týsdagur 22. oktober 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
- Hetta verður ein vanligur skúli
samsvarandi teimum lógarkørmum,
sum eru galdandi í skúlalógini. Allir
skúlar í Føroyum byggja jú á kristna
grund. Eftirskúlin í Skálavík fer at hava
fokus á tað sosiala og samfelagsliga,
sigur Hjørdis Háberg Petersen
Vilmund Jacobsen
- Eg haldi, at hetta er ein ógvu
liga spennandi verkætlan, og
vit hava fingið undangóð
kenning frá mentamálaráðn
um. Hetta er ein kristin eft
irskúli, sum eftir ætlan byrjar í
Skálavík á sumri komandi ár.
Smyril Line, sum hevur leigað
depilin seinastu 4-5 árini til
hotelvirksemi, segði sáttmálan
upp, og tey fara út hin 31. mars
komandi ár. Siðan hevur tað
líka sum verið: Hvat nú?
Tað sigur Hjørdis Háberg
Petersen, sum er forkvinna í
Grunninum Immanuel.
Seinastu mánaðirnar hevur
ein áhugabólkur arbeitt við
spurninginum, hvat depilin nú
skal brúkast til, og her hevur
verið arbeitt við einari tilgongd
at seta á stovn ein kristnan
eftirskúla.
- Depilin læt upp í 2011, og
árini síðan hevur verið ymiskt
virksemi her. Tá tey hjá Smyril
Line byrjaðu at tosa um, at tey
møguliga fóru at siga upp,
hugsaðu
vit
um
ymiskar
møguleikar.
Spurd, um tað ongantíð var
partur av tilgongdini, at Grunn
urin Immanuel møguliga fór
at leiga depilin út aftur sum
hotell - ella sjálvi fóru at reka
hotelvirksemi, sigur Hjørdis
Háberg Petersen?
- Jú, í teirri tilgongd sum
var, áðrenn Smyril Line kom
inn í 2015, vendu vit nógvum
ymiskum hugskotum, og vit
høvdu eisini hugt nokso nógv
eftir møguleikanum at reka
depilin sum hotell.
Árini síðan hevur Smyri
Line so rikið hotellvirksemi
her.
- Síðan felagið gjørdi av at
siga leigumálið upp, hava vit
hugsað, um tað kanska er okk
urt heilt annað virksemi, sum
skal verða her í Skálavík, sigur
hon.
Men, hevur eingin annar
víst áhuga fyri at leiga depilin
til hotelvirksemi?
- Hesaferð kunnu vit ikki
siga, at nakar hevur víst nakr
an serligan áhuga fyri hotell
virksemi. Tað verða jú hotell
bygd í Havn í løtuni, og tað er
møguligt, at tey, sum byggja
hesi, hava nóg mikið at síggja
til í løtuni, heldur hon fyri.
Ein vanligur eftirskúli
Er tilgongdin at fara undir
kristnan eftirskúla í Skálavík
gjørd í samstarvi við menta
málaráðið?
- So skjótt, tú fert inn á und
irvísingarøkið, ert tú á einum
øki, sum er fevnt av menta
málaráðnum. So, tá hugskotið
kom, settu vit okkum nokso
skjótt í samband við menta
málaráðið um ætlaninar. Vit
vildu hava at vita, um hetta
yvirhøvur er møguligt. Síðan
hava vit havt nakrar fundir
við mentamálaráðið, har tey
hava víst okkum á lógirnar, og
vit hava gjøgnumgingið ting
ini saman.
Hjørdis Háberg Petersen
sigur, at tey í mentamálaráðn
um hava verið ógvuliga sam
starvshugað og hava víst teim
um á, hvat er lógarbundið, og
hvat er rætt at gera og ikki.
Í fyrsta lagi verður hetta ein
eftirskúli, har næmingarnir
búgva á skúlanum.
- Vit hava øll eina heims
áskoðan, og her á skúlanum
verður tað hin kristna heims
áskoðanin. Tað merkir, at vit
hyggja at samfelagnum, og vit
hyggja at menniskjanum úr
einum bíbilskum holistiskum
sjónarhorni.
Dentur
verður
lagdur á virðið í menniskjanum
- tað at vit menniskju eru bæði
likam, sál og andi. Menniskju
eru ein sosial vera, og vit hava
brúk fyri felagsskapi við onn
ur menniskju, og vit hava brúk
fyri at relatera við onnur
menniskju, sum hon tekur til.
Hon vísir á, at tað verður
ikki soleiðis, at tað verða møti
á deplinum alla tíðina, men tað
verður meira hugsunarháttur
in aftan fyri og virðið í ein
staka menniskjanum, sum tey
fara at seta í fokus.
- Hetta verður ein vanligur
skúli samsvarandi teimum lóg
arkørmum, sum eru galdandi í
skúlalógini. Allir skúlar í Før
oyum byggja jú á kristna
grund. Eftirskúlin í Skálavík
fer at hava fokus á tað sosiala
og samfelagsliga. Tað er hetta,
sum vit ynskja at seta fokus á
- tað at vit ikki eru skapt sum
einsamøll menniskju, men eru
skapt at liva og virka saman
við øðrum menniskjum.
Hjørdis Háberg Petersen
sigur, at málið hjá kristna
eftirskúlanum
verður
at
styrkja hesar relatiónir og at
seta spurningin, hvørja ábyrgd
vit hava yvirfyri hvørjum øðr
um.
- Undangóðkenningina, sum
vit hava fingið frá uttanríkis-
og mentamálaráðnum, er til 8.,
9. og 10. Men, vit fara at byrja
við einum 10. flokstilboði.
Ymiskar samkomur
Hjørdis Háberg Petersen held
ur, at umstøðurnar á deplinum
í Skálavík og í Sandoynni sum
heild eru heilt fantastiskar til
ein slíkan eftirskúla.
- Øll, sum hava verið á Hotel
Skálavík seinnu árini, vita,
hvussu góðar umstøðurnar
eru, og tey vita eisini, hvussu
fantastiskt hetta umhvørvi er.
Næmingarnir koma at búgva
tveir ella tríggir saman í hvørj
um kamari, tí tað er jú partur
av einum eftirskúla at vera
saman.
Hon sigur, at á eftirskúlan
um verður ein gentuvongur og
ein dreingjavongur.
- Enn vita vit ikki, hvussu
nógvir næmingar koma á skúl
an, og vit vita tískil heldur ikki,
hvussu nógv fólk koma at
starvast her. Vit skulu hava 16
næmingar fyri at kunna byrja,
og so er spurningurin, hvussu
nógvar lærarar vit fáa frá utt
anríkis-og mentamálaráðnum
til tað. Onkur skal eisini ar
beiða í køkinum, og onkur skal
gera reint, sum helst verður
partur av skúlagongdini - ella
partur av heimligum arbeiði,
sum hon tekur til.
Hjørdis Háberg Petersen
sigur, at tey hava eisini hugsað
um at hava nøkur ungfólk,
EFTIRSKÚLIN IKKI EI