hósdagur 24. oktober 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 123
12
FERÐSLA
Fjølmiðlarnir svara
spurningum um myndir
av ferðsluóhappum
Føroysku fjølmiðlarnir skriva javnan um vanlukkur og ferðsluóhapp,
tí tað í sær sjálvum altíð eru søgur, sum hevur áhuga millum
fólk. Vit hava spurt nakrar av aktivu net-miðlunum, um teir hava
nakrar leiðreglur viðvíkjandi myndum av ferðsluóhappum, sum
verða brúktar í greinum, og hvørjir tankar teir hava um hetta
METING UM HVAT ER BORÐBÆRT
Hava tit nakrar
leiðreglur um myndir
av ferðsluóhappum?
- VP hevur ikki nakrar
niðurskrivaðar leiðreglur
um at deila myndir av
ferðsluóhappum. Tað er altíð
ein meting í hvørjum føri sær,
hvat er borðbært og ikki.
Hvat meta tit er
góður fjølmiðlasiður
í hesum sambandi?
- Føroyska samfelagið er eitt
lítið samfelag, har øll kenna øll,
og tí er tað góður fjølmiðlasiður
at vera varin í at deila myndir
frá ferðsluóhappum, tvs. ongar
nærmyndir ella ógvisligar
myndir. VP ger annars ikki nógv
við at skriva um ferðsluóhapp,
sum aðrir miðlar gera.
Hava tit upplivað, at
fólk hava vent sær til
tykkara fyri at fáa eina
mynd burtur aftur?
- Tá ið fólk venda sær til VP og
vilja hava eina mynd burtur, so
verður tað gjørt beinanvegin.
Men hetta hava næstan bert
verið myndir í sambandi við
musikkfestivalar, og er hent
einar tvær-tríggjar ferðir síðani
2007, tá ið VP kom á marknaðin.
VIT NÝTA LEIÐREGLURNAR FYRI GÓÐAN FJØLMIÐLASIÐ
Hava tit nakrar
leiðreglur um myndir
av ferðsluóhappum?
- Jú, vit hava rættiligar greiðar
leiðreglur um myndir av
óhappum og vanlukkum.
Tá talan er um álvarsliga
vanlukkur, so skriva vit sum
útgangspunkt einki, fyrr
enn váttan er frá løgregluni.
Viðvíkjandi myndum, so hava
vit ikki myndir, har fólkini
(til dømis særd fólk, ella fólk,
sum eru eru beinleiðis við í
vanlukkuni) síggjast.
Hvat meta tit er
góður fjølmiðlasiður
í hesum sambandi?
- Sum grundreglu nýta
vit »Leiðreglur fyri góðan
fjølmiðlasið«, har tað í gerin 4.6
stendur soleiðis: »Hugsið um
tey raktu, teirra avvarðandi
og vitni, tá ið vanlukkur og
brotsmál verða umrødd. Deyð
ella horvin fólk eiga ikki at
verða nevnd við navni ella á
annan hátt kunna kennast
aftur uttan so, at tey, ið varða
av, frammanundan eru kunnað.
Havið fyrilit fyri fólki í sorg ella
sálarligari kreppu.«
- Markið fyri, nær ein mynd
verður kunngjørd, er tá tú
kennir fólk aftur, og sjálvandi
alt eftir, hvussu álvasamt eitt
óhapp ella vanlukka er. Er talan
um álvarsligar vanlukkur –
kanska um deyða, so er markið
nógv strangari.
Hava tit upplivað, at
fólk hava vent sær til
tykkara fyri at fáa eina
mynd burtur aftur?
- Ja. Vit meta um tað í hvørjum
einstøkum føri, og tað er meira
enn so komið fyri, at vit hava
tikið myndir burtur, tí onkur
hevur kent, at vit hava gingið
teimum ov nær. Tað er ikki altíð,
at vit eru samd um, hvar markið
gongur, tá tað er mál, sum eftir
okkara tykki eru smálutir, men
tað kemur meira enn so fyri, at
vit laga okkum eftir tí, sum fólk,
ið vóru partur av óhappinum
halda.
VILJA FYRST VITA HVAT ER HENT
Hava tit nakrar
leiðreglur um myndir
av ferðsluóhappum?
- Áðrenn vit leggja nakra
mynd út av ferðsluóhappi,
vilja vit vita, hvat er hent. Og
meta har frá um ein mynd av
ferðsluóhappinum skal út ella
ikki. Um ein vanlukka er hend,
brúka vit næstan altíð um
ikki altíð eina savnsmynd av
løgreglubili- ella manni.
Hvat meta tit er
góður fjølmiðlasiður
í hesum sambandi?
- Góður fjølmiðlasigur er at
vita, hvat er hent, áðrenn
nøkur grein verður løgd út.
Vit lata ofta vera við at skriva
um ferðsluóhapp beinavegin,
tá ið vit fáa tað at vita, tí vit
vilja hava støðuna lýsta frá
løgregluni fyrst.
Hava tit upplivað, at
fólk hava vent sær til
tykkara fyri at fáa eina
mynd burtur aftur?
- Ja, vit hava upplivað tað, og
meta í einstaka førinum um
myndin skal av ella ikki.
VIT ROYNA AT VERA VARIN
Hava tit nakrar
leiðreglur um myndir
av ferðsluóhappum?
- Tá tað snýr seg um myndir av
ferðsluóhappum á Portalinum,
so er tað altið ein meting frá
hending til hending. Allar
støður eru ymiskar, og tí ber
illa til at hava nágreiniligar
leiðreglur um hvat vit gera
og ikki. Í øllum førum royna
vit at vera varin og millum
annað koyra bjálka omanfyri
nummarplátu, um hon er
sjónlig. Vit vísa heldur ikki
fólk, sum eru komin til skaða á
myndunum.
Hava tit upplivað, at
fólk hava vent sær til
tykkara fyri at fáa eina
mynd burtur aftur?
- Tað kemur fyri, at fólk - serliga
avvarðandi - heita á okkum
um at fáa eina mynd tikna av
aftur. Í flestu førum hava vit
eftirlíkað hesum ynskinum,
men tað vil eisini altíð vera ein
meting.