týsdagur 22. oktober 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hallur av Rana
Um tú heldur at nógvir
nýføðingar fáa nøvnini
Jákup ella Ró, so er tað
ikki uttan orsøk. Tey bæði
nøvnini eru nevniliga tey
mest nýttu nøvnini higar
til í 2018. Tað vísir nýggja
uppgerðin
yvir
fólka
nøvn, ið Anfinnur Johan
sen, formaður í navna
nevndin, ger á hvørjum
ári fyri Álmunakkan.
Sambært hagtølunum
hjá Anfinni Johansen
hava
níggju
dreingir
fingið navnið Jákup í ár.
Av teimum eru tað sjey,
ið hava fingið Jákup til
fornavn, ein til seinna
navnið og ein til triðja
navnið. Um bara verður
hugt eftir hvat navn er
mest nýtt í samband við
fornavn er Jákup á einum
deildum fyrsta plássi við
Jógvan.
Innan gentunøvn er
støðan eitt sindur øðrvísi,
har Ró er mest nýtta
gentunavnið higartil í
ár. Tilsamans hava 13
gentur fingið navnið Ró,
men av teimum eru tað
einans 4, ið hava fingið
tað til fornavn. Í staðin er
tað væl dámt sum annað
navn, tí tað eru níggju
børn fødd í ár, ið bera tað
sum annað navn.
Mest brúkta fornavnið
er
hinvegin
bíbilska
navnið Eva. Ellivu av
teimum gentum, ið eru
føddar í Føroyum í ár,
hava fingið navnið Eva.
Siðvenjan er sterk
Á listanum yvir tey mest
nýttu nøvnini eru fleiri
nøvn, ið vit kenna aftur
frá bíbliuni, harímillum
Jákup, Maria, Elias og
Eva. Og so hevur tað
verið í hálvtannað ár sig
ur formaðurin í navna
nevndini.
- Tey bíbilsku nøvnini
hava altíð verið nógv
nýtt. Jákup hevur síðan
miðjan nítjundi øld altíð
verið tað mest vanliga
dreingjanavni í Føroyum
og í sama tíðarskeið hev
ur Maria verið mest nýtta
gentunavnið, sigur An
finnur Johansen og legg
ur afturat.
- Áðrenn 1850, tað vil
siga í fyrri helvt av nítjun
di øld, var tað annars
Jógvan og Anna, ið vóru
tey vanligastu nøvnini.
Tað eru kortini ikki
bara tey gomlu og kendu
bíbliunøvnini, ið verða
brúkt í Føroyum í dag,
men verða nýggj bíbliu
nøvn javnan góðkend, tá
foreldur skulu finna eitt
navn til nýføðingin.
- Seinnu árini eru øgi
liga
nógv
bíbliunøvn
komin aftrat, ið aldrin
áður hava verið brúkt í
Føroyum.
Harímillum
eru Kesia, Atara, Natan,
Josias og Ómar, sigur An
finnur Johansen.
Tvínevni
Meðan listin yvir mest
nýttu dreingjanøvnini er
merktur av bíbilskum og
siðbundnum føroyskum
nøvnum, er tað eitt rími
liga nýtt navn, Ró, ið ligg
ur ovast á listanum yvir
gentunøvn.
- Tað er eitt norrønt
navn og eitt navn, ið er
rættiliga nýtt í Føroyum.
Tað verður serliga nógv
brúkt sum seinna navn.
Tað er mangan soleiðis,
at foreldur brúka eitt
stavilsi nøvn, tá man tví
nevnir, sigur hann.
Sambært
Anfinni
Johansen er tað felags
fyri fleiri av teimum
nøvnum, ið verða nógv
nýtt, at tey verða nýtt í
tvínevni.
- Orsøkin til at Jákup
og Maria eru so nógv
nýtt, er tí tey verða brúkt
í tvínevni. Sum dømi
kunnu nevnast Jóhanna
Maria, Jákup Egil og
Hans Jákup. Hesi nøvn
eru øgiliga nógv brúkt
sum bæði fyrra og seinna
navn í tvínevni, sigur
hann.
Fleiri millumnøvn
Eitt annað rák, ið for
maðurin navnanevndini
hevur lagt merki til sein
nu árini, er at fleiri for
eldur eru farin at geva
børnunum millumnøvn.
- Fleiri føroyingar eru
farnir at brúka millum
nøvn. Annaðhvørt barn
føtt í Føroyum í 2019 hev
ur eitt millumnavn. Tað
er um 50,4 prosent av
nýføðingum higartil í ár,
ið hava eitt millumnavn,
sigur Anfinnur Johansen.
- Tey bíbilsku nøvnini hava altíð verið nógv nýtt.
Jákup hevur síðan miðjan nítjundi øld verið tað mest
vanliga dreingjanavni í Føroyum og í sama tíðarskeið
hevur Maria verið mest nýtta gentunavnið, sigur
Anfinnur Johansen, formaður í navnanevndini
Nógv halda, at hjá
til dømis Hans Jákup
er Jákup eitt
millumnavn, men tað
er eitt fornavn. Eitt
millumnavn kann ikki
vera eitt fornavn, men
tað kann vera eitt
eftirnavn
BÍBILSKU
NØVNINI
HALDA
TØRN