hósdagur 24. oktober 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 123
13
Svar:
Føroyingar uttanlands fáa rætt til
heilsutrygdarveitingar í Føroyum
Kunngerð gevur persónum,
sum fyribils uppihalda sær í Før
oyum, rætt til veitingar frá Heilsu
trygd.
Heilsumálaráðið hevur fingið
fleiri fyrispurningar frá borgar
um um rættin til veitingar frá
Heilsutrygd frá eitt nú lesandi utt
anlands, ið koma heim til Føroya
í feriu. Spurningarnir hava mest
snúð seg um, hvat hesi hava rætt
til innanfyri læknaviðgerð, tann
læknaviðgerð o.a., meðan tey eru
heima í feriu.
Tá sjúkrakassarnir vóru virknir
var siðvenja, at lesandi og fólk ið
gjørdu almannagagnligt arbeiði
uttanlands, fingu veitingar frá
sjúkrakassanum, meðan tey fyri
bils uppihildu sær í Føroyum.
Nýggj kunngerð hevur við sær,
at persónar, sum vegna brádliga
sjúku, skaða ella versnaða verandi
sjúku, fáa rætt til læknahjálp og
tær veitingar, sum lækni metir er
til gagns fyri tann sjúka, meðan
hann er staddur í Føroyum. Har
umframt fevnir kunngerðin um
veiting í sambandi við árligt
eftirlit hjá tannlækna, tá hesi eru
heima í feriu í Føroyum.
Kunngerðin verður galdandi
fyri persónar, sum eru búsitandi
í Danmark og Grønlandi og sum
fyribils uppihalda sær í Føroyum.
Sum nú er, mugu hesi gjalda fyri
viðgerð, tá tey eru heima í Føroy
um í feriu og líknandi. Eisini fevn
ir kunngerðin um føroyingar, sum
hava búð í Føroyum í minst 5 ár,
áðrenn tey fluttu til annað land at
lesa. Harafturat NGO- starvsfólk
og onnur, ið gera annað almanna
gagnligt arbeiði uttanlands.
Vanligar tryggingar kunnu
annars teknast:
•
við einstøku universitetini
uttanlands,
•
hjá lokalu
tryggingarfeløgunum ella
•
hjá altjóða
tryggingarfeløgum,
sum til dømis: AON -
Student Insurance: www.
aonstudentinsurance.com
Kelda: Heilsumálaráðið
Spyr og fá svar
um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Tað er tú, sum tekur
endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú
fáa svar upp á spurningar
um lestur her í Sosialinum.
Holger Arnbjerg,sum
starvast á Studna, men
sum fyri tað mesta er í
nýggju Vegleiðingarstovuni
á Hoydalsvegi 1
(vegleiding@uvs.fo),
vegleiðir teg um tínar
møguleikar innan útbúgving
og um tey fíggjarligu
viðurskiftini.
Holger arbeiðir dagliga
við at vegleiða fólki, sum
ætla sær undir útbúgving
í Føroyum ella uttanlands,
antin tað er styttri ella
longri útbúgving, verklig
ella ástøðilig. Tú kanst
senda spurningar um
útbúgvingar til
post@sosialurin.fo, og
so svarar Holger tær her í
Sosialinum.
Hvussu er við (heilsu)tryggingum,
tá mann lesur uttanlands?
Í Danmark:
Føroyingar hava rætt til
sjúkrahjálp í Danmark sam
bært kunngerð nr. 565 frá 29.
apríl 2015.
Í hinum Norðurlondunum:
Í hinum Norðurlondunum hava
føroyingar rætt til sjúkrahjálp
v.m. sambært “Nordisk Konven
tion om social sikring”.
Í Stóra Bretlandi:
Í Stóra Bretlandi hava borgarar
í Føroyum rætt til bráðfeingis
sjúkrahjálp á sama støði, sum
borgarar í Stóra Bretlandi. Hesi
rættindi eru staðfest í grein 14 í
“The Convention made in Lond
on of 27. august 1959 between
The Kingdom of Denmark and
The United Kingdom.”
www.heilsutrygd.fo
Hvussu eru føroyingar
dekkaðir uttan fyri Føroyar?
2008/2009
2009/2010
2010/2011
2011/2012
2012/2013
2013/2014
2014/2015
2015/2016
2016/2017
2017/2018
2018/2019
Føroyar
611
645
772
785
851
840
878
942
996
910
975
Danmark
864
915
1.003
1.275
1.333
1.433
1.340
1.300
1.213
995
845
Aðrastaðni
183
195
214
256
241
234
204
173
155
132
146
í alt
1.658
1.755
1.989
2.316
2.425
2.507
2.422
2.415
2.364
2.037
1.966
Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestarstudninginum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið studningin í skúlaárinum, eru tald við.
Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastudninginum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið studningin í skúlaárinum, eru tald við.
Í skúlaárinum 2017/2018 og frameftir, er flokkingin av heilsuhjálparum og heilsurøktarum ikki flokkað sum hægri lestur.
Kelda: Studni september 2019
0
500
1.000
1.500
2.000
2.500
3.000
Føroyar
Danmark
Aðrastaðni
í alt
•
Góðir arbeiðsmøguleikar hava
verið í samfelagnum seinnu árini
•
Fleiri ung bíða við at fara undir
lestur.
•
Smærri árgangir, tí talið av
føddum børnum í FO frá 1990 –
1999 lækkaði frá 947 til 625, og tí
eru færri ung, sum eru í 20’unum
í dag.
•
Siðbundin útbúgvingarval eru
ikki einasta karrieruleið - t.d. fyri
íverksetarar.
•
Samstundis er ferðastuðulin
lækkaður, og hetta hevur
kanska ført við sær, at færri
hava søkt um ferðastuðul – og
júst ferðastuðulsútgjøldini eru
grundarlag undir uppgerðini
yvir, hvussu nógv føroysk lesandi
eru í útlondum.
Føroyingar á hægri útbúgvingum
býtt á landafrøðilig øki og skúlaár
Grundir til, at færri føroysk
lesandi eru í 2019
Nær er næstu IELTS
málroynd?
Svar:
IELTS er ein roynd í enskum
máli fyri tey, sum ynskja at flyta
millum lond at lesa á hægri læru
stovnum
IELTS-roynd verður fyri
skipað einaferð árliga í Føroyum.
Næstu ferð royndin er í
Føroyum er 9. mai 2020
Tú teknar teg til royndina við
at fara inn á (í 2020): https://ielts.
britishcouncil.org/edu.
Far til breddan til vinstru
"Find Test Date" og útfyll upp
lýsingarnar har, og fylg so
vegleiðingini á síðuni.
Prísurin er 2.425 kr. (2019)
Melda teg til í góðari tíð, í sein
asta lagi 8 dagar áðrenn roynd
ina.
Úrslitini koma 2-3 vikur eftir
royndina.
Fylg leiðbeiningini, og tá tú
hevur teknað teg, fært tú ein
teldupost, ið sigur, hvat tú síðani
skalt gera.
Tú kanst lesa meiri um
royndina her: https://takeielts.
britishcouncil.org/