mánadagur 21. oktober 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. oktober 2019 · Nr. 121
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Hatta er bara tí hann ikki vann ímóti
United á Old Trafford. Honum dámdi
ikki mátskránna. Hann vildi hava kjøt,
men fekk fisk.
José Mourinho um at Jürgen Klopp, Liverpool-venjari,
fanst at United fyri at spæla verjukent
- Eg haldi FSF burdi gjørt tað,
at fýra dystir vórðu spældir
kl.12 ella kl.13, so kundu B36
og KÍ spælt kl.15 ella kl.16.
Eyðun Klakstein, Skála-venjari, heldur at
øll skulu sleppa at síggja FM-finaluna
Vikan ið fór
Føroyar fáa síni
fyrstu stig í EM-
undankappingini
eftir 1-0-sigur ímóti
Malta á Tórsvølli.
Føroyski
sigursharrin, Rógvi
Baldvinsson, verður
valdur á Vikuliðið
hjá UEFA.
Signa Vár
Dávadóttir Joensen
vinnur tvey gull
og tvey silvur í
svimjikappingini
Global Games í
Brisbane, Avstralia.
Føroysku U17-
genturnar í flogbólti
enda nummar fýra
í NEVZA-kapping
í Ikast, har U17-
dreingirnir enda
aftastir.
Filip Jojic úr VÍF
verður á fyrsta
sinni úttikin at
venja við føroyska
manslandsliðnum í
hondbólti.
Eftir at KÍ vinnur á
NSÍ og B36 vinnur
á Víkingi er lagt
upp til eitt brak av
einari FM-finalu
ímillum B36 og KÍ í
síðsta umfari.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Peter H. Niclasen
Aldur: 51 ár
Yrki: Borðtennis
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Valur
2. Filip Jojic
3. Heidi Sevdal
4. Pætur M. Dahl
5. Øssur Hansen
6. Taekwondo
7. Sølvi Vatnhamar
8. Claus Rasmussen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1 Hvørjum íslendskum felagi skal núverandi HB-venjarin,
Heimir Guðjónsson, vera venjari hjá næsta ár?
2 Hvussu eitur bosniski VÍF-leikarin, sum júst er úttikin at
venja við føroyska manslandsliðnum?
3 Hvør var toppskjútti í Betrideildini hjá kvinnum í júst
farna kappingarári?
4 Hvør er verandi føroyameistari í tennis?
5 Hvussu eitur gamli B68-frísparkssnillingurin, sum nú er
venjari hjá føroyska U17-gentulandsliðnum?
6 Í hvørjum stríðsítrótti varð skipað fyri FM í Runavík
síðsta vikuskifti?
7 Hvør er toppskjútti hjá Víkingi í Betrideildini hjá
monnum?
8 Hvussu eitur hondbóltsvenjarin á myndini?
Hvussu hildnaðist
ársins fyrsta
borðtenniskapping í gjár?
- Sum formaður í
borðtennisfelagnum Tór
má eg siga, at kappingin í
gjár hildnaðist serstakiliga
væl. Leikarar úr Tór vunnu
flestallar kappingar.
Persónliga gekst av skriðuni.
Eg endaði á øðrum plássi
eftir finaluósigur ímóti
Pæturi Albinus.
Hvat væntar tú tær av
nýggja kappingarárinum?
- Sum formaður í
kappingarnevnd
borðtennissambandsins
vóni og vænti eg eitt gott
og spennandi kappingarár
við nógvum góðum
dystum og kappingum.
Borðtennisítróttin er
í jaligari menning við
øktum virksemi innan
ungdómslandsliðsarbeiði, og
er tað at fegnast um.
Tú spælir framvegis
sjálvur – hvussu
leingi ætlar tú tær
at halda fram?
- Klichéin sigur, at vit taka
eitt ár í senn. Kroppurin man
vera eitt sindur slitin, men
við miðvísari kropsligari og
tekniskari venjing ber til
at vera nøkulunda aktivur,
og gevur hesin aktivitetur
eisini eina vælveru í
gerandisdegnum. So eg fari
í øllum førum at royna at
venja javnan.
Hvat metir tú vera
serliga hugtakandi
við borðtennis?
- Nógv viðurskifti. Men
serliga tað, at ítróttin er sera
trupul reint tekniskt, og so
tað, at spenningsásin vendir
alla tíðina, skilt á tann hátt,
at tað gongur so sera skjótt
frá at vera frammanfyri til at
vera afturút.
Hvussu er støðan í
føroyskum borðtennis
annars?
Sum eg segði omanfyri,
so er støðan batnandi við
øktum virksemi innan
ungdómslandsliðsarbeiði. Og
er tað jú har framtíðin liggur.
Cristiano Ronaldo hitti fyri viku síðani fótbóltsskótan, Aurelio Pereira, sum var ímillum teir fyrstu, sum sóu talentið í
Ronaldo, og fekk Ronaldo, longu tá ið hann var 12 ára gamal, av oynni Madeira til Sporting Lissabon at spæla fótbólt
Myndin hesa vikuna