hósdagur 24. oktober 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 123
5
Møta fólki har tey eru
við gleðiboðskapinum
– Stórmøtini er helst størsta einstaka tiltakið, sum
Heimamissiónin skipar fyri – tá ið vit ikki taka
summarlegurnar við. Endamálið er at møta fólki,
har tey eru, við gleðiboðskapinum um Jesus, sigur
Andrias Magnussen, aðalskrivari í Heimamissiónini
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
U
m vikuskiftið verður
Høllin á Hálsi í Havn
karmur um árligu stór
møtini, sum Kirkjuliga
Heimamissiónin skipar fyri.
– Tað eru veitsludagar, har
nógv fólk koma saman, og nógv
verður gjørt burturúr. Vit leggja
eisini upp til, at øll familjan kann
koma, sigur Andrias Magnussen,
aðalskrivari hjá Heimamissiónini.
Stórmøtini eru upp á skift
ymsastaðni í landinum. Í fjør
vóru tey í Klaksvík og í fyrraárið
í Runavík.
– Vit ynskja at røkka út kring
landið. Men triðja hvørt ár hava vit
stórmøtini í Havnini, tí at her býr
størsti parturin av fólkinum. Tað
ber sjálvandi til at spyrja, um tað
er nógv mikið at hava eitt tiltak
triðja hvørt ár í høvuðsstaðnum.
Men her vilja vit ístaðin vísa til
tey staðbundnu arbeiðini, sum
hava tilknýti til Heimamissiónina
og tað dagliga arbeiði, tey gera í
høvuðsstaðnum, sigur Andrias
Magnussen.
Føroyskir talarar –
umsett til enskt
Møtini byrja fríggjakvøld og
hildið verður á til sunnukvøldið,
tá ið møtini enda. Í ár vera bara
føroyskir talarar. Teir eru Torleif
Johannesen, Símun P. Jacobsen,
Ovi Brim, Bergur Debes Joensen,
Kristian Martin Petersen, Ann
Mari E. Kjølbro og Alfred Petersen.
Meðan møtini eru, verður
skipað fyri barnaansing. Umframt
vanlig møti eru tiltøk eisini fyri
børn, juniorar og tey ungu.
Øll møtini verða stroymað á
netinum, og Lindin sendir eisini
beinleiðis.
Tulkað verður eisini til enskt.
– Tað eru nógvir útlendingar
í Føroyum. Bæði tey, ið eru gift
við einum føroyingi, og tey, ið eru
her í arbeiðsørindum. Vit ynskja
eisini at røkka út til teirra, og hjá
teimum ber til at fáa headsett í
høllini, og tey fáa alt umsett til
enskt, sigur aðalskrivarin.
Nýmótans sangur
og tónleikur
Nógv verður eisini gjørt burturúr
sangi og tónleiki hetta vikuskifti.
Bókurin TOS, gospelkór Vox,
kvinnubólkurin Tabitha, Tummas
Eivind J. Hansen og stóra kórið frá
sangfagnaðinum í Nesvík síðsta
vikuskifti syngja. Nógv verður
eisini gjørt burturúr felagssangi
við forsangarum og nógvum
dugnaligum tónleikarum, ið spæla
undir.
– Vit royna við hesum tiltakin
um at røkka út til onnur fólk ella
tey, ið vanliga ganga á møti. Tí
verða tað ikki siðbundin streingja
kór hesaferð, sum okkara ommur
og abbar kanska eru meira von
at hoyra. Ístaðin vera tað meira
ella minni kendir bólkar við
meir nýmótans tónleiki. Fram
førslurnar hjá TOS er væl kend
ar, og Vox fer at framføra amerik
anskan gospeltónleik. Tabitha fer
hinvegin at framføra nakað meira
av tí siðbundna, sigur Andrias
Magnussen.
Framsýningar
Matur og drekkamuður er til øll
tiltøkini. Leygarkvøldið er Expo
á skránni. Tað er ein løta, har
arbeiðsgreinar hjá Heimamissión
ini og aðrir felagsskapir sýna fram
og greiða frá sínum arbeiði. Eisini
verður hesa løtuna og øll kvøldini
stórt bókaborð, har møguleiki er
at keypa eina ella fleiri spennandi
og viðkomandi bøkur.
Vónar nógv fólk
– Vit royna við hesum tiltakinum
at røkka øllum aldursbólkum, tí
vit ynskja, at vit øll kunnu vera
saman. Samstundis royna vit
eisini at náa út til teir ymisku
aldursbólkarnar, sigur Andrias
Magnussen.
Stórmøtini savna vanliga nógv
fólk, og aðalskrivarin vónar, at
aftur í ár fara nógv fólk at koma.
– Havnin er ikki júst háborgin
fyri okkara arbeiði. Tá ið vit vóru
í Klaksvík í fjør, møttu nógv fólk,
og vit fyltu høllina. Vit vóna tó,
at nógv havnarfólk fara at koma,
og vit vita eisini, at avbygdarfólk
stuðla væl undir okkara arbeiði,
og tey eru vanliga eisini røsk at
koma til Havnar. So eg vóni, at
vit vera nógv fólk, sigur Andrias
Magnussen.
Stórmøti á Hálsi:
Frá stórmøtinum í Klaksvík í fjør. Mynd: trubodin.fo
Andrias Magnussen,
aðalskrivari í Heimamissiónini
Mynd: trubodin.fo