Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSAFøðsla sum tín heili hevði valt Heilin kann veruliga spæla okkum eitt "puss", um hann ikki fær tey føðsluevni, sum vit menniskju hava brúk fyri. Tí gevur tað eisini eina nógv betri mentala javnvág, at vit fáa heilsugóða og heilavinarliga føðslu Vilmund Jacobsen Ofta máta vit kaloriur eftir, hvussu langt vit skulu renna ella ganga fyri at brenna eina ávísa nøgd. Men, okkara heili er faktiskt okkara størsti brúkari av teirri orku, vit eta. Heilin arbeiðir ótroyttiliga við at halda øllum lívstýdn­ingar­ mikl­um virki í gongd sam­ stund­is, sum heilin skal syrgja fyri tankavirksemi og hug­ savn­ing. Við tað, at heilin krevur so nógva orku, er hann eisini hin fyrsti at skjóta upp orku við lætt umsetiligum kolhydratum sum sukuri, um orkan er við at ganga undan. Tí snýr tað seg eisini um at hava heilan koyr­ andi - langt upp á hvønn lit­ur­ in og rakstrartryggan. Hetta verð­ur best gjørt við føðslu, sum tryggjar blóðsukurið. Fjølbroyttar máltíðir Føðsla, sum tryggjar blóð­suk­ urið, fevnir eitt nú um eggja­ hvíta­evni, eisini nevnt prote­ inir, heilsugóð fitievni, kol­- hydr­atir úr grønmeti og full­ korni. Syrgir tú fyri at hava all­ ar hesar tríggjar komp­on­ entarnar við í tínum mál­tíð­um - í grovum útgávum - metta máltíðirnar betri og longri. Skilagott er at minka um suk­ur, hvítt breyð, pasta og rís, sum fáa blóðsukurið skjótt upp, men eisini skjótt nið­ur­ aftur. Best er at velja føðsluna í ymiskum fullkorni ístaðin. Tá blóðsukurið er støðugt, mink­ar eisini trongdin eftir suk­uri, sum partvís stjelur títt upp­merksemi og tína hug­ savnan, sum elvir til enn størri hug til sukur. Tað eru kolhydratirnar, sum seta ferð á blóðsukurið, men syrgir tú fyri at fáa proteinir og heilsugóð fitievni - eisini til møgu­ligar millummáltíðir - verð­ur ávirkanin minni. Tað kann tí vera eitt gott hugskot eitt nú at eta nøtur, fisk og egg sam­an við grovum breyði, frukt og grønmeti. Vantar heilanum heilsugóð fitievni kann hann ávirkast av hesum og soleiðis eisini tín mentala javnvág. Ræðumyndirnar um feitt, sum hava verið frammi í fleiri ár, hava rakt eitt sindur skeivt. Tí, hóast tað ikki er heilsugott at eta stórar nøgdir av mett­að­ um feitti, hava vit kortini tørv á fitisýrum. B, D og C Vit vita øll, at fiskur er heilsu­ góður og hevur góð árin á heilan - tað, sum heilin kann fremja og á okkara mentalu javn­vág. Her er tað serliga omega 3-fitisýrurnar, sum eru góðar. Hinvegin fáa flestu av okkum ríkiligt av omega 6. Felags fyri allar fitisýrur, sum vit fáa, er, at tær helst skulu vera reinar og heilsu­góð­ ar. Tín feitthungrandi heili hev­ ur einki ímóti at fáa fiti­evni úr náttúrligum keldum, fiski, nøt­ um og ymiskum kjarn­um. Onnur føðsluevni, sum kunnu gagna tínari mentalu heilsu, eru eitt nú B-vitaminur, sum hava stóra ávirkan á okk­ ara nervaskipan. B-vitaminur upploysast í vatni, og tekur tú ov nógvar, fer yvirskotið bara út aftur við landinum. Bæði okkara analytisku evni, hugsavnan og lag gerast betri, tá okkum ikki vantar D-vitaminur. Tískil er tað ikki bara ljósið frá sólstrálum, sum ger okkum glaðari. Hinvegin mót­virka D-vitaminurnar frá sól­arljósi møguligum tung­ lyndi. Men, í okkara parti av heim­ in­um stendur sólin ikki nóg høgt á himmalinum alt árið, so­leiðis at vit kunnu fáa nóg­ mikið av D-vitaminum frá sól­ ini. Tí er tað eitt gott hugskot at taka D-vitaminur sum ískoyti um veturin. C-vitaminurnar eru kanska best kendar fyri sína ávirkan á immunverjuna. Men, nýggj gransking vísir, at C-vitaminur ikki óhugsandi eru týdn­ing­ar­ miklasta bótarevni - ella anti­ oxi­dantur - til heilan, tí C-vita­ min­ur darva súr­evnisávirk­an- ini. Heilin er førur fyri at draga C-vitaminur úr blóðinum og kann halda eitt støði, sum eru 500 ferðir so høgt, sum inni­ haldið av C-vitaminum er í blóð­inum annars. Heilin brúk­ ar stóru nøgdina til at verja ómettaðu fitisýrurnar, sum eru í heilanum og sum eru ógvu­liga viðkvæmar mótvegis súr­evnisskaðum - ella oxi­dat­ iv­um skaðum, sum tað verður rópt. Eisini selen Sporminiralið selen hevur eis­ ini nógvar góðar eginleikar, og eitt nú minkar selen um tað, sum verður kallað oxidativa strongd, sum fólk kunnu ger­ ast fongd við, tá okkara likam verð­ur tyngt sálarliga ella likam­liga. Miniralið er í fiski og í jørð­ ini, har planturnar upptaka tað. Hinvegin er norð­ur­evrope­ iska landbúnaðarjørðin fátøk fyri selen, og tí er ikki vist, at vit fáa nóg mikið av hesum evni á náttúrligan hátt. Kelda: www.helse.dk Fiskur, egg, grovt breyð, frukt og grønmeti er heilsugóður kostur. Skilagott er at minka um sukur, hvítt breyð, pasta og rís, sum fáa blóðsukurið skjótt upp, men eisini skjótt niðuraftur. Heilin krevur nógva orku, og tí er hann eisini hin fyrsti at skjóta upp orku við lætt umsetiligum kolhydratum sum sukuri, tá orkan er við at ganga undan