Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 123 6 - Eins og flestu av okkum, eri eg errin av at vera føroyingur, og eg gleði meg sum landsstýrismaður í uttanríkismálum at fortelja øðrum um hetta fantastiska land, sum Føroyar eru – og um tey virði, vit eiga. Eg haldi avgjørt, at vit í Føroyum eiga nøkur virði, sum okkara grannalond og aðrar tjóðir eiga at hoyra um, sigur Jenis av Rana, sum vit hava skift orð við VILMUND JACOBSEN H óast hann er 66 ára gam­al, eigur hann bæði foreldrini á lívi, og tað er ikki øll­um beskorið, tá tú nærkast pen­sjóns­ aldri. Pápin, Dánjal av Rana, er 93 og mamman, Aslaug av Rana, fødd Jensen, er 91 ár. Tey gomlu, sum bæði búgva á ellisheimi í dag, hava verið gift í heili sjeyti ár. Hóast høga aldurin er Dánjal av Rana framvegis so væl fyri, at hann av og á vitjar í heiminum og á gomlum gøtum í Trongisvági. Jenis av Rana er føddur hin 7. januar í 1953, og hann er uppvaksin í hugna­liga umhvørvinum í Trongis­vági. Systkini eru Petur Karl, bóndi, sum er elstur, Bjørg, sum er ljósmóðir og Varna, sum er yngst og føðsluráðgevi. Kona Jenis, Anna, er heilsu­syst­ ir, og tey bæði eiga tríggjar synir, Dánjal, sum er elstur og leiðari av OM-felagsskapinum, Hallur, sum er tíðindaleiðari á Sosialinum og Ari, sum er leiðslusamskipari í Kring­varpi Føroya. Felags fyri allar tríggjar syn­ irnar er, at teir hava lisið stjørn­ mála­frøði. Abba-og ommubørnini hjá Jenisi og Onnu eru fimm í tali, tríggj­ar gentur og tveir dreingir. Hjún­ini eru so mikið heppin – um vit so kunnu siga – at allir synirnir, sum tóku sínar útbúgvingar uttan­ lands, búgva heima í Føroyum. Hvør var fyrimyndin? - Pápi mín var mín stóra fyrimynd. Hann var ein óføra raskur ar­ beiðsmaður, sum syrgdi fyri, at familjan hevði tað tímiliga, sum skuldi til fyri at lívbjarga sær. Mamman tók sær av øllum tí hús­liga og dagliga heima við hús. Her var hon krumptappurin, og tú visti, at hon var har, tá tú komst heim. Tað var ein deilig kensla og hevði nógv at siga fyri meg og systk­in míni. Jenis av Rana sigur, at í sín­um uppvøkstri minnist hann ser­liga aftur á arbeiðssemi hjá for­eldr­ unum og teirra umsorgan fyri, at tey øll høvdu tað gott. - Arbeiðsdagurin hjá pápa byrjaði tíðliga, og dagurin var seinur, áðrenn hann fór til hvíldar um midnáttarleitið. Pápi fór upp stutt eftir, at klokkan var farin av 06. Vit høvdu fjós, og her vóru í minsta lagi tvær kýr, og pápi hevði eis­ini nógvan seyð. Kríatúrini skuldu ambætast, áðrenn pápi fór av húsum til arbeiðis. Kol-og tunnilsarbeiði Jenis av Rana sigur, at fyrst, hann minnist, arbeiddi pápin í kola­min­ uni, og seinni fór hann at koyra grav­kúgv, tá tunnilin til Hvalbiar varð bygdur. - Pápi plagdi at hava 12 litur­ fløsk­ur við mjólk við sær til ar­ beiðs­menninar í kolaminuni, og hetta helt fram, tá hann fór at ar­beiða upp á tunnilin. Teir, sum hann arbeiddi saman við, vildu gjarna keypa góða mjólk frá pápa, sum ivaleyst eisini hevði sín týdning ein langan arbeiðsdag. Tá hann síðan kom heim aftur um 17-tíðina, skuldu kríatúrinum aft­ ur ambætast. Jenis av Rana vísir á, at í vetr­ arhálvuni var pápin ofta upptikin av skattaálíkning um kvøldarnar, sum var skipanin tá í tíðini. Hann var partur av líkningarnevndini í kommununi, sum varð vald, tá bý­ ráðs­val var. - Pápi var eisini í Tvøroyrar bý­ráð, har hann eisini sat sum borg­arstjóri nakrar setur. Sum blað­ungur gjørdist hann aktivur í arbeiðsmannafelagnum Fylking, har hann eisini var formaður í fleiri ár. Seinnu árini av arbeiðslívinum var hann skrivstovumaður á løngjaldsstovuni hjá Fylking. Fara vit eini 30-40 aftur í tíðina, var skúlagongd eisini leygardag, og leygardagur var eisini vanligur arbeiðsdagur. Halgaður tí andaliga Í heiminum hjá Dánjali og Aslaug í Trongisvági var sunnudagurin halg­aður tí andaliga, og tá var eisini møti og sunnudagsskúli. Jenis av Rana sigur, at tá hann sum kommunulækni hevur sitið langar dagar í viðtaluhølunum, hevur hann ofta hugsað um longu arbeiðsdagarnar hjá pápa sínum. - Pápi var íðin javnaðarmaður, og abbi mín, Petur Karl Bech og Peter Mohr Dam, vóru vinmenn. Eg minnist henda serstaka mann, sum Peter Mohr Dam var. Møtti tú honum eftir vegnum, fregnaðist hann og spurdi, hvussu gekk, og hvussu familjan hevði tað. Eitt stutt skifti var hann lærari hjá mær, tá eg flutti úr Trongisvági og út í skúlan á Tvøroyri at ganga, men hetta vardi bara eina stutta tíð, sigur hann. Norski prædikumaðurin Jenis av Rana ivast onga løtu, tá hann verður spurdur, hvørjar fyri­ mynd­irnar hjá honum vóru sum ungur og í uppvøkstrinum. - Tað er heilt greitt, at fyri­ mynd­irnar vóru pápi mín og norð­ maðurin, Arild Edvardsen, evan­ gel­istur, sum var ein av kendastu prædikumonnunum í Noregi og stovnari av Troens Bevis. Hann var føddur hin 15. november í 1938 og doyði hin 6. september í 2008. Í 2007 tók Rune Edvardsen yv­ ir leiðsluna í Troens Bevis, sum eitt nú veitir fíggjarligan stuð­ul til trúboðarar kring um heim­in. Felagsskapurin ger eis­ini um­ fatandi hjálpararbeiði í fá­tøk­um londum og brævaskeiðið, sum Troens Bevis stendur aftan fyri, rópt Det Nye Liv, er tøkt á 50 ym­ isk­um málum. - Eg var neyvan meira enn 14- 15 ára gamal, tá eg gjørdist haldari av blaðnum hjá Arild Edvardsen og annars gjørdist ómetaliga bergtikin av øllum tí virksemi og hjálpararbeiði, sum hann saman við konu síni, børnum og øðrum góðum kreftum legði lunnar und­ ir. Jenis av Rana sigur, at Arild Ed­ vard­sen var ein ómetaliga góður prædikumaður, og tað eru nógvir føroyingar, sum gjøgnum árini hava leitað sær til stórmøtini í Suð­urnoregi, eins og Arild Ed­ vard­sen eisini fleiri ferðir var í Før­oyum. Heim til døgurða Jenis av Rana sigur, at tá hann fór at ganga í skúla á Tvøroyri, høvdu tey, sum vanligt var tá, ein tíma til døgurða. - Men, hóast vegurin var langur millum barnaheimið í Trongisvági og Tvøroyrar skúla, súklaði hann heim til døgurða hvønn dag. Tað tók eina góða løtu at súkkla hvønn vegin, men tað var deiligt at koma heim til mammu, sum hevði gjørt døgurða. Tá eg nevni pápa mín og norska prædikumannin, sum mínar fyrimyndir, so var mamma mín eisini ein fyrimynd á sínum øki, har eg sum smádrongur og unglingi altíð føldi meg tryggan og í góðum hondum. Mamma mín var eisini aktiv í samkomuni, og hon var so sanniliga eisini mín fyrimynd við øllum tí, sum hon var, sigur hann. Hevði ikki lestrarhug Tá Jenis av Rana nærkaðist end­ anum av realskúlatíðini á Tvør­ oyri, stóð hugurin hjá honum ikki til at fara at lesa. Í uppvøkstrinum kendi hann hvørja túgvu og hvønn stein í Trongisvági, og hann droymdi um at vera verandi har. Hugurin stóð heldur til landbúnaðin heldur enn til skúlan. - Men, beiggi mín, Petur Karl, sum eisini var eldri enn eg, hevði í so máta heilt aðrar eginleikar, enn eg hevði. Eg kendi ikki seyðin, men tað gjørdi beiggi mín – ja, eg vil siga, at hann kendi seyðin líka so væl, sum vit onnur kenna fólk á vegnum. Tá Jenis av Rana gekk í 3. real, var ein donsk lærarinna eitt stutt skifti sum vikarur í skúlanum. - Danska lærarinna helt tað vera stórt spell, um eg ikki fór at lesa víðari, og hon “lokkaði” meg við, at hon visti um eitt stað í Danmark, har eg kundi gerast studentur eftir tveimum árum. Hetta var í Høng. Minnist eg rætt, skrivaði hon eisini umsóknarblað til skúlan fyri meg, sigur hann. Jenis lærdi væl Spurdur, hví henda danska lær­ arinna so gjarna vildi, at hann fór at lesa víðari, sigur Jenis av Rana, at hetta helst hevði nakað við tað at gera, at tað gekk hampiliga væl hjá honum í realskúlanum. - Eg havi altíð veri rímiliga væl skipaður, og í danska skúlanum kláraði eg væl at hanga í bókliga. Men, eg var blaðungur, og her vóru næmingar, sum kanska vóru meira búnir og høvdu fleiri ar­beiðsroyndir, enn eg hevði. Í Trongis­vági hevði eg mest fingist við seyð og neyt, sigur hann bros­ andi. Eftir at hava fingið students­ prógv í Danmark, var Jenis av Rana í tvey ár læraravikarur á Tvør­oyri. - Tað, sum gjørdi, at eg seinni fór at lesa til lækna, var hugurin at hjálpa øðrum menniskjum, og eg PERSÓNSØGA EIGA IKKI AT LEGGJA FYRI TÍ RÁKI SUM KE