hósdagur 24. oktober 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 123
3
POLITIKKUR
Politiska skipanin arbeiðir
uttanfyri Løgtingið júst nú
Fíggjarætlanin verður snikkað
til og lógin um fyrisiting av
sjófeingi eisini – tinglimir
uttanlands á fundum
ÁRNI GREGERSEN
T
að tykist friðarligt á pol
itiska vígvøllinum í hes
um døgum, men tað er
ikki tí onki hendir.
Tingfundur verður 4. nov
ember, tí í løtuni eru tingfólk og
landsstýrisfólk upptikin av øðr
um. Útnorðurráðið hevur havt
fundir og frá týsdegnum í kom
andi viku, er fundur í Norður
landaráðnum.
Í Føroyum arbeiðir nýggja
landsstýrið við fleiri málum. Fyrst
og fremst er tað fíggjarlógin, sum
skal gerast klár til fíggjarnevndina
at arbeiða við.
Eitt uppskot til fíggjarlóg hev
ur fingið 1.viðgerð í tinginum og
er beint í fíggjarnevndina, men
hettar uppskotið hevur sitandi
samgonga ongar ætlanir um at
samtykkja.
Talan er um eitt uppskot, sum í
veruleikanum er ein framskriving
av tí fíggjarlóg, sum landið verður
stýrt eftir í ár.
Nýggja politiska samgongan
við teimum trimum borgarligu
flokkunum Fólkaflokkinum, Sam
bandsflokkinum og Miðflokkin
um, vil sjálvandi fegin seta síni
egnu fingramerkir á fíggjarlógina
fyri næsta ár.
Hvørjar broytingarnar verða,
er ikki greitt enn, men verður hugt
eftir uppskotinum um fyrisiting
av sjófeingi, so verður uppboðssøl
an avtikin. Tað vil siga, at pening
ur fer at mangla í landskassanum,
verður onki gjørt.
Harumframt hava samgongu
flokkarnir lovað meira pening
til pensjonistarnar og tað fer at
kosta.
Fyri at alt hetta skal ganga upp,
so er neyðugt hjá samgonguni at
koma við uppskotum um fleiri
inntøkur til landskassan.
Sjófeingi
Í farna tíðarskeiði broytti tásit
andi samgongan lógina um vinnu
ligan fiskiskap til fyrisiting av sjó
feingi.
Broytingarnar vóru ógvusligar
og vinnan og høgra síðan í ting
inum vóru hart ímóti broyt
ingunum. Fyrst g fremst var
mótstøðan ógvuslig ímóti, at fiski
rættindi vóru seld á uppboðssølu.
Tað er fyrsti parturin, sum sit
andi samgonga vil hava úr aftur
lógini, men tað gevur eisini aðrar
avbjóðingar. Uppboðssølurnar
góvu pening í landskassan.
Pengar, sum ikki fara at koma
in, verður uppboðssølan avtikin.
Kilogjaldið sum vinnan rindar
nú munar lítið ímóti tí, sum upp
boðssølurnar góvu.
Fiskimálaráðið hevur arbeitt
við fullari ferð seinastu dagarnar,
tí tíðin til 1.januar er farin at ganga
undan.
Skulu broytingar gerast í lógini
um fyrisiting av sjófeingi, so skal
uppskotið handast Løgtinginum
longu mánadagin, so tað kann
leggjast fyri tingið á tingfundin
um, sum verður 4. november.
Sjálvandi ber til at gera broyt
ingar undir nevndarvðgerðini,
men fyri eitt landsstýri er tað al
tíð best, at eitt uppskot sleppur
so óskalað gjøgnum vðgerðina í
tinginum, sum til ber.
Fíggjarlógin
Fíggjarlógin er tann praktiska lóg
in, sum gevur einum landsstýri
heimild at útinna gerandispolit
ikkin og leggja politisku kósina
gjøgnum árið.
Fíggjarlógin er grundleggjandi
tann lógin, sum allar aðrar lógir
mugu lagast til, tí eru játtanir
ikki á fíggjarlógini, so kann tað
almenna hvørki taka ímóti peng
um ella gjalda pening út.
Er ætlanin at gera broytingar
í lógunum um pensjónsviður
skiftini, so er neyðgt at peningur
verður settur av til tað. Annars
gevur tað onga medining og ongan
virkning av broyta lógina.
Sama ger seg galdandi um talan
er um skattalætta av onkrum slag.
Verður hædd ikki tikin fyri slíkum
broytingum á fíggjarlógini, so fær
ein slíkur skattalætti heldur ong
an virkning.
Tá ið fíggjarlógin verður
gjørd, so hevur tað altíð við sær,
at nógvar aðrar lógir eisini mugu
broytast. Hetta tí at fíggjarlógin
sjálv ikki einsamøll kann broyta
viðurskifti, sum eru kjølfest í øðr
um lógum.
Fíggjarnevndin hevur enn ikki
havt fund um nýggju fíggjarlógina,
men formaðurin, Magnus Rasmus
sen, Sambandsflokkurin, sigur, at
hann roknar við at fundir verða
ásettir tá ið tingið kemur saman í
aðru viku – altso 4.movember.
Jørgen Niclasen hevur høvuðsábyrgdina av at fíggjarlógin verður gjørd.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, situr við
broytingunum til lógina um fyrisiting av sjófeingi.
Magnus Rasmussen,Sambandsflokkurin, er nýggi formaðurin í gíggjarnevndini