týsdagur 22. oktober 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122
TÍÐINDI
Heystfjøllini
seta matskránna
Nú verða fjøllini gingin og heystið
er komið. Á Áarstovu hava tey
gjøgnum
árið
havt
ein
gastronomiskan kalendara – tað hava
verið væleydnað tiltøk og matskráir,
sum hava samband við tær rávørur
sum eru frammi gjøgnum árstíðina.
Nú verður so seinasta kvøld á
hesum sinni í kalendaranum, og tað
er Heystkvøldið, sum verður komandi
fríggjakvøldið 25. oktober.
–Tá verður borðreitt við føroyskum
lambskjøti,
grønmeti
av
Sandi,
serbryggjaðum øli frá Føroya Bjór, og
føroyskur rølliku snapsur afturvið,
sigur Johan Mortensen, sum er ein
teirra í hugarákstoyminum heima í
Havn.
– Og John Mikkelsen hevur funnid
fram sera góð sponsk vín, sum passa
til høvið og tað verður eitt spennandi
og vælsmakkandi kvøld, siga Sveinur
Patursson høvuðskokkur á Áarstovu,
og John Mikkelsen, tænari, sum
hevur ábyrgdina av teimum fýra
matstovunum Heima í Havn.
Konsert við Tórs
havnar Kamarkóri
Sunnudagin 27. okt. kl. 16.00 hevur
Tórshavnar Kamarkór konsert í Gøtu
Kirkju. Tá verður eitt nú framført eitt
verk, sum kórið hevur bílagt frá altjóða
viðurkenda tónaskaldinum Prof. Paul
Mealor, ið kallast "Sing unto the Lord a
new song".
Paul Mealor er føddur og uppvaksin
í Wales, men hevur seinastu mongu
árini starvast sum professari í kom
positión við University of Aberdeen.
Hann gjørdist heimskendur eftir at
hansara kórverk “Ubi Caritas” varð
framført til brúðarvígsluna hjá Prins
William og Kate í 2011. Kórverkini hjá
honum verða javnan framførd av
kórum kring allan heimin, og eftir at
Tórshavnar Kamarkór var og vitjaði í
Aberdeen í fjør, heitti kórið á hann, um
at skriva eitt verk. Hóast nógv umbiðin
játtaði hann, og verkið, sum ber heitið
“Sing unto the Lord a New Song”, var
frumframført 1. juni í ár, í Vesturkirkj
uni, har Paul eisini var til staðar.
Tórshavnar Kamarkór hevur eisini
onnur forkunnug verk á skránni. Eitt
nú verk sum Anne Mette Greve Klemm
ensen, prestur, hevur skrivað til tekst
in “Faðir Vár”. Hetta er hennara fyrsta
kórverk. Verkið var eisini frumfram
ført til konsertina 1. juni.
Á skránni eru eisini verk eftir m.o.
Teit Lassen, Erik Essenwald, Ola Gjeilo,
og Paula í Sandagerði.
Bernharður
Wilkinson
stjórnar
Tórshavnar Kamarkóri.
Verið vælkomin á konsert, í Gøtu
Kirkju sunnudagin 27. okt. 16.00.
Finn Jacobsen, Magn:
-EG HALDI HETTA GONGUR ALT OV
SEINT FYRI SEG OG TAÐ ERU ALT
OV NÓGVAR FORÐINGAR, SUM VIT
IKKI HAVA FINGIÐ BURTUR ENN
Ólavur Poulsen,
VatnOrka:
- Nú vil eg
ikki tiga meira
Kári Mortensen, Umhvørvisstovan:
-Eg haldi, at hyggja vit uppá hetta, sum ein bil bil
vit síggja koyra, so er hetta ein bilur, sum setir
ferðina upp og ikki ein, sum setir ferðina niður.