týsdagur 22. oktober 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122
TÍÐINDI
Eitt millumnavn er, tá
ið foreldrini geva einum
barni tvey eftirnøvn. Hin
vegin kann eitt fornavn
aldrin kann blíva eitt
millumnavn, vísir formað
urin í navnanevndini á.
- Nógv halda, at hjá
til dømis Hans Jákup er
Jákup eitt millumnavn,
men tað er eitt fornavn.
Eitt millumnavn kann
ikki vera eitt fornavn,
men tað kann vera eitt
eftirnavn, sigur hann.
Og
tað
er
serliga
nýggja rákið við at geva
børnunum son/dóttir, ið
er við til at økja um talið
av millumnøvnum.
- Knapt 23 prosent av
børnunum fødd í ár hava
son ella dóttir til millum
navn, meðan tað eru
omanfyri 17 prosent av
børnunum, ið hava son
ella dóttir sum eftirnavn.
Son/dóttir er eitt rák, ið er
í vøkstri í Føroyum, sigur
Anfinnur Johansen.
hallur@sosialurin.fo
Fram til 15. oktober 2019 hevur navnanevndin fingið fráboðanir
um 576 børn, fødd í 2018, sum eru doypt/navngivin, t.e. 292
dreingir og 284 gentur. Sambært løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars
2002 um fólkanøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 30. apríl
2007, skal eingin hava fleiri enn trý fornøvn, eitt millumnavn og
eitt eftirnavn. Nøvn kunnu ikki verða bundin hvørt at øðrum
við bindistriku. Í staðin fyri ættarnavn kann eftirnavnið hjá
barninum vera fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við -son
ella -dóttir aftrat í samsvari við kyn barnsins. Er navn faðirs ella
móður tvínevni, verður bert annað navnið nýtt í hesum føri.
Tey 3 mest nýttu dreingjanøvnini og tey 3 mest nýttu
gentunøvnini eru hesi (tølini uttan klombur eru fyri einnevni/
fyrra/fyrsta navnið, tølini í bugklombrum eru fyri seinna/2.
navnið, og talið í hornklombrum er fyri síðsta/3. navnið):
Dreingjanøvn
Gentunøvn
1. Jákup 7 + (1) + [1]
9
1. Ró 4+ (9)
13
2. Jógvan
7
2. Eva
11
3. Elias 4
3. Maria 2 + (4)
Lias 2
6
Marie (1)
7
Pauli 3 + (3)
6
FORNØVN
Tvey fornøvn
135 børn (63 dreingir (26,6%) og 72 gentur
(24%)), t.e. 25,4%, hava tvey fornøvn
Trý fornøvn
3 børn (3 dreingir) t.e. 0,5%, hava trý fornøvn
Tvey fornøvn + millumnavn + eftirnavn
49 børn (20 dreingir (6,8%) og 29 gentur (10,2%)), t.e.
8,5%, hava tvey fornøvn + millumnavn + eftirnavn
MILLUMNAVN
290 børn (144 dreingir (49,3%) og 146 gentur
(51,4%)), t.e. 50,4%, hava millumnavn
131 børn, t.e. 22,7%, hava fornavn faðirs/
móður + -son/-dóttir sum millumnavn, t.e:
58 dreingir, t.e. 19,9%, hava fornavn faðirs + -son sum millumnavn
73 gentur, t.e. 25,7%, hava fornavn faðirs + -dóttir sum millumnavn
5 dreingir, t.e. 1,7%, hava fornavn móður + -son sum millumnavn
8 gentur, t.e. 2,8%, hava fornavn móður + -dóttir sum millumnavn
33 børn (13 dreingir (4,5%) og 20 gentur (7%)), t.e.
5,7%, hava eftirnavn móður sum millumnavn
6 børn (3 dreingir (1%) og 3 gentur (1,1%)), t.e.
1%, hava eftirnavn faðirs sum millumnavn
36 børn (24 dreingir (8,2%) og 12 gentur (4,2%)), t.e.
6,3%, hava millumnavn faðirs sum millumnavn
66 børn (37 dreingir (12,7%) og 29 gentur (10,2%)), t.e.
11,5%, hava millumnavn móður sum millumnavn
2 børn (2 dreingir), t.e. 0,4%, hava millumnavn, sum hvørki
faðir ella móðir hava sum millumnavn ella eftirnavn
3 børn (2 drongur (0,7%) og 1 genta (0,4%)), t.e. 0,5% hava
millumnavn, sum er eftirnavn (gentunavn) móður undan
giftu, men sum hon hevur strikað í sambandi við giftu
EFTIRNAVN
100 børn, t.e. 17,4%, hava fornavn faðirs/
móður + -son/-dóttir sum eftirnavn, t.e.:
54 dreingir, t.e. 18,5%, hava fornavn faðirs + -son sum eftirnavn
46 gentur, t.e. 16,2%, hava fornavn faðirs + -dóttir sum eftirnavn
2 børn (2 dreingir), t.e. 0,4 %, hava fornavn
móður + -dóttir sum eftirnavn
202 børn (92 dreingir (31,5%) og 106 gentur (38,7 )),
t.e. 35,1%, hava sama eftirnavn sum foreldrini
181 børn (94 dreingir (32,2%) og 87 gentur (30,6%)),
t.e. 31,4%, hava eftirnavnið hjá faðirinum
82 børn (44 dreingir (15,1%) og 38 gentur (13,4%)),
t.e. 14,2%, hava eftirnavnið hjá móðurini
8 børn (5 dreingir (1,7%) og 3 gentur (1,1%), t.e. 1,4%,
hava millumnavn faðirs sum sítt eftirnavn
1 drongur, t.e. 0,2%, hevur eftirnavn, sum hvørki faðir ella móður bera
Seinnu árini eru
øgiliga nógv
bíbliunøvn komin
aftrat, ið aldrin áður
hava verið brúkt í
Føroyum. Harímillum
eru Kesia, Atara,
Natan, Josias og Ómar