Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122 TÍÐINDI Broytingarnar í lógini um sjófeingi leggjast fram um einar 10 dagar Heitasta politiska málið seinastu 10 árini verður aftur lagt fyri tingið mánadagin 4.november Árni Gregersen Ongantíð hevur eitt vinnumál fingið so nógv umtalu, sum nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi og so tær broytingar sum nýggja samgongan ætlar at gera í lógini. Jacob Vestergaard, lands­ stýris­maður við fiski­vinnu­mál­ um, hevur havt eitt upp­skot til hoyringar hjá ymiskum feløg­ um og stovnum og í hes­um døg­um verður arbeitt við hoyr­ingssvarunum og enda­ ligu orðingini av uppskotinum, sum skal leggjast fram í ting­ in­um 4.november. Men tað er ikki bert hoyr­ ings­svarini sum skulu gjøgn­ um­gangast og møguliga innar­ beið­ast í sjálvt uppskotið. Tað skal eisini finnast í minnsta lagi ein innanhýsis semja millum samgongu­flokk­ ar­nar um neyvu orðingarnar, um­framt at endalig semja skal finn­ast um innihaldið í broyt­ ingunum í lógini. Ein broyting, sum hevur elvt til alment kjak, er ætlaða broyt­ingin í longdini av loyv­ un­um og hvussu tey skulu skip­ast. Í uppskotinum, sum lands­ stýrismaðurin hevur havt úti til hoyringar, stendur, at loyv­ ini verða gjørd um til 10 ára rullandi loyvir. Hetta er ein broyting frá tí, sum annars stendur í galdandi lóg. Fleiri viðmerkjarar hava sagt, at hendan broytingin de facto er at privatisera loyvini. Alt bendir tó nú á, at hetta ikki verður so í endaliga uppskot­ inum, tá ið tað verður lagt fyri tingið. Í staðin fyri verður tal­ an um møguliga 10-ára loyvir, men tey verða ikki rullandi. Í staðin fyri skulu tey leingjast eitt ár afturat hvørt ár. Við øðrum orðum skal ein aktiv handling til fyri at varð­ veita loyvini. Løgmaður hevur alment váttað, at hetta er tað sum liggur á borðinum eftir fundin millum teirra, sum taka sær av fiskivinnumálum í samgong­ uni og landsstýrisfólkini. Umsetiligheit og umsiting­ar­ætlan Í broytingaruppskotinum til lóg­ina um fyrisiting av sjó­ feingi verður eisini hildið fast um, at loyvini kunnu umsetast í vinnuni. Ein broyting hendir kortini og tað er, at ein eyka skattur verður lagdur á vinn­ ing­in av søluni. Ein skattur, sum er hægri enn kapital­vinn­ ings­skatturin. Eitt annað mál, sum fleiri hava víst áhuga fyri er, hvat fer at henda við umsit­ing­ar­ætl­ anini av fiskastovnunum und­ ir Føroyum. So vítt vit hava skilt, so verður hetta framhaldandi ein partur av lógini og tað verður eisini ein partur av henni, at landsstýrismaðurin hvørt ár skal leggja eina ársfrágreiðing fyri tingið um støðuna í fiskivinnuni. Nógv bendir á, at upp­boðs­ søl­an av fiskirættindum ikki verður serliga stórur partur av fiskivinnuskipanini. Sam­bands­ flokkurin sigst tó halda fast um, at fáa vit nýggj rættindi, so skulu hesi seljast á uppboði. Spurningurin um hvat nýggj rættindi eru skal so definerast. Er talan um at fáa 10.000 tons av makreli afturat – ella er bert talan um møgulig nýggj fiska­ sløg. Júst hetta skal samgongan finna eina semju um. Politisk semja Samgongan skal eisini semjast um samlaða uppskotið til broyt­ingar, sum verður borið um­sitingini í tinginum mána­ dagin. Tað er kent, at Fólkaflokk­ ur­in og Sambandsflokkurin ikki eru heilt samdir um alt í lóg­ini, men eftir fundin fyrr í vik­uni, vóru fleiri misskiljingar beindar av vegnum. Enn eru tó ymisk viðurskifti, sum semja skal finnast umn. Sumt verður gjørt nú upp­ skotið verður orðað av nýggj­ um, men sumt bíðar til upp­ skotið fær 1.viðgerð í tinginum og síðani til nevdarviðgerð í vinnu­nevndini. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, umsitur fiskivinnumál Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur sagt, alment, at talan verður ikki um 10-ára rullandi loyvir. Fiskivinnan skal aftur laga seg til broytingar