hósdagur 24. oktober 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 123
7
helt, at læknayrkið saktans eisini
kundi verið ein góð barlast hjá
mær sum trúgvandi, har hugurin
eisini stóð til at hjálpa fólki.
Pápin gjørdist skakkur
Jenis av Rana sigur, at tankin at
lesa til lækna streyfaði longu,
meðan hann gekk á studentaskúla
í Danmark.
- Eg minnist, tá eg fortaldi pápa
mínum um mín læknadreym.
Hetta var, meðan eg enn var lær
aravikarur. Pápi stóð í kjallaranum
og hevði júst avlívað eitt lamb.
Hann spurdi, hvat eg hugsaði fyri
mær – at fara og lesa í eini 10-15
ár og verða heilt uppi í 30-unum,
tá eg einaferð varð liðugur. Bara
tað, at eg varð vorðin studentur,
var fyri foreldur míni púrasta
fremmant.
Men, tað vóru errin foreldur,
Dánjal og Aslaug, tá sonur teirra
hevði fingið sítt embætisprógv
sum lækni.
- Eg byrjaði mítt arbeiði sum
lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og
tað var Eliesar Olsen, sum ringdi
og segði, at hann hevði hoyrt, at
eg var vorðin liðugur við mína
útbúgving. Av Klaksvíkar Sjúkra
húsi fór eg á Landssjúkrahúsið at
arbeiða, og eftir tað var eg ymsa
staðni kring landið og loysti av
sum kommunulækni fyri at gerast
kommunulækni.
Fyri at gera eina langa søgu
stutta, sigur Jenis av Rana, at hon
um dámdi ógvuliga væl at arbeiða
sum lækni á sjúkrahúsunum, og
hann hevur eisini stórtrivist sum
kommunulækni øll árini, hann
hevur starvast sum slíkur.
Fleiri sum spyrja
- Nú eg eri vorðin landsstýrismaður
og eri 66 ára gamal, eru tað fleiri,
sum spyrja, um eg ætli mær at
halda fram sum kommunulækni
eftir hesi – vónandi – fýra árini
í landsstýrinum. Havi eg lív og
heilsu, fari eg at nærkast teimum
sjeyti, tá tíðin í landsstýrinum í
hesum umfarinum verður lokin.
Nú eg eri landsstýrismaður, eri
eg í farloyvi sum kommunulækni,
men eg ætli mær at halda meg
dagførdan innan læknaliga økið
– eisini, meðan eg eri landsstýris
maður. Tískil fari eg eisini mið
skeiðis í desember í ár á tveir daga
skeið í Keypmannahavn.
Jenis av Rana heldur, at enn er
ov tíðliga at siga, hvussu verður
við læknayrkinum eftir lands
stýristíðina, men hann heldur
tað ikki vera óhugsandi, at hann
kanska fer at taka eini tvey ár aftr
at sum kommunulækni, tá tíðin í
landsstýrinum er lokin.
- Síðan 1998 havi eg verið í
hálvtíðarstarvi sum kommunu
lækni, og hetta hevur givið mær
størri frælsi til aðrar uppgávur.
Boðini hjá Heilsutrygd vóru, at
eg í hálvtíðarstarvi skuldi steingja
telefonina á middegi, men annars
var tað upp til mín sjálvan, hvat eg
brúki tíðina til.
Jenis av Rana sigur, at tá talið
av sjúklingum hjá honum sum
kommunulækna var størst fram
til 1998, nærkaðist talið 2000.
- Síðan er talið minkað við
náttúrligari frágongd niður í um
leið 1500.
Hann sigur, at sum kommunu
lækni hesi árini hevur hann kent
seg at vera 100 prosent á rættari
hill, sum hann tekur til.
- Her skipi eg sjálvur mítt ar
beiðspláss, og tað dámar mær
ógvuliga væl. Eg treivst ógvuliga
væl á Ladssjúkrahúsinum, har eg
eisini gjørdist fyrsti hjálparlækni
á medisinsku deild, men starvið
sum kommunulækni hevur bar
asta verið toppurin, sum hann
tekur til.
Eitt hart umhvørvi
Jenis av Rana sigur seg onga løtu
ivast í, at politikkurin í ávísan
mun hevur havt sína ávirkan á
hann sum persón, men politiska
lívið hevur ongantíð og á ongan
hátt skeiklað hansara Guds trúgv.
- Politikkur er eitt ógvuliga hart
umhvørvi, men okkara flokkur
hevur síni greiðu mál. Eg minnist
fyrstu ferð, eg endurgav úr Bíbli
uni og varð so skeldaður út – ikki
av løgtingsformanninum, men av
øðrum. Tá eg kenni á mær, at eg
eigi at gera tað á tingsins røðara
palli, endurgevi eg framvegis úr
Bíbliuni, men í dag kann eg siga,
at eingin er, sum skeldar meg fyri
tað.
Í landsstýrinum umsitir Jenis
av Rana uttanríkismál, skúlamál
og mentamál, og hann heldur, at
hetta er eitt fantastiskt høvi á álit
at hava fingið.
- Eg eri ógvuliga glaður fyri
møguleikan at umsita skúla og
mentan, og eg eri ógvuliga glaður
fyri at sleppa út um landoddarnar
at bera ein annan boðskap enn
tað, vit dagliga hoyra. Eins og
flestu av okkum, eri eg errin av at
vera føroyingur, og eg gleði meg
til at fortelja øðrum um hetta
fantastiska landið, sum Føroyar
eru – og um tey virði, vit eiga.
Eg haldi ikki, at vit eiga at leggja
okkum skerfløt fyri øllum tí ráki,
sum kemur uttaneftir, og eg haldi
avgjørt, at vit í Føroyum eiga
nøkur virði, sum okkara granna
lond og aðrar tjóðir eiga at hoyra
um. Á fundum í eitt nú Norður
landaráðnum havi eg ofta fingið
positivar viðmerkingar fyri mínar
røður. Tað eru fólk, sum spyrja,
um eg orki at føra míni sjónarmið
fram, tí tey sjálvi ikki orka meira,
og tey rósa mær fyri hetta.
Skipaður maður
At enda í samrøðuni spyrja vit
Jenis av Rana, hvussu hann árini
sum kommunulækni, politikari og
prædikumaður hevur fingið tíðina
at røkka til, og hvussu hann vil
lýsa seg sjálvan við fáum orðum.
- Eg haldi meg vera rættiliga væl
skipaðan og málrættaðan. Eg eri
ein positivur og glaður persónur,
og eg elski Jesus av øllum mínum
hjarta. Lívið hevur verið gott fyri
meg og míni, tó at vandar og sjúka
hava verið á vegnum, men eg veit,
at Harrin vil leiða alt til tað besta,
sigur landsstýrismaðurin, sum
Sosialurin hevur skift orð við.
A OKKUM SKERFLØT
EMUR UTTANEFTIR