Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Eitt hjartasuff Olevina Joensen Avvarandi Eg havi eina mammu,sum akra er blivin 94 ár, hon býr á Sam­ býlinum í Hvalba. Eg búgvi sjálv í Danmark. Summarið 2018 Mamma gleðir seg til eg komi at ferðast og búgva hjá henni.  Eg valdi at leggja alla mína feriu saman, sum gav okkum 5 vikur saman. Eg fekk eina fantastiska mót­tøku, tá eg kom. Mamma (sum tá var 93 ár) var, sum væntað, mega glað, og starvs­ fólkið tók so væl ímóti mær. Og vóru tey so einastandi fitt og blíð alt uppihaldið. Eg búði inni hjá mammu. Lá á einar i madrass á gólvinum, og tað riggaði fínt. Merkti hvussu mamma nýtti at vit vakn­aðu í sama rúmið, og ótu morg­unmat saman í nátt­klæð­ um. Mamma betalur uml. 10.000 kr. um mánaðin. Býr í einum kam­arið, uttan wc ella vask. Men hon er vælnøgd,og tað er tað viktigasta. Summarið 2019: Hevði planlagt somu summar­ feriu í ár, tí mamma (og eg) var so glað fyri at vit kunnu hava so langa tíð saman.  Fái eina uppringing í juni/ juli frá leiðarinum á Sam­býl­in­ um, at nú vóru tingini broytt. Brunatrygging hevði avgjørt, at tað var ikki loyvt at hava meira enn 9 fólk sovandi.  Hetta hóast, at 3 íbúgvar búgva á 3 hædd. Og einasta neyð­útgongd er ein trætrappa utt­an á húsinum. Havi síðani fingið at vita frá álítandi keldum, at tað eru ong­ar reglar í Sambýlinum tá tað kemur til eld. Eg velji at ringja til leiðarin á Bú- og heimatæstuni við­víkj­ andi tí, at eg ikki má ferðast hjá mammu.  Hon fortelur somu søgu, sum leiðarin. Tosið longi við hana, argumenteri við, m.a. at tey hava tikið rættin frá teim­ um gomlu, at bestemma inni hjá sær sjálvum. Hon dittar sær enntá at siga, at Sambýlið er ikki nakað hotell! Trúgvi næst­an, at eg hevði blivið koyrd um eg hevði svarað ein avvarandi soleiðis aftur. Og so var tað tað, at "Hvat nú um øll skulu hava gestir". Til tað svaraði eg, at sand­sýn­ lig­heitin fyri at tað hendir er líka­so stór, sum tað, at eg vakni upp í morgin og eri ein mað­ur. Og hvat so um øll hava so­ vandi familju av og á? Tað er TEIRRA HEIM ! og tey gjaldi í dýr­ar dómar.  Og so var tað tað, at tað kann vera strævið hjá starvs­ fólk­unum. Sum er nakað tvætl, tí tá eg eri hjá mammu, so taki eg mær av mammu. Og so sigur leiðarin á Bú- og heimatænastuni "Tú búði hjá mammu tíni í 4 vikur í fjør, tað visti eg ikki av " Nå ok?....ert tú ikki høvuðsleiðari ? Hvussu ofta ert tú har?  Eg arbeiði sjálv við gomlum fólkum her í Dk, og tá familja kem­ur at ferðast hjá sínum kæru, og tey avgera sjálvi hvussu longi tey vera, so eru vit skjót eftir reisusong til tey. Tað kemur nemliga ikki mær við, sum arbeiðsfólk,hvat búð­ fólið ger inni hjá sær sjálvum. Tað er teirra heim, eg eri bara til arbeiðis. Leiðarin á Bú- og heima­tæn­ ast­uni biðjur meg so ringja aft­ ur. Vit avtalaðu 12. aug. Eg ringi 12.aug. Tá sigur viðkomandi, at tey eru 5 sum skulu hava fund tað kvøldið. Fekk annars at vita í juni/juli, at Bruna­trygg­ ing hevði tikið eina avgerð ?  Hon bað meg ringja aftur kl.19 sama kvøld. Eg ringi kl.19. Og svarið var, at tey, hesi 5 fólkini, høvdu avgjørt, at eg kundi ikki búgva hjá mammu. Eg bjóðaði mær at gjalda, men fekk at vita, at tey tóku ikki pengar frá avvarðandi. Eg gavst ikki so. Ringdi til fyrrverandi landsstýriskvinnu í heilsumálum, og fortaldi støð­una. Hon bleiv heilt sjok­ erað, og hevði aldrin hoyrt nakað líknandi. Hon fortaldi, at tað er eitt Sambýlið í Klaks­ vík og har avgera tey, sum búgva har, hvør í svevur ella er inni hjá teimum. Tí tað er jú teirra heim. Eg royndi at ringja til leið­ar­ in á Bú- og heimatænastuni fleiri ferðir. Men aftaná, at vit høvdu tosað saman eini tvær ferðir, bleiv tlf. ikki tikin, tá eg ringdi við mínum telefon numm­ari, so eg mátti læna aðr­ar telefonir, og tá bleiv svarað. Og viðkomandi bleiv tot­alt forvirrað/sjokerað, tá tað var eg sum var í hinum end­anum. Snakkaði sum eitt vatnfall. Ringdi til Borgarstjóran í Vági, tí leiðarin á Bú- og heima­ tænastuni hevði fortalt fyri mær, at hann var ein av teim­ um 5 sum høvdu fundast. Borg­ arstjórin á Tvøroyri var eis­ini við til fundin var mær fortalt.  Borgarstjórin í Vági fortelur fyri mær, at eitt Sambýlið er í Klaksvík, og har kunnu avvarðandi heldur ikki sova. So tað var heldugt, at eg tosaði við fyrrverandi landsstýris­ kvinn­una í heilsumálum áðr­ enn eg tosaði við hann. Politikarir komu á Sambýlið áðrenn valið. Eg tosaði við Hen­rik Old og Bjarna Hammer um skilið. Henrik Old fór inn til mammu at tosa við hana. Eg gjørdi ALT fyri at mamma ikki skuldi blíva kedd. Leið­arin á Bú- og heima­tæn­ ast­uni segði bara "Hatta for­ stend­ur mamma tín gott" Sum um at hetta hevur nakað sum helst við forstand at gera!  Hetta eru gomul fólk, sum ikki hava givið nøkrum rætt til at bestemma yvir teirra lívið, bara tí at tey koma á Sambýlið ella Ellisheim. Nakað kallast sjálvs­av­gerð­ ar­rættur og tað hevur man ikki loyvi til bara at taka frá fólkið. Tað kann koma fyri tá eitt fólk er so illa fyri, at tey ikki er relevant longur í teirra av­gerð­um. So fer ein process ígongd. Man tekur sær ikki bara rættin.  Mín útleigari avgerð ikki hvør sum kemur inn til mín. Eg búgvi her og gjaldi mína húsa­leigu. Hetta er MÍTT heim. Eg kempaði fyri mammu líka til eg skuldi í flúgvarin. Komin til Føroyar, ringi eg til leiðarin og sigi at eg eri hjá mammu um 4 tímar, og at eg vil gjarna hava, at hon fer at fortelja mammu, hvat tey, hesi fimm fólkini, høvdu avgjørt yvir høvdið á mammu. Tí tað er ikki mín uppgáva. Nei tað bar ikki til. Eg bað um at fáa tað uppá skrift, nei tað bar held­ur ikki til.  So eg var sjálv noydd til at fortelja hetta fyri mammu, sum fór at gráta og skilti onki at hon ikki kundi hava sína dótt­ur í feriu. Og hetta fylti nógv hjá mammu, heilt nógv. Eg lovaði mammu at eg skuldi fara so langt sum eg kundi við hesum. Og tað er at fara í bløðini við tí. Mamma bakk­aði avgerðina um at koyra tað í bløðini, fult upp.  Eg lovaði leiðarinum á Bú- og heimatænastuni, at um við­ kom­andi fullførdi sin "gern­ ing" so fór eg í bløðini við tí. So hon blívur ikki sjokerað av at lesa hetta í bløðunum. Eitt heim er eitt heim, óan­ sæð um tað er á einum sam­ býlið, ellisheimið ella aðra­ staðni. Og ein og hvør má hava rættin til at bestemma inni hjá sær sjálvum. Um SEV Jørgin Bech, Skála Vit borgarar sum eiga SEV í dag, føla okkun ótrygg, nú vit skula tvingast at keypa streym frá privatum veit­ar­ um sum bert levera orku tá tað passar teimum, tá okk­ um tørvar streym 24 tímar av døgninum. Bæði til vinnu­ligt og privat. Kan man siga at vit kapp­ ast á jøvnum føti? Vit byggja backup verk fyri nógv­ar milliónir. Og skula lata konkurentar trekkja uppá okkara íløgur í back­ up­verk uttan at gjalda sín part av hesari stóru íløgu. Hvat um vit um vit, um 10 ár, hava yvirskot av orku frá vindi, vatni ella sjóvar­fals­ orku, standa vit tá bundin at kobla okkara vindmyllur frá og keypa orku fyri 20 oyru kwt, ímeðan okkara standa frákoblaðar. Førir hett­ar ikki til óneyuga høg­ an streymprís, sum vit brúk­ara skula gjalda. Hvussu nógar vind­myllu­ parkir kundu vit rátt yvir í dag um vit ikki vóru noyddir at byggja backup verk ístað­in fyri vindmyllur. Hon dittar sær enntá at siga, at Sambýlið er ikki nakað hotell! Trúgvi næst­ an, at eg hevði blivið koyrd um eg hevði svarað ein avvarandi soleiðis aftur So eg var sjálv noydd til at fortelja hetta fyri mammu, sum fór at gráta og skilti onki at hon ikki kundi hava sína dótt­ur í feriu. Og hetta fylti nógv hjá mammu, heilt nógv Hetta eru gomul fólk, sum ikki hava givið nøkrum rætt til at bestemma yvir teirra lívið, bara tí at tey koma á Sambýlið ella Ellisheim