hósdagur 24. oktober 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 123
8
- Tað hevur víst seg, at Fjarhitafelagið er sera
afturlatið og hevur ikki ynskt at lata seg ávirka í
málum, sum hava stóran týdning fyri brúkaran,
skrivar brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti, ið hevur
sent Fjarhitafelagnum, Tórshavnar kommunu
og SEV eitt skriv, har tey vísa á sína ónøgd við
atburðin og prísirnar hjá Fjarhitafelagnum
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Vit, sum eru brúkarar av fjarhita frá
Fjarhitafelagnum P/f, ynskja við hesum skrivi
at kæra okkara ónøgd um verandi umstøður
okkara við áliti á, at hesi viðurskifti verða
fingin í rætt lag.
Soleiðis byrjar brúkarafelagið Skynsamur
Fjarhiti eitt skriv, ið mikukvøldið bleiv sent
Fjarhitafelagnum, SEV og Tórshavnar komm
unu.
Brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti er
eitt nýstovnað felag við brúkarum, ið keypa
fjarhita frá Fjarhitafelagnum. Felagið um
boðar 14 eigarafeløg í Hoyvík, Havnini og á Argjum við
fleiri enn 1200 húskjum.
Dýr orkuloysn
Tvær eykarokningar frá Fjarhitafelagnum seinasta árið
er tað, ið hevur fingið bikarið á flóta yvir hjá fleiri av
brúkarunum, ið nú eftirlýsa broytingar. Broytingar, ið
millum annað innibera eitt betri samskifti millum brúkarar
og stovnin og ein sess í nevndini hjá felagnum.
Í skrivinum sent Fjarhitafelagnum og eigarunum SEV og
Tórshavnar kommunu, verður víst á, at samskiftið millum
Fjarhitafelagið og brúkararnar aldrin hevur verið nakað
serligt.
- Tað hevur víst seg, at Fjarhitafelagið er sera afturlatið og
hevur ikki ynskt at lata seg ávirka í málum, sum hava stóran
týdning fyri brúkaran, skrivar felagið og vísir millum annað
UM FJARHITAFELAGIÐ:
Fjarhitafelagið bleiv sett á
stovn í mars 1994, aftaná at
L/f Hitafelagið fór á húsagang.
Endamálið við báðum feløgum
var at veita fjarhita til borgarar
í høvuðsstaðnum.
Tað eru SEV og Tórshavnar
kommuna, ið hvør sær eigur 50
prosent av felagnum, og hevur
Hans Christian Dam verið stjóri
í felagnum síðan 2004.
Øll orkan hjá felagnum
kemur frá brennistøðini á
Hjalla, el-verkinum hjá SEV á
Sundi og frá egnum oljufýrdum
ketli hjá Fjarhitafelagnum.
Nr
Eigarafelag
Húskir
1
Eigarafelagið Jørundargøta/Torkilsgøta
68
2
Eigarafelagið Lítlagil
100
3
Eigarafelagið Inni á Gøtu
130
4
Eigarafelagið Blómubrekka
68
5
Eigarafelagið Eystan Gil
92
6
Eigarafelagið Berjabrekka 1
69
7
Eigarafelagið Berjabrekka 2
32
8
Eigarafelagið Millum Gilja
132
9
Eigarafelagið Við Myllutjørn
64
10
Eigarafelagið Hoyvíkshædd
174
11
Eigarafelagið í Maritugøtu
131
12
Eigarafelagið Undir Kongavarða
95
13
Eigarafelagið Eystan Kongavarða
32
14
Eigarafelagið Oman Gil
24
Tilsamans
1211
Eigarafeløgini krevja
at verða hoyrd