hósdagur 24. oktober 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
25. OKETOBER 2019
Týsdagin oktober vardi Pætur Mikal Holm
fysioterapeutur og MSc. ph.d.-ritgerð sína í
fysioterapi á Slagelse Sygehus.
Ritgerðin kallast: »Muscle function,
physical function and strength training in
patients with knee osteoarthritis«.
Pætur hevur verið í starvi sum ph.d. les
andi fysioterepeutur á Afdeling for Fysioter
api og Ergoterapi, Næstved-Slagelse-Ring
sted Sygehuse og innskrivaður sum ph.d.
lesandi á Institut for Idræt og Biomekanik,
Syddansk Universitet, Odense (2016-2019).
Søren Thorgaard Skou, professari, hevur ver
ið høvuðsvegleiðari.
Ph.d. verkætlanin hevur fevnt um kann
ingar av leiklutinum hjá vøddum og fysisku
funktiónini hjá fólki vid slitgikt í knænum.
Tann stóra verkætlanin hesi trý aríni hevur
verið ein ”randomized controlled trial
(RCT)”, sum hevur kannað, hvussu ítøkilig
styrkivenjing av lærvøddunum kann nýt
ast í endurvenjingini av fólki vid slitgikt í
knænum.
Ph.d. ritgerðin fevnir um tríggjar greinar
og væntandi koma eini 3-4 greinar afturat
frá hesi verkætlan komandi mánaðirnar.
Vardi ph.d í
fysioterapi
PÆTUR MIKAL HOLM
Ismar politiskur
fangi undir
krígnum
Siðsøga 24-25
Hans Petur: Eg
havi saknað
tónleikin
Síða 21
Hóast fólk hava ymsar hugsanir,
so er grøvin hjá Franco generali í
Spania flutt
Tað vóru fólk í familjuni, sum sóust bera
kistuna við Franco generali til eina meira
loyniliga grøv norðan fyri Madrid.
Jørðisku restirnar av Fancisco Franco
generali vórðu í gjár fluttar frá einum
stórum mausoleum uttan fyri Madrid,
har tær hava verið grivnar síðani 1975.
Sjónvarpsupptøkur frá minningar
staðnum Dali Teirra Falnu vístu átta fólk
úr familjuni hjá Franco bera kistuna við
Franco burtur.
Hægstirættur í Spania gjørdi av í sep
tember, at grøvin hjá Franco kann flytast.
Tað var full semja um avgerðina millum
teir seks dómararnar í hægstarætti.
Málið um flytingina av grøvini hevur
elvt til split í spanska fólkinum, sum
hevur ymsar hugsanir um Franco.
Familjan hjá Franco var ímóti, at grøv
in hjá fyrrverandi fascistiska leiðaranum
skludi flytast úr Dali Teirra Falnu, har
mett verður, at 34.000 offur fyri spanska
borgarakrígnum liggja.
Avgerðin um umstríddu flytingina av
grøvini var fráboðað í 2018. Sosialistiska
stjórnin í Spania grundgav avgerðina við,
at hon ikki longur vildi »halda fram við at
hálova einaræðisharranum«.
Franscisco Franco stóð á odda fyri
Spania frá 1939, tá hann vann borgara
kríggið. Hann var landsins leiðari fram til
deyða sín í 1975.
Spanska stjórnin vil gera økið til eina
minnislund fyri ofrini fyri fascismuni.
Dalur teirra Falnu var í sínari tíð bygd
ur av fangum, sum vóru mótstøðufólk
hjá Franco. Hann var bygdur millum 1940
og 1959.
Kistan við Franco var í tyrlu flutt til
kirkjugarðin Mingorrubio-El Pardo, har
hon verður grivin aftur við eitt privat
hátíðarhald fyri familjuni.
/ritzau/Reuters
Í blaðnum...
Í gjár var 24. oktober, dagurin, har vit
kundu hátíðarhalda, at 73 ár eru liðin, síð
ani felagsskapurin Seimeindu Tjóðir, stytt
ST, varð stovnaður.
Orøskin til, at hesin felagsskapur varð
stovnaður, var ynskið um at arbeiða fyri at
beina burtur mismun millum tjóðir, mill
um fólkasløg, millum borgarar og millum
ymsar samfelagsbólkar.
Tá ið 2. heimsbardagi var av í 1945,
gjørdu teir sameindu av, at alt skuldi ger
ast til tess, at stórbardagi ikki skuldi bresta
á aftur. Teir settu á stovn ST og skrivaðu
sáttmála, sum skuldi tryggja frið og semju
millum øll heimsins lond.
Felagsskapurin virkar fyri javnbjóðis
rættindum fyri øll. Stovnurin Sameindu
Tjóðir varð stovnaður fyri at forða fyri
fleiri kríggjum sum Fyrra- og Seinna
heimsbardaga. Sameindu Tjóðir vórðu
settar á stovn í 1945, beint eftir 2. heimsbar
daga.
Sjálvt um vit sum land ikki eru beinleið
is limir í ST, so eru vit partur av danska
limaskapinum, og Løgtingið sendir á hvørj
um ári tvey umboð, sum upp á skift eru til
staðar í New York til ST aðalfundin, sum er
í hesum døgum.
Týdningin av slíkum felagsskapi er ikki
at undirmeta. Tað hevur so ómetaligan
týdning, at tjóðir og lond standa saman í
felagsskapi, tá tað ræður um at tryggja
heimsfriðin. Hóast kríggj hava herjað – eis
ini í Evropa, síðani kríggið mikla, so eru
slíkir felagsskapir við til at tryggja, at
kríggj ikki bresta á.
Nato-samgongan er annar felagsskapur,
sum eisini fær londini at standa saman. og
bara tað, at eitt álop á eitt Nato-land er eitt
álop á øll Nato-londini er við til at tryggja,
at ørir stjórnarleiðarar ikki taka óráð fyri.
Evropasamveldið er eisini við til at
tryggja friðin. Vit kunnu tí prísa okkum
lukkulig fyri at vera partar av hesum
heimsfelagsskapum – har samhaldsfesti er
grundreglan.
Tey fýra aðalmálini hjá ST eru: At verja
friðin og trygdina í heiminum, at eggja
londunum til rættvísi, at stuðla og menna
samstarvið landanna millum og at virka
sum stovnur, har londini í heiminum
kunnu samstarva til tess at røkka hesum
málum. Øll limalond taka undir við grund
sjónarmiðunum um, at allar ósemjur teirra
millum skulu verða loystar friðarliga, og at
tey skulu ikki fara við hørðum ímóti øðr
um londum uttan í sjálvverju.
Felagsskapur at tryggja friðin
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Fluttu restirnar av Franco generali
Abbasynirnir hjá
Francisco Franco,
Francis Franco og
Jaime Martinez
Bordiu, bera
burtur kistuna
við restunum
av fyrrverandi
einaræðisharranum
Mariscal/Pool via
REUTERS