týsdagur 22. oktober 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VEIÐA
Vilmund Jacobsen
Martin Simonsen, sum er úr Hvanna
sundi, men sum býr í Miðvági, er ein
av umsitarunum av Facebook-síðuni,
Fuglaveiða í Føroyum. Hetta er ein
bólkur, sum serliga fólk við áhuga fyri
fuglaveiði leita sær inn á, tá tey vilja
frætta tíðindi um fuglaveiði.
Her eru av og á myndir frá
veiðiferðum, og nú tað 1. oktober varð
loyvt at skjóta skarv, lomviga, álku
og lunda, hava fólk lagt út myndir og
kunning um, hvussu gingist hevur.
Men, tað eru eisini tey, sum argast
um fuglaveiði, ið hyggja inn á henda
bólkin, og tað eru eisini lesarar, sum
mæla teimum, ið dáma at skjóta, til
heldur at lata fuglin fáa frið.
- Tað er loyvt at skjóta frá 1. okto
ber, og sjálvur havi eg verið fuglaveiði
maður heilt, síðan pápi mín plagdi at
taka meg við sær, meðan eg enn var
ein lítil smádrongur, sigur hvanna
sundsmaðurin í Miðvági.
Eisini øvundsjúka
Martin Simonsen ivast ikki í, at tað eru
tey, sum veruliga meina tað, tá tey held
ur vildu, at sjófuglurin fekk frið.
- Men, eg trúgvi tíverri, at her eisini
eru fleiri fólk og viðmerkjarar, sum ikki
skjóta sjálvi, men sum øvunda okkum ið
skjóta og sum hava skotið fugl í fleiri ár.
Tað er serliga lomvigi og álka, sum
hava havt áhugan hjá hvannasunds
manninum hesi árini.
- Vit hava ikki gjørt nógv við at skjóta
skarv. Skarvur tykist meira turrur og
soltin enn vetrarlomvigi og álka, men
eg ivist onga løtu í, at skarvur eisini
er góður, um hann verður tilreiddur á
hóskandi hátt.
Vanliga
er
sjófuglurin
rak
um
summarið, men tá líður út á heystið og
veturin verður fuglurin feitur og góður.
- At síggja til liva álka og lundi av
nøkulunda somu føði sum fyri tað
mesta er nebbasild. Hinvegin havi eg
sæð bæði størri nebbasild og onkuntíð
smáan makrel - á stødd við stóran
seiðamurt - í lomviga. Eg kann ikki siga,
at hetta ikki eisini hendi í sínari tíð, tí
ivaleyst er man vorðin meira nærlagdur
og hevur hugt betri eftir, sum árini eru
liðin. Fyrstu ferð, eg sá makrel í lom
vigamaga, er helst eini tvey ár herfyri,
sigur Martin Simonsen.
Veðrið avmarkar
Tað er avmarkað, hvussu nógvir dagar
skotið verður hesa ársins tíð, tí tað er
sjáldan, at líkindi eru til slíkar túrar.
- Tá ættin liggur upp á land her
vesturi, ber sjáldan til at skjóta svart
fugl. Kortini hevur onkur løta eydnast,
síðan loyvt varð at skjóta hin 1. oktober.
Martin Simonsen heldur, at tað
hevur verið meira at sæð av svartfugli
higartil í heyst enn fleiri undanfarin ár.
- Men, dagarnir kunnu saktans royn
ast ymiskir - eisini, tá tað eydnast at
sleppa avstað fylgjandi dagar, og ofta er
tað soleiðis, at fært tú nógva lomvigi ein
dag, fæst helst minni av álku - og øvut.
Hann heldur ikki, at nakar mynstur
er, sum sigur, nær frægast er til lomviga,
og nær frægast er til álku.
- Seinasta hósdag, tá eg var á báti,
fekk eg mest av lomviga og leygardagin,
tá tað eisini eydnaðist mær at sleppa ein
túr, var mest av álku. Hetta var ikki júst
um somu leið, tí eg var ikki líka langt úti
leygardagin sum hósdagin.
Nær er best?
Martin Simonsen heldur tað vera
trupult frammanundan at siga, hvørji
líkindini eru best, og nær fuglurin er
mestur. Men, ein fyritreyt fyri at gera
eina slíka veiðiferð er, at veðrið er
hampiliga gott.
- Eg haldi meg tó kunna siga, at best
er at skjóta, tá tað rekur inn, sigur fugla
veiðimaðurin úr Hvannasundi.
Sosialurin kann leggja aftrat, at loyvt
er at skjóta lomviga, álku og lunda frá
1. oktober til 20. januar, og loyvt er at
skjóta skarv allan oktober og november.
TAÐ ER MEIRA SVARTFUGLUR
NÚ ENN UNDANFARIN ÁR
- Vit hava ikki gjørt nógv við at skjóta skarv. Skarvur tykist meira turrur og soltin enn vetrarlomvigi
og álka, men eg ivist onga løtu í, at skarvur eisini er góður, um hann verður tilreiddur á hóskandi
hátt, sigur Martin Simonsen, sum hevur skotið svartfugl, síðan hann var so frægur