Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122 TÍÐINDI sum koma at arbeiða á eftir­ skúl­anum, eins og gjørt verður aðra­staðni.  - Her hugsa vit um ungfólk, sum kanska hava verið á eftir­ skúla sjálvi og sum seinni hava verið á miðnámi. Talan kundi eitt nú verið um fólk, sum taka eitt ár her á eftirskúlanum, áðr­enn tey fara at lesa víðari. Vit hugsa, at hesi fólk kunnu søkja um at fáa arbeiði her aftur fyri, at tey fáa kost, inni­ vist og lummapengar. Síðan verða hesi partur av skúla­um­ hvørv­inum og tey, sum hava verið á eftirskúla, vita, at tað er fantastiskt.  Forkvinnan í Grunninum Imm­anuel sigur, at kristni eft­ ir­skúlin í Skálavík verður ikki umboðandi nakra ávísa sam­ komu. - Hetta eru eldsálir úr ym­ isk­um samkomum, sum brenna fyri, at tey ungu skulu fáa eitt alternativ aftrat og við hes­um gerast brynjaði til mið­ nám. Vit, sum eru í áhuga­bólk­ in­um, koma bæði úr Klaksvík, Vág­um og úr Havn. Hjørdis Háberg Petersen sig­ur, at høvi verður helst eisini hjá áhugaðum at koma inn í depilin at hava møtir, um tað skuldi verið, tí um­støð­ur­ nar her eru so góðar, men hon legg­ur stóran dent á, at kristni eftir­skúlin í Skálavík er ikki ein samkoma. - Hetta er í fyrsta lagi ein eft­irskúli, staðfestir for­kvinn­ an í Grunninum Immanuel.  Ferðavinna ella eftirskúli Tað er eingin loyna, at Hotel Skálavík hevur sett Skálavík og Sandoynna á Føroyakortið á ferðavinnuøkinum. Men, held­ur Hjørdis Háberg Pet­er­ sen, at Skálavík fer at fáa líka nógv burtur úr, at depilin nú verður eftirskúli - og ikki hotell? - Tað veldst ivaleyst um, hvussu tú sært upp á hetta. Eg vildi mett, at hetta verður ein íløga í framtíðina. Kanska er hetta ikki ein íløga, sum sæst aftur her og nú. Men, eg trúgvi, at hetta kemur at síggjast aftur í humanum kapitali - ikki bara her í Skálavík og í Sand­ oynni, men um allar Føroyar. Tað er mín sannføring, sigur Hjørd­is Háberg Petersen. Hon sigur, at kristiligi eftir­ skúl­in seinni fer at fortelja meira ítøkiliga, hvat konseptið á skúl­anum verður. - Vit eru framvegis í til­ gongd­ini, og enn er alt ikki komið upp á pláss. Heimasíðan kemur skjótt, og eg kann vissa tey ungu um, at her verður nógv spennandi. Eg ivist onga løtu í, at tað eru nógvir føroy­ ing­ar, sum ynskja ein slíkan eft­irskúla í Føroyum, og hetta verð­ur so fyrsta tilboðið av sín­um slag.  Hjørdis Háberg Petersen vís­ir á, at tá tú tosar við ung­ fólk - og eisini tilkomin fólk - sum hava verið á eftirskúla, so er tað rættiliga afturvendandi, at hetta var eitt fantastiskt ár.  - Vit ivast onga løtu í, at so­ leiðis fara tey ungu eisini at siga, tá tey hava verið eitt ár á eft­irskúla í Skálavík. Hjørdis Háberg Petersen sig­ur, at heimasíðan hjá eftir­ skúl­anum verður klár hin 1. des­ember, har høvi eisini verð­ ur at tilmelda seg skúlan, og teir fyrstu næmingarnir byrja ætlandi á skúlanum í august mánaði 2020.  Segði sína hjartans meining - Eg standi við hvørt orð, eg segði á tíðindafundinum í Skálavík, sigur Poul Jákup Thomsen Vilmund Jacobsen Á tíðindafundinum, sum var í Skálavík mánadagin, har áhugabólkurin legði fram nýggju ætlaninar við depl­ inum í Skálavík, vísti Poul Jákup Thomsen, sum býr í Skálavík, sína stóru ónøgd við, at hotell­virk­semið í bygd­ini nú heldur upp­at. Hann segði bart út, at Grunnurin Immanuel við fyri­liggjandi ætlan svíkur tað, sum Eiler Jacobsen, sáli, setti í verk. Hann vísti á ta stóru gleði, sum fólk í Skála­ vík og Sandoynni sum heild hava fingið av “dinarinum”, sum Eiler Jacobsen setti við deplinum, men við fyriliggj­ andi ætlan kenna fólk í Skála­vík seg nú lumpaði, sum hann tók til. - Nú verður “dinarurin” grivin niður, legði hann aftr­at. Hjørdis Háberg Petersen segði, at Grunnurin Imm­an­ uel ikki vil hava sitandi á sær, at tey hava saboterað nakað, og hon vísti eisini á, at hotellvirksemi sambært Smyril Line bar seg ikki. Beinta Háberg Jacobsen tók eisini orðið, og hon helt fyri, at neyvan kendi nakar Eil­er Jacobsen betri enn hon sjálv. - Tað andaliga var alla tíðina við hjá Eileri - eisini, tá hann byrjaði at tosa um at bera nakað aftur til Skála­ vík­ar. Vit eru farin ein lang­ an umveg, men hetta er ein spenn­andi verkætlan, sum nú fyriliggur, helt Beinta Há­berg Jacobsen fyri. Stendur við hvørt orð Sosialurin vendi sær í gjár - dagin eftir tíðindafundin - til Poul Jákup Thomsen, og hann segði seg standa við hvørt orð, hann hevði sagt á tíðindafundinum. - Tað hava fleiri ringt til mín og hava sagt, at tey eru samd við mær í tí, eg segði, sigur Poul Jákup Thomsen, sum rýmdi av tíðinda­fund­ in­um, tá hann helt, at tey, sum standa aftan fyri Grunn­ in Immanuel, ikki tímdu at hoyra hansara mein­ing. Poul Jákup Thomsen held­ ­ur, at hotellvirksemið, sum hevur verið í Skálavík hesi árini, er ein sól­skins­søga, bæði fyri Skálavík, Sand­ oynna og allar Føroyar, og tí harmast hann almikið um, at hetta nú heldur upp­at. N SAMKOMA