hósdagur 24. oktober 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 123
10
FERÐSLA
TAÐ ER
REVSIVERT
AT DEILA
ÁVÍSAR
MYNDIR
Løgreglan heitir á fólk um at
lata vera við at leggja myndir
út av ferðsluóhappum og
vanlukkum yvirhøvur, um
samtykki ikki er til tess
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
U
m
tú
sært
eitt
ferðsluóhapp
og
heldur, at tað er eitt
gott hugskot at taka
mynd av støðuni, eigur tú líka at
hugsa tvær ferðir. Í øllum førum
um tú ætlar at deila myndina á
sosialu miðlunum - tí tað hevur
tú ikki loyvi til uttan víðari.
Myndir við persónum á eru
at rokna sum persóndata, sum
merkir, at um tú deilir eina
mynd, so deilir tú upplýsingar
um persónin. Slík mál hoyra undir
persóndatalógina og paragraf 264
í revsilógini, og til ber bæði at
fáa bót og fongsulsrevsing í upp
til 6 mánaðir fyri at deila ávísar
myndir.
Tá talan er um myndir av
ferðsluóhappum eru nøkur ting,
mann skal hava í huga.
- Tað er ikki loyvt at leggja
myndir út á sosialar miðlar,
um tey, sum síggja myndina,
kunnu kenna bilin aftur frá
nummarplátuni ella síggja eitt
andlit. Hetta snýr seg um í hvønn
mun mann er førur fyri at kenna
persónarnar á myndini aftur,
sigur Steen Nørskov, politiovasti.
Hann leggur aftrat, at tú
væl kanst taka eina mynd og
deila hana, um hon verður
anonymiserað soleiðis, at tað ikki
er møguligt at seta myndina í
samband við nakran persón.
Løgreglan hevur áður havt
líknandi mál, og hetta verður tikið
í álvara.
- Um onkur meldar eitt tilburð
um líknandi myndir, so kanna
vit sjálvandi, um talan er um eitt
lógarbrot ella ikki. Men tað er
sjálvandi støðan, ið avger tað, og
tað veldst um, hvørt tað ber til
at kenna persónarnar á myndini
aftur, sigur Steen Nørskov.
Tað snýr seg eisini um pli
Tað kann væl vera, at mann í
prinsippinum ikki hevur gjørt
nakað lógarbrot í mun til hetta,
men har er eisini eitt etiskt mark,
vísir politiovastin á. Hann sigur,
at støðan kann blíva serliga ring,
um avvarðandi kenna viðkomandi
aftur, áðrenn løgreglan hevur
fingið høvi at kunna tey.
- Talan kann vera um fólk, ið eru
komin sera illa fyri ella í ringasta
føri doyggja. Tað er uppgávan hjá
okkum í løgregluni at kunna tey
avvarðandi um hetta, so skjótt
sum gjørligt. Men tað kunnu vit
illa náa, um fólk ikki hava pli og
allíkavæl leggja myndir út. Hetta
er tí ein ábyrgd, sum øll hava í
mun til lóggávuna, sigur Steen
Nørskov.
Ein avbjóðing at
meta um støðuna
Men í Føroyum kann tað vera
lætt at seta myndir av óhappum
í sambandi við persónar. Tí hóast
mann ikki sær nummarplátuna
ella andlitið, kann tað minsta
eyðkenni á bilinum fáa eina
klokku at ringja hjá onkrum.
- Ja, tað er har, tað snýr seg
um at meta um støðuna. Tað
er ikki so lætt, tí so kunnu tað í
roynd og veru vera sera nógvar
myndir á Facebook, sum kunnu
vera revsiverdar. Í einum so
lítlum samfelag sum tí føroyska,
kunnu fólk kenna eigaran av
bilinum aftur við bara at síggja
eina ávísa skøvu á bakrútinum.
Tað er ein trupulleiki, men tað
er støðan, sum ger av, hvørt tað
er eitt objektiv lógarbrot, ella um
tað meira snýr seg um tað etiska,
sum kann stoyta fólk, sigur Steen
Nørskov.
- Vit løgreglufólk eru sett
í heimin fyri at hyggja at
møguligum lógarbrotum. Men so
er tað tað etiska sjónarmiðið, sum
vit ikki kunnu stýra beinleiðis við
lóggávu, men heldur vísa til ta
almennu pliina, vit borgarar hava
til hvønn annan, sigur hann.
Løgreglan: