hósdagur 24. oktober 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 123
9
á stríðið um tøkniligar treytir í
90'unum, tá fjarhitaprísurin varð
lækkaður í 2002 og málið um
hitamiðstøðina í Klingruni. Eitt
mál, ið brúkarafelagið metir ikki
hevði verið loyst, um Tórshavnar
kommuna ikki legði upp í tað.
Umframt samskiftistrupul
leikar vísir brúkarafelagið eisini
á tað órímiliga í tí, at brúkararnir
verða bundin til eina orkuloysn, ið
er munandi dýrari enn onnur alt
ernativir á marknaðinum.
- Tórshavnar kommuna hevur
álagt ávísum borgarum íbinding
arskyldu til fjarhitanetið. Ein tílík
avmarking av valmøguleikum hjá
borgarum átti at verið mótsvarað
av, at fjarhitin var ein bílig loysn.
Soleiðis er ikki. Útrokningar vísa,
at fjarhiti er dýrasta orkuloysnin
á marknaðinum. Fjarhitin er yvir
17 % dýrari enn at hita upp við olju
og 50 % dýrari enn at hita upp við
grønari orkuloysn sum t.d. jarð
hita, skrivar felagið í skrivinum.
Krevja nevndarsess
Skrivið frá felagnum er ikki bara
kritikkur, men mælir felagið til
eitt ítøkiligt stig, ið kann takast
fyri at betra um viðurskiftini mill
um veitara og brúkarar.
Nýstovnaða brúkarafelagið
mælir nevniliga til, at viðtøkurnar
í Fjarhitafelagnum verða broyttar,
so at felagið fær eitt umboð í
nevndina.
- Vit átala staðiliga, at brúkar
ar av fjarhita í Tórshavnar komm
unu ikki verða hoyrdir og ikki
fáa innlit í fjarhitaveitingina hjá
kommununi. Vit ynskja at styrkja
innlitið hjá brúkarum við at fáa
umboð fyri brúkarnar í nevndina
hjá Fjarhitafelagnum, skrivar fel
agið í fráboðanini.
Í nevndini hjá Fjarhitafelagnum
eru í løtuni seks nevndarlimir, har
av tríggir nevndarlimir umboða
Tórshavnar kommuna og tríggir
nevndarlimir umboða SEV.
NÝGGI NEVNDAR
FORMAÐURIN
LOVAR BROYTINGAR
- Eg kann 100 prosent fylgja
teimum í skrivinum, tá tey siga
man er ein lukkaður stovnur.
Tí eri eg takksamur fyri, at tey
gera vart við seg. Vit skuldu
langt síðan havt fund við tey,
sigur nevndarformaðurin
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Tað eru nakrar broytingar fyri
framman, og eg vil sum nýggjur
formaður leggja dent á meira
opinleika og gjøgnumskygni í
samband við prísir og framtíðar
ætlanir.
Tað sigur Bogi Andreasen,
býráðslimur fyri Fólkaflokkin í
Tórshavnar kommunu og nevnd
arformaður í Fjarhitafelagnum,
tá hann verður spurdur um
skrivið, ið brúkarafelagið Skyn
samur fjarhiti hevur sent Fjar
hitafelagnum,
Tórshavnar
kommunu og SEV, har víst verð
ur á ymisk viðurskifti, ið fjarhita
brúkararnir eru ónøgdir við.
Sambært Boga Andreasen,
ið tók við formanssessinum í
nevndini fyri fýra mánaðum
síðan, fegnast hann um, at eig
arafeløgini hava stovnað eitt
brúkarafelag, tí tað lættir um
samskifti millum brúkarar og
veitara.
- Nú hava vit eitt felag, ið vit
kunnu fara í dialog við. Og tað
fyrsta eg geri, tá eg komi heim úr
Danmark, er at biðja um ein fund
við brúkarafelagið og viðgera
skrivið konstruktivt, sigur hann.
Tað verður bíligari
Í skrivinum vísir brúkarafelagið
á, at fjarhiti er 17 prosent dýrari
enn at hita upp við olju og 50
prosent dýrari enn við jarðhita.
Men nevndarformaðurin er ikki
samdur við útrokningunum.
- Eg kennist ikki við hasi tølini
hjá teimum, tí fjarhiti er ikki so
ræðuliga nógv dýrari. Fjarhita
felagið var stovnað uppá, at man
fylgir prísinum á oljuni, sigur
formaðurin.
Men gongst sum ætlað, kunnu
brúkararnir vænta eina munandi
príslækking innan nøkur fá ár,
vissar Bogi Andreasen um.
- Tá núverandi útbyggingar
hjá felagnum eru lidnar um
trý ár, verður man 100 prosent
óheftur av olju. Tá kemur øll
orkan frá yvirskotsorkuni hjá
brennistøðini á Hjalla, el-verk
inum hjá SEV á Sundi og nýggja
biogassanlegginum Førka á
Hjalla. Tað ger, at prísurin
innan tey næstu 5-6 árini fer at
minka munandi og verður nógv
lægri enn oljuprísurin, lovar Bogi
Andreasen.
Harumframt er eisini ætlanin
at knýta yvirskotsorku frá vind
myllunum, ið eru knýttar í netið
hjá SEV, upplýsir nevndarfor
maðurin.
Fremja broytingar
Býráðslimurin ætlar, at tað skal
merkjast hjá brúkarunum, at ein
nýggjur maður er í nevndarfor
manssessinum.
- Eg kann 100 prosent fylgja
teimum í skrivinum, tá tey siga
man er ein lukkaður stovnur. Tí
eri eg takksamur fyri, at tey gera
vart við seg. Vit skuldu langt
síðan havt fund við tey, sigur
nevndarformaðurin.
Ein broyting, ið verður sett
í verk, og sum brúkarar hava
eftirlýst, er ein broytt manna
gongd í samband við eykarokn
ingar frá Fjarhitafelagnum.
- Innan teir næstu tveir til
tríggjar mánaðirnar skifta vit
yvir í somu skipan sum SEV
hevur við mánaðarligum upp
gerðum. Sum nú er kunnu 800
av teimum 1200 brúkarunum, ið
hava fjarhita, fáa eina mánað
arliga uppgerð, so at tað verður
regulera hvønn mánað. Á tann
hátt eigur eingin kundi at fáa
eina óvæntaða stóra rokning,
sigur Bogi Andreasen.