mánadagur 21. oktober 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 21. oktober 2019 · Nr. 121
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Nú er endaliga geitt, at vit fáa eina
FM-finalu millum B36 og KÍ. Vinnarin
vinnur FM! Hinir dystirnir hava onga
ávikan á FM-stríðið og tí er tað eitt
framúr høvi, at gera hatta eina FM-
finalu fyri øll. Tað vil siga at vit leggja
FM-finaluna upp á eitt tíðspunkt fyri
seg, meðan hini spæla fyrr um dagin
leygardagin 26. oktober.
Hetta segði millum annað Eyðun
Klakstein, venjari hjá Skála, við
FM1 í gjár. Eg taki fult undir við
uppskotinum. Nú tá kappingin
sær út sum hon ger, so haldi eg
at alt fokus skal verða á FM-
finlauni tá hon verður spæld.
Hetta verður ein dystur, sum fer í
søguna sum ein av teimum størstu
landskappingardystunum í nýggjari
tíð.
Tað fer at skapa ótrúligar umstøður
við áskoðarum, allir miðlar verða á
staðum og kunnu hava fult fokus á
sjálvum dystinum. Hetta kemur at
gagna eftirtíðini, tí so nógv tilfar
verður gjørt um sjálvan dystin. Eisini
kann hetta savna fótbóltsføroyar
og kanska enntá ein stóran part av
Føroyum eina løtu. Vit tosa oftani
um, at fótbóltur í sjónvarpinum
stjelur frá fótbóltinum við vøllin í
Føroyum. Nú kunnu vit stjala frá
sjónvarpsfótbóltinum – eina løtu!
Nú veit eg ikki um nakar fer at
mótmæla, men um ikki, so haldi tað
er ørt um Fótbóltssambandið og
Kappingarnevndin ikki hyggja upp á
møguleikan. Eg var til FM-finaluna í
Gundadali í 2005 og minnist enn hvar
eg stóð, og hvussu eg upplivdi ein
stóran part av dystinum. Eg haldi at
øll skulu fáa møguleikan hugsavna
seg um ein FM-avgerandi dyst.
Venjarafelagið leggur upp til kjak
Venjarafelagið hevur seinastu
dagarnar roynt at skapt eitt kjak
um føroyskan fótbólt. Í fjør flutti
bara eitt lið upp og nú flytur ongin
upp. Tað er ein katastrofa, sigur
Venjarafelagið.
Eg eri samdur í, at føroyskur
fótbóltur hevur eina stóra avbjóðing
í løtuni. Tey lítlu feløgini hava ov
lítið av standa í móti við, men vit
mugu eisini minnast til, at feløgini
eiga Fótbóltssambandið. Tað nyttar
ikki bara at siga “jamen FSF skal”. Tað
ræður eisini um at finna eitt felags
stev í føroyskum fótbólti.
trondur@sosialurin.fo
VFF:
Venjarafelag Føroya, stytt VFF,
hevur síðan 2011 heiðra ársins
venjara. Tað er limir í VFF, sum
atkvøða. Av hesum atkvøðum
fekk Jákup á Borg, venjari hjá
B36, 50 prosent, meðan Mikkjal
Thomassen, venjari hjá KÍ, fekk 30
prosent.
Tað vísir seg ofta, at FM vinnarin
verður ársins venjari. Tó er tað ikki
altíð soleiðis, tí bæði í 2012 og 2013
var tað venjarin sum fekk silvur, ið
bleiv valdur sum ársins venjari.
Í ár hevur VFF valt at
hava
atkvøðugreiðslu
innan
kappingin er avgjørd. Hetta fyri
at seinasti dystur ikki skal gerast
avgerandi
fyri
hvør
verður
valdur sum ársins venjari, men at
tað heldur er ein heildarmeting
fyri árið.
Í næstum fer Miðlahúsið og
FM1 eisini at hava Fótbóltsgalla.
Tað verður hósdagin 31. oktober.
JÁKUP Á BORG ER
ÁRSINS VENJARI 2019
Ein FM-finala fyri øll
Formaðurin í VFF, Frankie Jensen handaði steypið til Jákup fyrr í dag. Steypið er gjørt á Føroya Grótvirki
Ársins venjarar síðan 2011
2011: John Petersen & Mikkjal Thomassen
2012: Flemming Christensen
2013: Albert Ellefsen
2014: Sámal Erik Hentze
2015: Eyðun Klakstein
2016: Sámal Erik Hentze
2017: Sámal Erik Hentze
2018: Heimir Guðjónsson
2019: Jákup á Borg