðr­enn hann endar í málinum. -Páll rakar bóltin ótrúliga væl, tí hann fer uppum meg og í tvørstongina og inn, sigur Tórð­ur Thomsen. Sjey minuttir eftir at NSÍ hevur lagt seg á odda, er støðan nú 2-1 eitt til KÍ. Nú er lagið nógv betri millum ídnu KÍ-við­ halds­fólkini. NSÍ í broyttari útgávu Her móti kappingarenda er NSÍ farið at spæla við eini 3-5-2 spæl­skipan. Hesum var Mikkjal Thomas­sen, venjari hjá KÍ, fyri­ reik­að­ur uppá. -Tað er torført at bróta niður og í fyrra hálvleiki spæla við og seint til at klára tað. Móti HB fekk NSÍ eini 15 góðar umstillar og tað vildi eg verja meg fyri, sigur venj­ar­ in hjá KÍ. Nýggja spæl­skipan­in órógvaði KÍ í ein hálv­an tíma, men eftir at KÍ kom á odda hevði heima­liðið meiri tamarhald á støðuni. Páll setur punktum Tað er rokaligt í seinna hálv­ leiki. Tað koma fleiri gul kort og runavíkingar vilja hava, at tað skal okkurt afturat til KÍ eisini. Tá klokkan vísur 69 minuttir fara menn til hendurs. Bæði Boris Dosljak hjá KÍ og Øssur Dalbúð hjá NSÍ fáa hvør sítt gult kort. Minuttin eftir fær Jóannes Bjata­líð góðar umstøður at leggja bóltin innfyri. Har stend­ur Páll A. Klettskarð og send­ir bóltin í málið til 3-1. Eina løtu er lagið avbera gott við Djúpumýru, men seinastu minuttirnir blíva órógvaðir av at Andri Benjaminsen minkar um munin til 3-2. Eftir dystin fingu bæði Petur Knudsen og hjálpar­venjarin hjá NSÍ, Trygvi Mortensen, reytt kort fyri at vísa sína ónøgd við d ø m ­ ing­ina. KÍ í FM-finaluni KÍ kann nú við javnleiki ella sigri í seinasta umfarinum, sum verður leygardagin, tryggja sær FM á fyrsta sinni síðani 1999. Dysturin verður móti B36, sum skal vinna dystin fyri at vinna FM. -Málið hjá okkum var at koma í FM-finaluna. Eg haldi at spælararnir eru róligir og vit eru til reiðar, sigur Mikkjal Thomas­sen. KÍ hevði fýra spælarar, sum vóru í vanda fyri einum leik­banni til seinasta umfar. Hepnast­ur at sleppa undan einum gulum korti var Simen Sand­mæl, sum í fyrra hálv­leiki hevði eina heldur harðliga takl­ing. Hinir vóru Jóannes K. Daniel­sen, og Torbjørn Grytten og Ísak Simonsen, sum ikki vóru við. Nú hava vit so fingið FM- finaluna, sum er tann fyrsta av sínum slag síðani 2005, tá B36 vann 2-1 á HB á seinasta leikdegnum í 2005. Ikki síðani 1972 er KÍ farið í Gundadal eftir ein­um stigi, fyri at vinna FM. Spennandi verður tað í hvørt­fall! trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Tað er fjáltur á KÍ í ein hálvan tíma, men Páll A. Klettskarð og Patrik Johannesen tryggja heimaliðnum sigurin á NSÍ. KÍ er nú til reiðar til FM-finaluna móti B36, sum verður leygardagin í Gundadali KÍ-NSÍ 3-1: PÁLL OG PATRIK SENDU KÍ Í FM- FINLAUNA