Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 123 4 Spenningurin millum Havnina og Klaksvík tykist vera øðiliga stórur undan seinastsa umfari í Betri deildini í fótbólti. Bæði KÍ og B36 kunnu vinna FM, so fótbóltsfepurin er høgur í bæði Klaksvík og í Havn. Kommunan í Klaksvík bjóðar til morgunmat áðrenn farið verður til Havnar leygardagin og í Gundadali er opið hús undan dystinum. Tølini tala fyri seg sjálvi, so tað er onki at ivast í, at tað eru hesi bæði liðini, sum hava gjørt tað best gjøgnum alt kapp­ ing­arárið og kanska serliga her í seinnu helvt. Tí fer antin KÍ ella B36 at standa vvið steyp­inum seinnapartin í morgin. Ája! Suðringar eru fegnir um, at tey hava fingið Smyril aftur. Semja er helst um, at avloysarskipið Prince ikki var rætta loysnin, men vit mugu helst taka tað fyri góða vøru, sum Strandferðslan sig­ur, at onki annað skip var at finna til Suð­ur­ oy­arrutuna. Í hvussu so er ikki fyri teir pengar, vit eru sinnaði at gjalda. Ája! Vit eru komin inn í eina nýggja ting­ setu, men enn er ferð ikki komin á ting­ fund­irnar. Nýggja samgongan arbeiðir við broyt­ ing­um til fíggjarlógaruppskotið, sum var lagt fram fyri 1.oktober og tinglimir eru á fundum, bæði í Útnorðurráðnum og í kom­andi viku í Norðurlandaráðnum. Tá ið valið var upptalt sást bein­an­veg­ in, at tað sá út sum vit fóiu at fáa eitt systemskifti. Tað hendi eisini og hálv­an september var nýggj samgonga mill­um Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Mið­ flokkin skipað. Umframt at fíggjarlógaruppskotið skal lagast til, so nøkur vallyftir verða hild­in, so er stóra politiska takið at gera broytingar í lógini um fyrisiting av sjó­ feingi. Í samgonguskjalinum verður gjørt púra greitt, at nógvarr broytingar verða gjørd­ar og í uppskotinum til broytingar, sum landsstýrismaðurin sendi til hoyr­ ing­ar hjá pørtum í vinnuni, bleiv hetta stað­fest. Flestu viðmerkjarar heftu seg við, at talan fór at verða um rullandi 10-ára loyvir. Viðmerkjararnir søgdu, at hetta í veru­leikanum gjørdi, at talan var um at privat­isera tað, sum í lógini verður nevnt “ogn Føroya fólks”. Eftir samgongufund í vikuni tykist hetta tó verða broytt, soleiðis, at loyvini skulu endurnýggjast hvørt ár – altso ein aktiv handling skal til. Ája! Bæði tingfólk, landsstýrisfólk og føroyingar annars eru so at siga liðug at ganga fjøll­ini. Skurðurin er fingin til høldar, men tað hev­ur verið heldur lýtt í heyst. Meðan fjøllini vóru gingin, vóru sam­ráðingar við ES um broytingar í handils­sáttmálanum gjørd­ar. Vit sleppa at útflyta fiskafóður og afturfyri slepp­ur ES at innflyta 80 í staðin fyri 40 tons av seyðakjøti til Føroyar. Onkur í landbúnaðinum finst at hesi avtaluni, men tað rætta er sjálvandi at siga, at føroyska kjøtið er so gott, at ongin annar megnar at kappast við tað. Hvør annar leverar ræst kjøt og turt kjøt í heimsklassa? Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Hvussu er tað bretski forsætisráðharrin hevur boris eg at? Leygardagin sýtti enska parlamentið at góðtaka nýggju skilnaðaravtaluna við ES og útsetti harvið Brexit Seinnapartin mánadagin herjaði eitt illveður oyggjarnar og legði samferðsluna lamna Týskvøldið boðaði Sámal Erik Hentze sínum leikarum frá, at hann ikki verður venjari hjá Víkingi næsta kappingarár Hósmorgunin blivu 120 næmingar í Fuglafjarðar skúla sendir heim vegna lekar Fríggjadagin byrjaðu samráðingarnar á almanna arbeiðsmarknaðinum, tá Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hittust at tosa um krøvini Finala MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt ferðir í ár hevur boð verið eftir bjargingartænastuni, tí ferðafólk hava verið í neyð 14 Sprotin: (ítr.) endaleikur í kapping millum leikarar el. lið ið hava vunnið sær rætt at spæla um fyrsta pláss (eftir at hini liðini eru farin burturúr so við og við) Stórur spenningur er í føroyska fótbóltsheiminum, nú síðsta umfar verður spælt leygardagin. Tey bæði liðini sum hava møguleikan at vinna FM, KÍ og B36, hittast í Gundadali. B36 má vinna dystin, um teir skulu enda á 1. plássi, meðan KÍ kann vinna sítt fyrsta FM-heiti síðan 1999 um teir spæla javnt ella vinna í Gundadali. Dysturin verður av tí sama kallaður fyri ein FM-finala. Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At Jákup og Ró eru mest nýttu nøvn í 2018 Sæð á Facebook: Síðan Brexit er mín virðing fyri løgtinginum vaksin fyri hvønn dag Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, ið seinni á degnum snarar í ein norðan og landnyrðing, 10 til 15 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft við ælum, kanska við heglingi ella vátaslettingi. Hitin alt døgnið millum 3 og 8 stig. 5-10 m/s 5-10 m/s 3-10 m/s LEYGARDAGIN FRÍGGJADAGIN SUNNUDAGIN Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðan og landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Út á kvøldið minkar hann um vindin til gul til stívt andøvsgul av norðan, 5 til 10 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft og nøkur fá æl og møguleiki fyri vátaslettingi. Hitin millum 4 og 8 stig, um náttina niður móti 2 stigum. Gul til stívt andøvsgul av norðan, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað og nøkur einstøk æl við vátaslettingi. Hitin alt døgnið millum 2 og 7 stig.