Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 123 11 - Myndir av ferðsluóhappum viðkoma ikki øllum Sigrið Mikkjalsdóttir var tann, ið tók evnið um myndir av ferðsluóhappum upp. Hon skilir ikki, hví nakar hevur tørv á at leggja slíkar myndir út PÆTUR HJALMAR EVENSSON H esa vikuna hevur eitt evni, sum vit sjáldan tosa um, veruliga verið á breddanum. Nevni­ liga í hvønn mun tað er í lagi at deila myndir á sosialu miðlunum av ferðsluóhappum. Tað byrjaði við, at klaks­vík­ing­ ur­in Sigrið Mikkjalsdóttir gjørdi eina dagføring, har hon heitti á fólk um at gevast við at leggja mynd­ir av ferðsluóhappum, van­ lukk­um og tílíkum út á Facebook. Hetta kom í kjalarvørrinum av, at Sigrið Mikkjalsdóttir sjálv var fyri einari skelkandi hending, dag­in áðrenn hon legði hesa dag­ før­ing út. Ein hvirla tók ein lastbil av vegn­um við Sund í illveðrinum, og last­bilførarin var pápi hennara. Stutt eftir óhappið ferðaðist ein mynd á Facebook av lastbilinum, ið stóð við síðuna av vegnum - og hetta var áðrenn Sigrið og hini av­ varð­andi høvdu frætt um óhappið. Tíbetur fekk Sigrið boðini frá mammu síni, áðrenn hon sá mynd­ ina á Facebook, og tíbetur kom pápi hennara sum so óskaddur frá hend­ingini. Men hetta hevur sett nakr­ar tankar í gongd hjá Sigrið Mikkjals­dóttir. - Um mamma ikki hevði ringt áðr­enn, hevði eg verið frá mær sjálv­ari, tí út frá myndini, kundi hann líka so væl fingið stóran skaða, ella í ringasta føri verið deyð­ur, sigur hon. - Viðkomandi, sum tók mynd­ ina, visti jú ikki, um babba bara hevði fingið onkrar smávegis snudd­ir, ella um talan var um eitt van­lukkustað. Tá hugsaði eg, hvussu frekt tað var, at hann hevði lagt hesa myndina út. Babba var í eini sera svárari støðu hesa løt­una og fekk ikki vart seg, tí hann visti ikki, at hendan myndin bleiv tikin. Tí haldi eg, at handan mynd­in gongur alt ov nær, sigur Sigrið Mikkjalsdóttir. Tørvurin eftir hoyra og fortelja um óhapp og vanlukkur er nakað, sum liggur djúpt inni í okkum mennsikjum. Tað er boðskapurin hjá Erlingi Fles, sálarfrøðingi, sum frá einum sálarfrøðiligum sjónarhorni væl skilir, at tað er so lokkandi hjá fólki at bæði deila og hyggja at myndum av óhappum og vanlukkum. PÆTUR HJALMAR EVENSSON - Vit verða bombarderað við negativum tíðindum frá fjøl­miðl­ un­um og eru blivin tað í langa tíð. Vit hoyra og lesa í heilum um kríggj í miðeystri, terroratsóknir og aðrar vanlukkur av alskyns slag. Reint psykologiskt eru vit bliv­in so von við hetta slag av tíð­ ind­um, at tey eru blivin ein partur av okkum, sigur Erling Fles. Vanlukkan er spennandi Prinsippið í hesum er ikki nakað nýtt, tí keðiligar og katastrofalar hendingar hava altíð verið spenn­ andi fyri okkum menniskju. - Menniskjað hevur altíð verið hug­tikið av spenningi og tingum, sum seta kenslurnar hjá okkum í gongd. Í lokalsamfelagnum fyrr slatr­aði og tosaði mann til dømis um vanlukkur og annað, sum er tungt og keðiligt. Munurin í dag er bara, at vit nú kunnu deila okkara katastrofalu upplivingar við allan heimin á sosialu miðlunum, sigur Erling Fles og vísir á, hví slíkar søg­ur eru so spennandi bæði fyri tann, sum leggur tað út á Face­ book, og fyri tann, sum sær tað. - Tá onkur vanlukka hendir, so veit mann ofta ikki heilt, hvat hon endar við, tí útfallið kann vera bæði negativt og positivt. Vit verða automatiskt drigin at van­ lukkuni, tí vit fáa okkurt burtur úr henni. Tað er kanska eisini tí, at vit søkja hana, sigur hann. Vegamótið lærir okkum okkurt Erling Fles hugleiðir víðari um fyribrigdið "katastrofa" út frá sálarfrøðiligum ástøði. - Orðið "katastrofa" kemur frá gomlum grikskum, og tað merkir “vendi­punkt” (vegamót). Og ein kata­strofa í sær sjálvum kann fyri menniskju upplivast sum eitt vega­mót. - Í barnasálarfrøðini leggur mann dent á, at um eitt barn upp­ livir nógvar kreppur, so kemur tað í eina støðu, sum tað ikki megn­ar, og so verður hetta til eitt vega­ mót í lívinum hjá barninum. Altso barnið lærir okkurt av kata­strof­ uni, tað hevur verið fyri, sig­ur Erling Fles og leggur dent á, at tað sama er galdandi í øllum ald­urs­ bólk­um. - Tá ein persónur fær ein hjarta­ til­burð og yvirlivir, er tað stórur kjansur fyri, at viðkomandi fer at broyta sítt lív onkursvegna. Tí tá vanlukkan rakar, leggja fólk seg oft­a eftir nøkrum øðrum virðum í lívinum, tí nú hevur mann verið tætt við at doyggja, sigur Erling Fles og vendir aftur til áhugan hjá fólkinum eftir vanlukkum. - Tað sama prinsippið er gald­ andi, tá ein vanlukka hendir í sam­ felagn­um. Tá blíva vit ótilvitað hug­tikin av vanlukkuni, tí vit ikki vita, hvat støðan endar við. Tað er ein sjálvfylgja, at miðlarnir dekka van­lukkuna, men hugsa líka um, at tað eru jú eisini menniskju, sum stýra miðlunum og velja, hvat skal dekkast, sigur hann. Ein máti at skapa samband Erling Fles hevur eitt boð uppá, hví summi fólk velja at deila mynd­ir og søgur av vanlukkum og óhappum á sosialu miðlunum. - Eitt er tað, at tú fært upp­merk­ semi og nøgdsemi av at byrja eitt kjak av onkrum slag. Men ofta eru tað tey somu fólkini, ið deila kata­ strof­alar myndir og søgur, og tey dyrka onkursvegna tað keðiliga. Tað kann vera ein máti at skapa sam­band við onnur menniskju, og mann kann halda, at tað er betri at fáa negativt uppmerksemi enn einki, sigur Erling Fles. - Vanlukkur hugtaka okkum menniskju Erling Fles, sálarfrøðingur: